2019

Grein 24 í Barnarættindasáttmálanum

“Luttakaralondini viðurkenna barnsins rætt til best møguliga heilsustøðu, at fáa sjúkuviðgerð og at fáa heilsubót. Luttakandi lond skulu miða ímóti at tryggja, at rætturin til at fáa slíka viðgerð og røkt ikki verður tikin frá nøkrum barni”. (Grein 24, stk. 1 í Barnarættindasáttmálanum)

Grein 24, stk. 1 í Barnarættindasáttmálanum hjá ST ásetur, at tey lond, sum hava sett Barnarættindasáttmálanum í gildi, skulu viðurkenna barnsins rætt til best møguliga heilsustøðu, rætt til at fáa sjúkuviðgerð og til at fáa heilsubót. Londini skulu miða ímóti at tryggja, at rætturin til at fáa slíka viðgerð og røkt ikki verður tikin frá nøkrum barni.

Rættindini til góða heilsu mugu skiljast út frá menningarstøði og medisinskum tilboðum, sum eru til taks í landinum, har barnið býr. Myndugleikarnir skulu leggja umstøðurnar til rættis soleiðis, at børn fáa best møguliga kropsliga og sálarliga viðgerð. Í einum landi sum Føroyum við einum vælútbygdum almennum heilsuverki kann tað hugsast, at ikki alt, sum er tøkniligt møguligt at gera, liggur innan fyri tað viðgerðartilboð, sum almenna heilsuverkið kann og skal bjóða. Skyldan hjá myndugleikanum er at gera tað, sum er møguligt og rímiligt út frá teimum resursum, sum eru til taks.

Góð heilsa er ein grundleggjandi ágóði og snýr seg ikki bara um sjúku, men eisini um kropsliga, sálarliga og sosiala vælveru. Barnarættindasáttmálin áleggur londunum at seta tørvin hjá børnum í fokus og hava fyrilit fyri, at børn hava tørv á serligari verju og umsorgan. Tað er tí týdningarmikið, at londini bæði taka ábyrgd fyri at tryggja heilsuna hjá børnum við viðgerðartilboðnum fyri sjúku og endurmenning, men eisini at seta í verk fyribyrgjandi og heilsufremjandi tiltøk.

Grein 24, stk. 2 áleggur londunum at virka fyri at seta hóskandi tiltøk í verk fyri at tryggja rættin hjá børnum til best møguliga heilsustøðu, eitt nú at minka um pinkubarna- og barnadeyða, at menna primeru heilsutænastuna, at tálma sjúku og føðslutroti, og at kunna og geva frálæru í vitan um barnaheilsu og -føðslu, fyrimunir við bróstageving, heilsufrøði og reinføri og at fyribyrgja óhappi.

Í framkomnum londum sum Føroyum eru heilsutænastur, so sum t.d. heilsusjúkrasystrar, barnatannrøktartænastur, koppsetingar og aðrar almennar tænastur, sum eru við til at tryggja, at børn grundleggjandi hava góða heilsu. Men her kunnu vera aðrir heilsutrupulleikar hjá børnum, so sum ovurviðkvæmi, yvirvekt, etingarólagi, inaktivitetur, happing, royking og rúsdrekka- og rúsevnismisnýtslu, har londini eiga at fara undir at seta fyribyrgjandi og heilsufremjandi tiltøk í verk fyri at tryggja børnunum best møguliga heilsustøðu.

Aðrar ásetingar, sum eru tætt knýttar at grein 24
Aðrar ásetingar eru í Barnarættindasáttmálanum, sum hava tætt tilknýti til grein 24, til dømis grein 23 um rættin hjá børnum, ið bera brek, til serliga umsorgan, og grein 19, sum ásetur, at londini skulu seta munagóð tiltøk í verk fyri at verja barnið móti øllum sløgum av kropsligum ella sálarligum ágangi, skaða ella misnýtslu, vanrøkt v.m. Eisini kunnu nevnast greinirnar 28 og 29 um rættin hjá børnum til útbúgving, tí útbúgving ger tann einstaka betri føran fyri at ansa eftir heilsu síni.

Ásetingar, sum snúgva seg um materiellu vælferðina hjá børnum, eru eisini tætt knýttar at grein 24, tí ein av størstu vandunum móti heilsuni hjá børnum er fátækradømi og vánalig livi- og búðstaðarviðurskifti. Tí eru grein 26 um rættin hjá øllum børnum til at njóta sosiala trygd, m.a. almannatrygd, og grein 27 um rættin hjá øllum børnum til tey lívskor, sum eru neyðug fyri barnsins kropsligu, sálarligu, andligu, siðalagsligu og sosialu menning serliga viðkomandi fyri, at barnsins rættur til heilsu skal gerast veruligur.

Grundreglan í grein 12 um rættin hjá børnum til frítt at greiða frá sínum egnu sjónarmiðum í øllum viðurskiftum, sum hava samband við barnið, hevur eisini týdning fyri tulking av grein 24. Tann, ið hevur foreldramyndugleikan yvir barninum hevur rætt og skyldu til at taka avgerðir vegna barnið í heilsuspurningum. Serliga tá tað snýr seg um smá børn, er samstarvið millum heilsutænastu og foreldrini avgerandi fyri, at barnið kann njóta gott av teimum ymisku heilsutænastunum. Men børn eru serfrøðingar í egnum lívi, og tá barnið verður eldri og er ført fyri at greiða frá egnum tørvi og sjónarmiðum, er tað ofta soleiðis, at tað er barnið sjálvt, sum best dugir at greiða frá, hvønn tørv tað hevur. Atlit skal tá takast at sjónarmiðinum hjá barninum, og dentur skal leggjast á sjónarmiðið í samsvari við aldurin á barninum, hvussu búgvið tað er, hvussu gjølliga umhugsað sjónarmiðið tykjast at vera, og hvat slag av trupulleika,l talan er um.

Kanning av viðurskiftum og umstøðum hjá børnum, sum verða innløgd á Psykiatriska depilin
Rætturin hjá barninum til best møguliga heilsustøðu er eisini knýttur at sálarligu heilsuni hjá barninum. Við hesum í huga hevur umboðsmaðurin gjørt eina kanning av viðurskiftunum og umstøðunum hjá børnum, sum verða innløgd á Psykiatriska depilin.

Innlegging saman við vaksnum
Í frágreiðingini í sambandi við kanningina fanst umboðsmaðurin at, at børn vóru innløgd saman við vaksnum sjúklingum á Psykiatriska deplinum. Børn, sum verða innløgd saman við vaksnum sjúklingum, kunnu koma í ella verða vitni til ógvusligar hendingar. Umboðsmaðurin vísti til grein 37, pkt. c, í Barnarættindasáttmálanum, sum ásetur, at tað barn, sum frælsið er tikið frá, og vaksin skulu haldast hvør sær, uttan so at tað ikki verður mett at vera til gagns fyri tørv barnsins, og at barnið sum meginregla skal hava rætt til at varðveita sambandið við sínar næstringar við brævaskifti og vitjan. Børn eiga ikki at verða send uttanlands til viðgerð, burtur frá familju, vinum og skúlagongd, har eisini málið og harvið samskiftið kann verða ein avbjóðing fyri barnið. Tað kunnu tó vera støður, har nøktandi viðgerð ikki kann veitast í Føroyum. 

Umboðsmaðurin vísti á, at umstøðurnar á Psykiatriska deplinum ikki vóru lagaðar eftir, at børn vóru innløgd har. Børnini høvdu felags wc og bað saman við vaksnum sjúklingum, og hædd var ikki tikin fyri, at foreldur vórðu innløgd saman við børnum sínum. Eingi serlig høli vóru til taks til ítriv fyri børn, vitjan og undirvísing, og børn høvdu ikki atgongd til hóskandi uttandura øki.

Umboðsmaðurin vísti eisini á, at sum meginregla eiga børn at hava foreldur hjá sær undir innlegging og vísti til grundregluna í grein 3, stk. 1 í Barnarættindasáttmálanum um, at barnsins tørvur skal setast fremst í øllum tiltøkum viðvíkjandi børnum.

Starvsfólkaførleikar
Sambært grein 3, stk. 3 í Barnarættindasáttmálanum skulu londini tryggja, at stovnar og tænastur, ið hava ábyrgd av at hava umsorgan fyri ella skulu verja børnini, eru í samsvari við tey aðalkrøv, sum skikkaðir myndugleikar hava ásett, serstakliga við atliti at trygd, heilsu, starvsfólkatali og starvsfólkaførleika og harumframt serkønari umsjón. Umboðsmaðurin vísti í frágreiðing síni á, at tað var týdningarmikið at starvsfólkini í Barna- og ungdómspsykiatriska toyminum, og onnur starvsfólk, sum vóru um børnini, høvdu førleikar at fáast við børn, og at føstu vaktirnar, sum vóru um børnini alla tíðina, høvdu námsfrøðiligan kunnleika umframt psykiatrifakligan førleika. Umboðsmaðurin mælti til, at Psykiatriski depilin sum skjótast fekk eitt tvørfakligt toymi við serkunnleika um etingarólag, tí talið av innleggingum av børnum við etingarólagi var vaksandi.

Rætturin hjá børnum til undirvísing
Umboðsmaðurin vísti á, at børn hava rætt til sjúkraundirvísing, tá sjúkrafráveran er longri enn 2 vikur og mælti til, at skipað undirvísing kom í lag skjótast gjørligt, aftaná at barnið var innlagt, soleiðis at barnið misti so lítið av undirvísing sum gjørligt.

Rætturin hjá børnum til kunning og at verða hoyrd
Umboðsmaðurin vísti eisini á, at barnsins rættur at koma við sínum sjónarmiðum, eigur at síggjast aftur í øllum mannagongdum á Psykiatriska deplinum, sum viðvíkja børnum. Rætturin at verða hoyrdur er treytaður av, at barnið fær greiða og nøktandi kunning um málið og um síni rættindi, so sum klagu- og ráðgevingarmøguleikar. Børn eiga at verða hoyrd í sambandi við trivnaðarreglur, val av egnum kontaktpersónum og um egna viðgerðarætlan. Børn eiga at verða kunnað um avgerðir, sum viðvíkja teimum og fáa grundgevingar, tá ynskir teirra ikki kunnu játtast. Eisini eiga børn at hava møguleika at koma við uppskotum til handfaring av torførum støðum, soleiðis at tey fáa eina betri fatan av egnari støðu og hava møguleika at ávirka egið lív. Hetta kann vera við til at skapa minni ørkymlan hjá børnunum og harvið fyribyrgja nýtslu av tvingsli.

Nýtsla av tvingsli
Umboðsmaðurin vísti á, at børn undir 15 ár hava ógvuliga avmarkaðar møguleikar at bera fram síni sjónarmið og upplivingar, um tvingsil verður nýttur ímóti teimum. Tær flestu innleggingar og viðgerðir av børnum undir 15 ár eru grundaðar á samtykki frá foreldrunum. Nýtsla av tvingsli við samtykki frá foreldrunum, men við mótstøðu frá barninum, verður ikki mett sum tvingsil, men sum inntriv av sjálvsvild. Hervið missa hesi børn rætt til samrøður, sjúklingaráðgeva og at klaga aftaná eitt slíkt inntriv. Umboðsmaðurin mælti tí til, at Psykiatriski depilin kunnar foreldur at børnum undir 15 ár, sum koma fyri tvingsli, um, at foreldrini kunnu lata verða við at samtykkja til tvingsilin, soleiðis at børnini fáa rætt til samrøður aftaná tvingsilin, sjúklingaráðgeva og møguleika at klaga um tvingsilin.

Tilboð um búpláss og stuðul
Umboðsmaðurin helt tað vera sera atfinningarsamt, at tað kom fyri, at børn vóru óneyðuga leingi innløgd á Psykiatriska deplinum, tí búpláss manglaðu ella stuðul ikki var til taks til børnini, tá viðgerðin á Psykiatriska deplinum var liðug. Umboðsmaðurin bað avvarðandi myndugleikar síggja til, at búpláss og neyðugur stuðul vóru til taks til tey børn, sum høvdu tørv á tí, tá tey eru liðugt viðgjørd á Psykiatriska deplinum.

Samanumtikið
Kanningin hjá umboðsmanninum av umstøðunum hjá børnum, sum verða innløgd á Psykiatriska depilin, vísti, at umstøðurnar kunnu betrast munandi. Tað er týdningarmikið fyri at tryggja rættindini hjá hesum børnum til best møguliga heilsustøðu og at fáa sjúkuviðgerð og heilsubót, at umstøðurnar og fakligi førleikin á Psykiatriska deplinum eru lagaður eftir børnum, og at rættindini hjá børnum eftir m.a. Barnarættindasáttmálanum verða vird.