Umboðsmaðurin er fyri øll børn – eisini tey, ið ikki eru før fyri at klaga sjálvi. Sum vaksin ert tú vælkomin at klaga fyri eitt barn.
Tú kanst ringja, skriva ella koma inn á skrivstovuna
Barnarættindasáttmálin er ein altjóða sáttmáli frá 1989, sum er galdandi í næstan øllum londum í verðini. Føroyar skrivaðu undir Barnarættindasáttmálan í 1992.
Umboðsmaðurin kannar allar klagur, sum hann fær, men hann tekur ikki altíð nakra avgerð um tað, sum klagan snýr seg um.
Tú ert vælkomin at ringja til okkum á 358500, skriva okkum eitt bræv, senda okkum ein teldupost á bum@bum.fo ella senda okkum tína klagu við hesum oyðublaðnum: