2020

Grein: Umboðsmaðurin biður farvæl

Hetta er 15. ferð eg lati frá mær ársfrágreiðing frá árliga virksemi umboðsmansins. Hetta verður samstundis mín seinasta ársfrágreiðing, tí tann 1. apríl 2021 tekur Hanna Vang við sum umboðsmaður.

Starvið sum umboðsmaður er eitt álitisstarv, sum er áramálssett í 5 ár. Hetta er mín triðja og seinasta seta.

Tann 1. mai 2001 tók Joen H. Andreassen, sorinskrivari, við embætinum sum Føroya fyrsti umboðsmaður. Hann boðaði beinanvegin frá, hvussu leingi hann fór at sita, og á heysti 2005 varð so aftur farið at leita eftir tí næsta umboðsmanninum, og fall valið á meg.

Lógin um Løgtingsins umboðsmann kom í gildi 1. januar 2001, og hevur stovnurin sostatt í ár virkað í 20 ár. Tað skuldi ganga umleið 20 ár frá fyrsta uppskotið varð lagt fyri tingið, um at velja ein Løgtingsins umboðsmann, til lógin varð samtykt. Fleiri ferðir royndu tingfólk at fáa Løgtingið at taka undir við einum uppskoti at velja ein umboðsmann, men ein meiriluti í tinginum metti ikki, at tað var neyðugt við einum umboðsmanni, tí samfelagið var so lítið, og øll vistu, hvat gekk fyri seg í almennu fyrisitingini. Ikki fyrr enn Jenis av Rana, løgtingslimur fyri Miðflokkin, í 1999 legði fram uppskot til løgtingslóg um ein umboðsmann, eydnaðist tað at fáa samtykt lógina um Løgtingsins umboðsmann.

Løgtingið velur umboðsmannin fyri fimm ár í senn, men er umboðsmaðurin í sínum virksemi óheftur av Løgtinginum. Umboðsmaðurin ger sjálvur av, hvørji mál hann viðger, og kann Løgtingið tí ikki áleggja umboðsmanninum at taka ávís mál upp til viðgerðar. Um Løgtingið ikki longur hevur álit á umboðsmanninum, kunnu tveir triðingar av Løgtinginum tó loysa umboðsmannin úr starvi.

Við árslok 2013 samtykti Løgtingið at víðkað heimildirnar hjá umboðsmanninum til at fevna um eitt serligt eftirlit við privatum stovnum o.ø., sum hava til uppgávu at taka sær av børnum og ungum. Lógarbroytingin hevði við sær, at Løgtingsins umboðsmaður fekk álagt at hava eftirlit við, at ST-Barnarættindasáttmálin verður implementeraður í føroyska lóggávu. Eisini skal umboðsmaðurin tryggja og hava eftirlit við rættindum hjá børnum.

Ikki óvæntað hevur føroyska umboðsmansskipanin donsku skipanina sum neyva fyrimynd, og varð tað skipanin við seinastu donsku lógini frá 1996, ið føroyingar løgdu seg upp at. Ávísir munir eru tó í skipanini - eitt nú varð umboðsmaðurin sambært § 1 í lógini gjørdur meira óheftur av tinginum enn sambært donsku lógini; føroyski umboðsmaðurin situr tí í eitt 5-ára skeið og skal ikki veljast av nýggjum eftir løgtingsval.

Í sambandi við at eg nú leggi frá mær sum umboðsmaður, hevur Jákup Bogi Joensen á Dimmalætting gjørt niðanfyristandi samrøðu við meg, sum m.a. lýsir endamálið við og virksemi hjá umboðsmansstovninum.


Súlurnar undir Løgtingsins umboðsmanni eru álitið á stovnin og virðingin fyri borgaranum. Tað er kumpassið og kósin, sum stýrt hevur verið eftir. Tað sigur Sólja í Ólavsstovu, sum á nýggjárinum takkar fyri seg eftir 15 árum í starvinum sum umboðsmaður. Hon fegnast um fleiri týðandi framstig í almennu fyrisitingini og vísir aftur ákærum um, at umboðsmaðurin til tíðir hevur verið politiskt litaður

Hon er Løgtingsins umboðsmaður. Men ikki leingi aftrat, tí á nýggjárinum verður vaktarskifti. Tá fer Sólja í Ólavsstovu frá eftir 15 árum í starvinum. Hon tók við 1. januar í 2006.

Starvið sum umboðsmaður er serligt og verður ikki lýst leyst. Tað er Løgtingið, sum velur umboðsmannin – eitt umboð, sum allir flokkar kunnu semjast um. Talan er tí um eitt álitisstarv, sum er áramálssett í fimm ár. Hetta er triðja setan hjá Sólju í Ólavsstovu. Og tann seinasta.

- Eg haldi, at tíðin er búgvin og tann rætta. Skeiðið er runnið, og nýtt umboð skal veljast at taka við á nýggjárinum. Tí er tað gott høvið at takka fyri meg, sigur Sólja í Ólavsstovu.

Tað er ein tungvektari í føroyskari fyrisiting, sum nú gevst. Sólja í Ólavsstovu er 61 ára gomul. Hon er útbúgvin løgfrøðingur frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn í 1985 og hevur drúgvar starvsroyndir í almennari fyrisiting í Føroyum og í Grønlandi, har hon millum annað hevur verið fulltrúi og settur forstjóri í grønlendska heimastýrinum. Í Føroyum hevur hon eitt nú virkað sum aðalstjóri í Almannamálaráðnum og sum deildarstjóri í Fiskimálaráðnum. Krúnan á verkið er starvið sum Løgtingsins umboðsmaður. Eitt starv, sum hon hevur verið ógvuliga fegin um og røkt eftir bestu sannføring. Og hon ivast ikki. Súlurnar undir umboðsmanninum er álitið á stovnin og virðingin fyri borgaranum. Tað er kumpassið og kósin, sum stýrt hevur verið eftir í hennara tíð sum umboðsmaður, sigur hon.

Til fyri borgarans skyld
Uppgávan hjá Løgtingsins umboðsmanni, ella umboðsmansstovninum, er at hava eftirlit við, at almenna fyrisiting heimastýrsins og myndugleikar, tað eru lands- og kommunalir myndugleikar, røkja sínar skyldur og ikki fremja órætt móti borgarum landsins.

Borgarin kann klaga til umboðsmannin, og umboðsmaðurin kann eisini av sínum eintingum taka mál upp. Flestu mál, sum umboðsmaðurin viðgerð, eru klagur frá borgarum, sigur Sólja. Talan er ofta um mál, har borgarin heldur seg ikki hava fingið tær sømdir og tey rættindi, sum hann, borgarin, hevur krav upp á sambært lógini.

Men, sigur Sólja, nógv tær flestu klagurnar, sum umboðsmaðurin viðger, snúgva seg um, at borgarin antin einki svar hevur fingið frá fyrisitingini ella myndugleikanum, ella tí farið er langt út um freistina, áðrenn borgarin hevur fingið svar. Hetta er órímiligt og als ikki nøktandi, sigur Sólja.

- Tað er órímiligt og ódámligt, tí tað skapar óneyðuga strongd fyri borgaran, sum ikki veit, um hann er keyptur ella seldur og tíansheldur fær lagt lív sítt og síni viðurskifti til rættis. Tað er órímiligt og ikki góð tænasta. Almenna fyrisitingin og myndugleikar annars mugu altíð hava fyri eygað, at tey eru til fyri borgaran og ikki øvugt, sigur Sólja.

Hon vísir á, at tað hevur serligan týdning fyri umboðsmansstovnin at tryggja veikasta liðið í samfelagnum. Hetta eru borgarar, sum ikki sjálvir megna uppgávuna at gera vart við seg og sína støðu. Her kann talan til dømis vera um børnini, tey við serligum avbjóðingum, tey við skerdum førleikum, tey sum búgva á stovni og tey gomlu. Tí heldur umboðsmansstovnurin eitt serliga vakið eyga við hesum borgarum og støðu teirra, tá eftirlitskanningar verða gjørdar.

Løgtingsins umboðsmaður kann ikki broyta niðurstøður í kærumálum ella í málum yvirhøvur. Men umboðsmaðurin kann heita á fyrisitingina og myndugleikar um at taka mál upp til nýggja viðgerð og geva átalu, um viðgerðin ikki er nøktandi ella tekur ov drúgva tíð. Umboðsmaðurin hevur eisini heimild at viðmæla fría rættarførslu. Tað merkir, at tað tá verður rætturin, sum skal taka støðu til stríðsspurningin millum borgaran og tað almenna. Hetta verður tó bara gjørt í heilt serligum førum, sigur Sólja. Til dømis um málið antin er farið heilt av kós, ella um talan er um ein gordiskan knút, ið bara rættarskipanin kann loysa upp fyri.

Sólja í Ólavsstovu vísir á, at eitt av endamálunum við umboðsmansstovninum er, at tað skal vera skjótt og lætt hjá vanliga borgaranum at seta seg í samband við stovnin og fáa umboðsmannin at taka mál upp til viðgerar. Tað er ein fyrimunur, heldur hon, tí at fara í rættin kann gerast bæði ein kostnaðarmikil og drúgv tilgongd hjá borgaranum.


Mynd: Leit/Finnur Justinussen

Lurtað og aktað umboðsmannin

Spurningurin er so, um fyrisitingin og myndugleikarnir yvirhøvur lurta eftir og taka til eftirtektar tær áheitanir og átalur, sum umboðsmaðurin kemur við. Tað er ein spurningur, sum javnan hevur verið settur, sigur Sólja í Ólavsstovu. Men svarið er stutt og greitt, at tað gera fyrisitingin og myndugleikarnir í ógvuliga stóran mun, sigur hon.

- Tað kemur næstan ikki fyri, at spurnartekin verður sett við niðurstøður hjá umboðsmanninum. Sum oftast verða niðurstøðurnar tiknar til eftirtektar, og málið avgreitt eftir ynski umboðsmannsins. Tó er tað komið fyri í einstøkum førum, at myndugleikar ikki hava verið samdir við okkara niðurstøðum. Fyri umboðsmannin hevur tað verið ógvuliga heppið og gott fyri álitið á stovnin og trúvirðið, at rætturin er komin til somu niðurstøðu og hevur givið umboðsmanninum viðhald, sigur Sólja.

Hon leggur dent á, at umboðsmaðurin ger alt fyri at tryggja og hava eftirlit við, at áheitanir og átalur ikki fara aftur við borðinum uttan neyðugar broytingar og tillagingar, sum umboðsmaðurin hevur víst á.

- Tað er skyldan hjá umboðsmanninum at fylgja málum upp og kanna eftir, at áheitanir og átalur verða tiknar til eftirtektar. Hetta verður gjørt við at biðja um frágreiðingar, har neyvt skal verða greitt frá, hvussu myndugleikarnir hava handfarið málið, og hvørjar broytingar eru framdar og hvussu.

Sólja í Ólavsstovu heldur, at umboðsmansstovnurin hevur stóran samfelagsligan týdning og hevur tænt sínum endamáli. Tað er brúk fyri stovninum, heldur hon.

- Eg plagi at siga, at umboðsmansstovnurin er fyribyrgjandi. Álit er gott og betur enn eftirlit. Men eftirlit er alneyðugt í almennari fyrisiting og kann byrgja upp fyri, at mistøk og feilir henda. Ella, um heilt illa vil til, at fyrisitið verður á óvirðiligan og skaðiligan hátt.  

Hvussu tá?
- Einki starvsfólk við virðing fyri sær sjálvum og sínum fakligum stoltleika ger mistøk av egnum og fríum vilja í fyrisitingini. Eftirlit fær starvsfólkini at kýta seg og gera sær ómak, tí eingin vil hava sitandi á sær at vera orsøk til átalu frá umboðsmanninum. Tí verður alt gjørt til tess at gera arbeiðið til lítar og sleppa undan átalu, og tí virkar umboðsmansstovnurin fyribyrgjandi, sigur Sólja.

Hon vísir á, at tað er munur á átalum frá umboðsmanninum. Tað er munur á átalu og álvarsligari átalu. Er talan um mál, sum av misgáum ella av óvart, er dottið burtur ímillum í skipanini, ella at starvsfólk í fyrisitingini rætt og slætt ikki hava skilt málið á nøktandi hátt og harvið hava tulkað reglur í ósamsvari við lógina, ger umboðsmaðurin vanliga vart við hetta við einari átalu og vegleiðing. Tað verður havt í huga og tikið við í samlaðu metingina, at menniskju kunnu gera mistøk og feilir av óvart og ikki av beráddum huga. Er talan um mistak av misgáum, letur umboðsmaðurin eina átalu, sum er linari enn ein álvarslig átala. Ein álvarslig átala afturímóti verður bert givin í heilt serligum føri. Tað kann vera, um myndugleikar eru líkasælir og ferð eftir ferð ikki akta boðum og taka til eftirtektar niðurstøður og átalur frá umboðsmanninum og rætta tey sjónligu mistøk, sum staðfest eru í fyrisitingini.

Sólja í Ólavsstovu heldur, at tað er farin ein broyting fram hesi árini, ið hon hevur virkað sum Løgtingsins umboðsmaður. Og broytingin er til tað betra, sigur hon. Serliga í miðfyrisitingini er ein týðilig broyting hend, sigur hon.

- Tá ið eg byrjaði í starvinum fyri 15 árum síðani, fingu vit nógvar klagur, sum serliga snúðu seg um innlit og innlitsumbønir í miðfyrisitingini. Tær klagurnar eru minkaðar heilt nógv og eru næstan burtur. Tað sama er við uppsagnarmálum í miðfyrisitingini. Tey eru eisini færri í tali. Sum heild hevur miðfyrisitingin ment seg nógv, og eg eri sannførd um, at tað er millum annað umboðsmansstovninum fyri at takka, sigur Sólja.

Hon sigur, at tað er í størri mun ein trupulleiki hjá kommunum og stovnum at halda tær skyldur, sum álagdar eru teimum sambært lóg og reglum um góða fyrisiting. Tí ger umboðsmaðurin nógv til tess at hjálpa og vegleiða, so myndugleikarnir skjótari kunnu lúka burtur tey lýti og brek, sum eru í skipanini.

Fyrisitingardómstól ella víðkaðar heimildir
Løgtingsins umboðsmaður hevur ikki heimild at revsa ella sekta tey, sum ikki akta og gera eftir boðum frá umboðsmanninum. Stovnurin kann bert heita á fyrisiting og myndugleikar landsins og átala.

Sólja í Ólavsstovu sigur, at spurningurin fleiri ferðir hevur verið umrøddur, hvørt umboðsmansstovnurin átti at fingið víðkaðar heimildir, ella um ein møguligur fyrisitingardómstólur átti at verið setur á stovn í Føroyum. Fyrimunurin við einum fyrisitingardómstóli, heldur Sólja, er, at ein slíkur dómstólur hevði havt heimildir at loyst mál við sektaruppskotum, til dømis við bót ella endurgjaldi. Tann møguleikan hevur Løgtingsins umboðsmaður ikki sum nú er, og eingin fyrisitingardómstólur er í Føroyum. Tí er úrslitið stundum, kemur tað til skarpskeringar, at mál enda í rættinum.

Sólja í Ólavsstovu heldur, at tankin um ein fyrisitingardómstól er verdur at hava í huga og viðgera. Men hon ivast í, um tað er rætt og neyðugt at seta ein slíkan stovn á stovn í Føroyum og hava tveir stovnar at umsita málsøkið. Uppgávan hevði ligið eins væl hjá umboðsmansstovninum, sum longu er frammanundan, heldur hon og vísir á, at tað krevur bert víðkaðar heimildir til umboðsmannin. Men tað er ein politisk avgerð, og higartil hevur politiska skipanin valt leistin, sum nú er, sigur hon. Ein leistur, ið sum heild hevur virkað væl, bæði í Føroyum og í hinum norðurlondunum, sum hava umboðsmansstovnar, heldur hon.

Søgan um føroyska umboðsmansstovnin er annars hugvekjandi. Umboðsmansstovnar hava verið kendir í londunum rundan um okkum í mong ár. Í roynd og veru í meira enn eina øld. Og hóast tað í fleiri umførum hava verið gjørdar royndir til tess at fáa umboðsmansstovn í Føroyum, skuldu tað ganga nógv ár, áðrenn stovnurin umsíðir gjørdist veruleiki og fór at virka 1. januar 2001. Tá tók Joen H. Andreasen við starvinum sum fyrsti Løgtingsins umboðsmaður, og sat hann í starvinum fram til 31. desember 2005.

Tað kann undra, hví tað gekk so striltið at fáa umboðsmannin settan á stovn í Føroyum. Men tað var ikki hildið at vera neyðugt, tí samfelagið er so lítið, og gjøgnumskygnið átti tí at verið nøktandi, vóru grundgevingarnar. Sjálv er Sólja í Ólavsstovu ikki í iva um, at kreppan fyrst í nítiárunum var ein av beinleiðis orsøkunum til, at skunda varð undir arbeiðið at leggja lunnar undir stovnin. Tá fekst sjón fyri søgn, hvussu umráðandi tað er við strongum eftirliti og innliti í, hvat landsstýrið og landsins myndugleikar fáast við, og hvussu teir hóreiggja sær. Tí fingu vit eitt nú lóg um almenna fyrisiting og lógina um alment innlit, vísir Sólja á.

Má ikki vera politiskt litað
Sólja í Ólavsstovu er varin, tá ið vit spyrja um leiklutin hjá umboðsmanninum í føroyska samfelagnum. Hevur hon, sum umboðsmaður og andlitið hjá umboðsmansstovninum út eftir, verið nóg sjónlig? Hevur hon tikið nóg stóran lut í samfelagnum og í samfelagsliga kjakinum?

Sólja ivast og viðgongur, at talan er um eitt dilemma. Eina tvístøðu og eitt tvíeggjað svørð.

Hon ásannar, at møguliga hevur stovnurin dugað ov illa at gjørt vart við seg, tí fleiri borgarar vita als ikki av, at stovnurin finst og er til. At hann er til fyri borgarans skyld og ein møguleiki hjá øllum at venda sær til, um neyðugt. Hinvegin skal umboðsmaðurin allatíðina finna eina hóskandi javnvág. Umboðsmaðurin má ikki vera politiskt litaður. Tað er lætt at skíra umboðsmannin politiskan, ger hann vart við síni sjónarmið alment og tekur lut í almennum kjaki. Tí hevur umboðsmaðurin higartil verið ógvuliga varin og aftrað seg at viðmerkja og taka lut í almennum kjaki, sigur Sólja.  

Hon vísir á, at tað hevur ógvuliga stóran týdning, at álitið og trúvirðið ikki verður skeiklað. Umdømið hjá umboðsmanninum er í stóran mun tengt at tí grundleggjandi áliti, sum er millum Løgtingið og umboðsmannin. Verður álitið skeiklað, kann Løgtingið til eina og hvørja tíð loysa umboðsmannin úr starvi. Umboðsmaðurin er valdur av einum samlaðum Løgtingi og umboðum fyri allar flokkar. Tí skal umboðsmaðurin eisini vera savnandi, og fyri ikki at koma í ta støðu at Løgtingið, ella í hvussu so er partur av Løgtinginum, missir álitið á umboðsmannin, er tað umráðandi, at umboðsmaðurin ikki er politiskur og tekur støðu í málum, sum kunnu tulkast hendaveg ella handaveg politiskt. “Lummurin” má ikki vera í lummanum á nøkrum.

Men tað slepst ikki uttanum, sigur Sólja, at tað onkuntíð hevur verið skotið umboðsmanninum í skógvarnar og verið róð framundir, at politisk motiv liggja til grund fyri sjónarmiðum, avgerðum og niðurstøðum hjá umboðsmanninum. Men hesum vísir hon staðiliga aftur og heldur, at tað er at fara eftir umboðsmanninum heldur enn bóltinum og juridiska veruleikanum.

Tvinni ráð til eftirfylgjaran
Sólja í Ólavsstovu hevur sum kunnugt boðað frá, at hon gevst í starvinum sum Løgtingsins umboðsmaður, tá skeiðið er runnið á nýggjárinum. Hvat hon fer at takast við eftir nýggjár, veit hon ikki í løtuni. Tað má tíðin vísa, sigur hon.

Tað er ein kliché, men vit spyrja, um hon hevur nøkur góð ráð til eftirfylgjaran, sum koma skal í starvið á nýggjárinum.

Men Sólja er varin og vil ikki leggja seg út í, hvussu ein nýggjur umboðsmaður skal leiða og røkja starvið. Tað er umráðandi, at nýggja umboðið finnur sína egnu kós, heldur hon.

Tó hevur hon tvinni ráð. Annað er at handfara øll mál og allar borgarar javnbjóðis og við allar størstu virðing.

- Virðingin fyri borgaranum er so ógvuliga grundleggjandi og púra avgerandi. Virðing er eksistensgrundarlagið og sjálvur legitimiteturin undir Løgtingsins umboðsmanni. Virðing skapar álit, og álit skapar trúvirðið. Hvørvur virðingin, hvørvur grundarlagið undir stovninum, sigur Sólja.

Hitt góða ráðið, ið fráfarandi umboðsmaðurin heldur, at tann nýggi umboðsmaðurin eigur at taka til sín er, hvussu umráðandi tað er ikki at lata seg trýsta. Tað er lætt at verða tikin av fótum og leypa glaðbeint á bláman. Men uppgávan er at hava bæði beinini á jørðini og tunguna mitt í munninum. Tað ræður um at ansa eftir, at øll mál eru væl og virðiliga viðgjørd og grundgivin fyri sakliga, so einki er at koma eftir, tá endaliga niðurstøðan frá umboðsmanninum fyriliggur. Men tað kann vera trupult, tá rákið í samfelagnum er eitt, og fjølmiðlarnir siga nakað annað. Tá ræður um at standa ímóti trýstinum, tí tað vísir seg ofta, sigur Sólja, at flestu mál eru nógv meira fløkt og hava nógv fleiri síður, enn tað sær út til við fyrsta eygnabrá.

Sólja í Ólavsstovu gavst í starvinum sum Løgtingsins umboðsmaður tann 31. desember.