Barnarættindasáttmálin er ein altjóða sáttmáli frá 1989, sum er galdandi í næstan øllum londum í verðini. Føroyar skrivaðu undir Barnarættindasáttmálan í 1992. Barnarættindasáttmálin hevur 54 lógargreinir. Av hesum snúgva 41 lógargreinir seg um týdningarmikil rættindi, sum børn hava.
Barnarættindasáttmálin fevnir um øll børn undir 18 ár uttan mun til, hvaðan tey eru, hvønn húðalit tey hava ella hvørja mentan ella trúgv tey hava
Øll limalondini í ST, sum hava skrivað undir Barnarættindasáttmálan, hava givið øllum børnum undir 18 ár barnarættindini.
Tí at børn eru viðbrekin og skulu hava hjálp og umsorgan. Barnarættindasáttmálin ásetur, at hvørt einstakt barn skal kunna siga sína meining, fáa sín tørv nøktaðan og vaksa upp í tryggleika.
Børn vóru bara ein partur av familjuni og høvdu ikki egin rættindi ella sluppu at siga sína hugsan. Var ein familja fátæk og kundi ikki taka sær væl av einum barni, var tað teirra egni trupulleiki.
So kundi ST ikki sagt verðini, hvussu børn hava tað í teimum londum, sum hava skrivað undir Barnarættindasáttmálan. Nú mugu tey ymsu londini gera nakað við tað, tá tey fáa at vita, at trupulleikar eru við rættindum hjá børnum í teirra egna landi. Tey ríku londini hava skyldu at gera enn meiri fyri børn, soleiðis at tey kunnu verða fyrimynd fyri tey fátæku londini. Tey ríku londini hava eisini skyldu at hjálpa teimum fátæku londunum.
Vit hava eina skyldu fyri øðrum fólkum og eiga at virða rættindi teirra, tá vit brúka okkara egnu rættindi. Til dømis mugu vit ikki gera okkum inn á rættindini hjá øðrum, tá vit siga ella skriva tað, vit hugsa.
Reglurnar í Barnarættindasáttmálanum skulu altíð verða lisnar saman við teimum fýra høvuðsreglunum.
Børn hava rætt til at siga sína hugsan, bæði sum einstaklingar og sum bólkar, í málum sum viðvíkja teimum. Hetta merkir ikki, at barnið neyðturviliga skal fáa sín vilja, men at myndugleikarnir skulu lurta eftir sjónarmiðinum hjá barninum og hava tað í huga, tá ið myndugleikin tekur eina avgerð, sum viðvíkur barninum.
Fátæk lond hava altíð havt torført við at skapa eitt gott lív bæði fyri børn og vaksin. Men tað eru nøkur rættindi, sum ikki kosta pengar at virða. Til dømis kostar tað einki at lurta eftir, hvat børn halda. Tað kostar heldur einki, at børn fáa teirra egna navn
Børn, sum tørva hjálp, kunnu venda sær til ein vaksnan, sum tey hava álit á og sum kann hjálpa teimum víðari. Børn, sum hava trupulleikar, kunnu eisini venda sær beinleiðis til barnaverndina í kommununi, har tey búgva, ella til Barnabata. Barnabati hevur eina ráðgeving, sum eitur “Tú og Eg”, sum hjálpir børnum og gevur teimum góð ráð.
Hevur ein myndugleiki tikið eina avgerð, sum viðvíkur einum barni, og barnið heldur, at avgerðin er skeiv, kann barnið klaga til Løgtingsins umboðsmann.