Hanna Vang er barnanna umboðsmaður

Umboðsmaðurin er bæði eitt fólk og ein skrivstova.

Løgtingið hevur valt Hannu Vang, sum er løgfrøðingur, til Løgtingsins umboðsmann.

Tríggir aðrir løgfrøðingar arbeiða eisini á skrivstovuni.

Hvat ger umboðsmaðurin

Umboðsmaðurin ansar eftir, at myndugleikar og stovnar lurta eftir sjónarmiðum hjá børnum og ungum og virða rættindi hjá teimum.

Umboðsmaðurin hevur fýra høvuðsuppgávur:

Vit viðgera klagur og taka ímóti spurningum, ið snúgva seg um børn. Klagurnar og spurningarnir kunnu vera frá bæði børnum og vaksnum.

Vit taka sjálvi mál upp, har illgruni er um, at børn ikki hava verið rætt viðfarin. Hetta kunnu til dømis vera mál, sum koma fram í fjølmiðlum. 

Vit vitja almennar og privatar stovnar, har sum børn eru. Tað kunnu eisini vera fosturfamiljur, sum hava meira enn eitt fosturbarn. Vit kanna, um stovnarnir halda allar lógir og reglur, og um børnini hava tað gott. 

Vit ansa eftir, at altjóða reglur um børn verða hildnar í Føroyum. Hesar reglur standa í Barnarættindasáttmálanum hjá ST.

Hvat kanst tú klaga um? 
Hvat stendur í Barnarættindasáttmálanum? (leinkja til Lesitilfar)

Hvar er umboðsmaðurin

Umboðsmaðurin hevur skrivstovu undir Bryggjubakka í Havn.
 
Hjá umboðsmanninum eru løgfrøðingar, sum taka ímóti klagum frá børnum og vaksnum um skeiva viðferð móti børnum.
 
Tú ert vælkomin at ringja ella skriva til okkum ella koma inn á skrivstovuna at tosa við okkum. 

Um tú vilt senda eina klagu, kanst tú velja "Send klagu" á forsíðuni.
 
Adressan hjá okkum er undir Bryggjubakka 11.
 
Telefonnummarið er 358500.
 
Teldupostadressan er bum@bum.fo
 
Um tú vilt senda okkum eitt bræv við postinum, kanst tú skriva til umboðsmannin, Postsmoga 2008, 110 Tórshavn.
 
Skrivstovan hjá okkum er opin hvønn gerandisdag frá kl. 10 til kl. 15.
 
Tú kanst koma inn at tosa við okkum, tá tú hevur hug. Tú kanst eisini ringja fyrst og avtala eina tíð til at tosa við onkran av okkum. 
 

Hví er umboðsmaðurin til


Í Føroyum hava fólk leingi tosað um, at tað hevði verið gott at havt ein umboðsmann, sum kennir rættindini hjá børnum og dugir væl at viðgera klagur frá børnum.
 
Løgtingið gjørdi í 2013 av, at Løgtingsins umboðsmaður eisini skal vera umboðsmaður hjá børnum og ungum.
 
Løgtingsins umboðsmaður veit nógv um, hvussu myndugleikarnir arbeiða, og hvørjum lógum og reglum teir skulu fylgja.
 
Hvat stendur í lógini? 
 

Hvør arbeiðir hjá umboðsmanninum?

Tríggir løgfrøðingar og eitt skrivstovufólk arbeiða hjá umboðsmanninum.

Løgfrøðingarnir vita nógv um lógir og reglur.

Løgfrøðingarnir kunnu eisini spyrja onkran, sum veit nógv um trupulleikar hjá børnum og ungum, um teir hava brúk fyri at fáa meiri at vita.

Hetta eru starvsfólkini hjá barnaumboðsmanninum.  

Hvørjum kann umboðsmaðurin hjálpa mær við?

Her eru nøkur dømir um, hvat umboðsmaðurin kann hjálpa tær við:
 

Eg eri ónøgd/ur við eina avgerð hjá einum myndugleika 

Um ein myndugleiki hevur tikið eina avgerð, sum tú ert ósamd/ur í ella kedd/ur av, kanst tú klaga til umboðsmannin.
           
Vit kunnu kanna, um myndugleikin hevur fylgt reglunum. Hevur hann ikki tað, kunnu vit biðja hann viðgera málið umaftur. Vit kunnu ikki gera av, hvat myndugleikin skal gera, men myndugleikar gera næstan altíð tað, sum vit biðja teir um.
           
Við hvørt ber til at kæra tað, sum ein myndugleiki  hevur avgjørt, til ein annan myndugleika.  Um tað ber til, kunnu vit hjálpa tær at senda kæruna til tann rætta myndugleikan.
 

Myndugleikin lurtar ikki eftir mær 

Um ein málsviðgeri hjá einum myndugleika ikki lurtar eftir tí, sum tú sigur, ella ikki skilir, hvat tú meinar, kanst tú ringja ella skriva til umboðsmannin. Vit kunnu skriva eitt bræv til málsviðgeran og greiða honum frá tí, sum tú  hevur sagt við okkum.
 

Mamma og pápi mín eru skild, og eg vil búgva hjá pápa mínum 

Vit kunnu ikki gera av, at tú skalt búgva hjá pápa tínum, men vit kunnu siga tær, hvat tú kanst gera fyri at sleppa at vera hjá honum. Vit  kunnu eisini hjálpa tær at skriva eitt bræv til Familjufyrisitingina, sum hjálpir foreldrum at gera av, um børn skulu búgva hjá mammu síni ella pápa sínum. 
 
Eg havi tað ikki gott hjá fosturfamiljuni 

Um tú ikki býrt hjá foreldrunum, men hjá eini fosturfamilju ella á einum stovni, og tú heldur, at tey bera seg skeivt at móti tær, kanst tú klaga til umboðsmannin. Vit kunnu kanna, hvussu umstøðurnar eru, har sum tú býrt, og biðja stovnin ella fosturfamiljuna broyta tað, sum vit halda ikki er í lagi.