12.09.2024

Skriv um treytirnar sambært landsstýrislønarlógini fyri eftirløn við 60 ára aldur

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, at Løgmansskrivstovan ikki tulkar reglurnar um eftirløn við 60 ára aldur í landsstýrislønarlógini á rættan hátt. Umboðsmaðurin vísti á, at tulkingin hjá Løgmansskrivstovuni ikki hevði tikið atlit at øllum viðkomandi tulkingarmøguleikum í landsstýrislønarlógini, og heitti tí á Løgmansskrivstovuna um at taka málið upp til nýggja viðgerð.

Klaga varð um, at Løgmansskrivstovan hevur tulkað reglurnar um eftirløn til landsstýrismenn við 60 ára aldur í landsstýrislønarlógini á slíkan hátt, at klagarin ikki hevði rætt til eftirløn við 60 ára aldur.

Víst varð í hesum sambandi á skriv frá Løgmansskrivstovuni, har lagt varð til grund, at ár í aldri og starvstíð, sum vóru aftaná 2015, ikki kundu teljast við í útrokningini eftir § 3 stk. 2 í landsstýrislønarlógini. Klagarin metti, at hendan tulkingin var skeiv.

Umboðsmaðurin vísti á, at eftirlønarskipanin hjá landsstýrismonnum varð broytt í 2015, soleiðis at farið var frá eini tænastumannalíknandi eftirlønarskipan til eina skipan, sum líkist teirri skipan, sum er vanlig hjá alment settum starvsfólkum, sum ikki eru tænastumenn. Tá varð samstundis gjørd ein skiftisskipan fyri landsstýrismenn, sum sita ella hava sitið sum landsstýrismenn. Skiftisskipanin varð tó avmarkað av orðingini: “Eftirlønaraldurin hjá landsstýrismanninum hækkar tó ikki eftir nevnda dag”.

Lógarbroytingin, tilhoyrandi kunngerð og forarbeiðið til lógarbroytingina góvu ikki eitt greitt svar uppá, hvussu reglurnar um skiftisskipanina skuldu skiljast. Møguleiki tyktist vera fyri at tulka orðingina um skiftisskipanina soleiðis, at orðingin “eftirlønaraldurin hjá landsstýrismanninum  hækkar tó ikki eftir nevnda dag” kundi vísa til § 3 stk. 2 í landsstýrislønarlógini og harvið fastlæsa útrokningina, sum avgerð sjálvan rættin til pensjón. Møguleiki tyktist eisini vera fyri, at tulka orðingina soleiðis, at ávísingin vísti til § 3 stk. 3, sum einans fastlæsir støddina á pensjónini, sum kann útgjaldast.

Vísandi til ivan, sum var í málinum, og at Løgmansskrivstovan, sambært málsskjølunum, ikki hevði viðgjørt spurningin um, hvørt orðið “eftirlønaraldurin” kundi víst til ásetingina í § 3 stk. 3 heldur enn til ásetingina í § 3 stk. 2, og at hetta kundi verið avgerandi fyri eftirlønarviðurskiftini hjá viðkomandi landsstýrismanni, heitti umboðsmaðurin á Løgmansskrivstovuna um at taka málið til nýggja viðgerð.

Umboðsmaðurin bað Løgmansskrivstovuna lata seg frætta, hvat víðari hendir í málinum. (LUM 24/16456)

Ein longri samandráttur kann takst niður í reyða kassanum til høgru