04.08.2005

Álit viðv. klagu um avgerð hjá Kærunevndini hjá Arbeiðsloysisskipanini

A hevði frá arbeiðsávísingini tann 12. august 2004 fingið boð um at venda sær til ein arbeiðsgevara um møguligt arbeiði. A var tann 19. august 2004 til samrøðu hjá arbeiðsgevaranum og fekk bjóðað starvið. Dagin eftir boðaði A arbeiðsgevaranum frá, at hon ikki var sinnað at átaka sær ávísta arbeiðið.

Tann 22. september 2004 tók Arbeiðsloysisskipanin (ALS) avgerð um at steðga útgjaldi av arbeiðsloysisstuðli til A frá og við 21. august 2004, av tí at ALS ikki metti, at A longur var tøk á arbeiðsmarknaðinum. Kærunevndin hjá ALS staðfesti hesa avgerð tann 5. november 2004. Tann 31. mars 2005 sendi Rættarhjálp Føroya, vegna A, eina klagu til umboðsmannin viðvíkjandi avgerðini.

Umboðsmaðurin metti fyri tað fyrsta, at ALS-stýrið ikki hevði heimild til at áseta nærri reglur í kunngerð viðvíkjandi treytunum í § 14, stk. 1 í ALS-lógini. Harumframt metti hann tað verða ein álvarsligan vanda fyri rættartrygdina hjá borgaranum at áseta rættarreglur um kanska víðfevnd inntriv í støðuna hjá teimum, uttan at hesar reglur verða kunngjørdar í almenna kunngerðarblaðnum. Vísandi til § 12 í umboðsmanslógini mælti umboðsmaðurin tí landsstýrismanninum í vinnumálum til at taka til umhugsunar at broyta mannagongdina hjá ALS soleiðis, at í øllum førum kunngerðir av stórum týdningi fyri borgararnar, verða lýstar í kunngerðarblaðnum. Samstundis mælti umboðsmaðurin landsstýrismanninum til at fáa samsvar ímillum kunngerð um útgjald v.m. av arbeiðsloysisstuðli og ALS-lógina.

Viðvíkjandi sjálvari avgerðini hjá Kærunevndini hjá ALS kom umboðsmaðurin til ta niðurstøðu, at avgerðin hjá Kærunevndini hjá ALS var skeiv og mælti tí nevndini til at taka kæruna upp til nýggja viðgerð. Umboðsmaðurin metti, at hetta málið átti at verið viðgjørt eftir § 19 í ALS-lógini, soleiðis at A misti rættin til 4 vikurs tryggingarútgjald, men ikki soleiðis at útgjaldið av arbeiðsloysisstuðli varð steðgað.

Umframt hetta gav umboðsmaðurin ALS eina átalu fyri ikki at hava kunnað A nóg skjótt og nóg væl um støðuna, hon var komin í. (J. nr. 200500039)

Álitið í navnleysum líki kann takast niður í reyða kassanum.