2016

Grein: Hvat ger Løgtingsins umboðsmaður

“Umboðsmaðurin skal vera ein trygd fyri vanliga borgaran móti avgerðum, hesin metir órættvísar, tilvildarligar, kanska beinleiðis skeivar, mistøk, vansketni ella vanrøkt av skyldum.” (Brot úr viðmerkingunum til umboðsmanslógina)

Tað verður mangan sagt, at okkara nútíðar samfelag er vorðið eitt formyndara- og eftirlitssamfelag. Samfelagið er vorðið meira lógarbundið, og eftirlit eru skipað til at hava eyga við umsitingini fyri at tryggja, at borgarin fær tann rætt, sum hann hevur sambært lóggávuni.

Hóast vit frammanundan hava onnur eftirlit og stovnar, so sum kærustovnar, eftirlitsstovnar, dómstólar, landsgrannskoðanin og landsstýrismálanevndin, sum meta um rættleikan í virkseminum hjá almennum myndugleikum, hevur Løgtingið mett tað vera neyðugt at seta á stovn Løgtingsins umboðsmann. Hesin skal vegna Løgtingið skal hava eftirlit við almennu umsitingini. Fyri at vísa á, hvør serstaka eftirlitsuppgávan hjá umboðsmanninum er, skal í stuttum vísast á eyðkennini fyri tað eftirlit, sum aðrar skipanir hava, og hvussu hetta er ymiskt frá tí eftirliti, ið umboðsmaðurin hevur.

Kærumyndugleikar
Okkara fyrisitingarskipan byggir á meginregluna um, at ein fyrisitingarlig avgerð skal kunna roynast tvær ferðir, áðrenn sigast kann, at talan er um eina endaliga fyrisitingarliga avgerð. Alt eftir hvat øki, talan er um, verður slík viðgerð framd við at kærast kann til hægri fyrisitingarligan myndugleika, ella við at sett verður uttanhýsis kærunevnd, sum fær heimild at kanna og taka endaliga fyrisitingarliga avgerð í kærum um mál, har ein myndugleiki hevur tikið eina avgerð. Virksemið hjá kærumyndugleikanum er í slíkum førum treytað av eini ítøkiligari kæru frá borgara ella felag, og kæruviðgerðin snýr seg um rættleikan og viðgerðina í tí ítøkiliga málinum. Alt eftir hvussu mett verður um avgerðina ella viðgerðina í málinum, hevur kærumyndugleikin vanliga heimild at staðfesta, ógilda, broyta avgerðina ella at heimvísa málið til nýggja viðgerð hjá avvarðandi myndugleika.  Virksemið hjá kærunevndunum liggur innan fyri tann almenna fyrisitingarliga bygnaðin.

Dómstólar
Rættarviðgerð við dómstólarnar verður bert virkin eftir áheitan frá borgara, felag ella myndugleika, sum ynskir avgerð um sína tvístøðu við annan. Í rættarskipanini verða bæði tvístøður millum borgarar, feløg og myndugleikar royndar. Rættarskipanin liggur uttan fyri almenna fyrisitingarliga valdið og hevur ikki av egnum ávum  eftirlit við umsitingini, men tekur, tá tað verður kravt, støðu til so gott sum allar rættarósemjur í einum samfelag so sum borgarlig mál, fútamál, revsimál og skiftimál.

Landsgrannskoðanin
Landsgrannskoðanin er óheftur stovnur undir Løgtinginum. Landsgrannskoðanin ansar eftir, at landsroknskapurin er rættur, at roknskapar­ og eftirlitsskipanir eru tryggar, at peningurin er brúktur samsvarandi galdandi játtanum, lógum og fyriskipanum, og at umsitingin er sparin og virkin. Landsgrannskoðanin stuðlar løgtingsgrannskoðarunum í arbeiði teirra. Við atliti at spurningi um peningurin er brúktur samsvarandi galdandi lóg og játtan, viðger grannskoðanin eisini, hvussu tey einstøku fyrisitingarøkini verða umsitin, eins og grannskoðanin kannar, hvørjar tulkingar eru nýttar í arbeiðinum at umsita eitt fyrisitingarøki. Grannskoðanin hevur tó ikki heimild at krevja avgerð í einkultum málum broyttar, men nýtir sína niðurstøðu um ávísa økið sum grundarlag fyri síni støðutakan, um økið kann metast sum fíggjarliga skynsamt umsitið, og um landsroknskapurin er rættur.

Landsstýrismálanevndin
Stýrisskipanarlógin og lóg um ábyrgd landsstýrisins áseta, at løgmaður og landsstýrismenn hava rættarliga ábyrgd av fyrisitingini av teimum málsøkjum, ið teir fyrisita. Samsvarandi § 38 í stýrisskipanarlógini hevur Løgtingið sett  eina trímanna nevnd, landsstýrismálanevndin, at hava eftirlit við, at starv landsstýrisins verður útint á lógligan hátt. Tá nevndin hevur illgruna um óregluliga umsiting (embætisførslu), kann nevndin krevja, at løgtingsformaðurin setur kanningarstjóra at gera eina frágreiðing til Løgtingið, um fyrisiting av ávísum máli ella øki er útint á lógligan hátt. Ákæra um brot á lóg um ábyrgd landsstýrisins kann síðani verða reist av løgmanni eins væl og Løgtinginum, og Løgtingið ger av, hvør skal virka sum ákæri vegna hitt almenna í tílíkum málum. Málini verða løgd fyri nevningating at døma í slíkum málum.

Løgtingsins umboðsmaður
Umboðsmaðurin virkar óheftur av øðrum myndugleikum og áhugamálum. Umboðsmaðurin hevur eftirlit við allari fyrisiting heimastýrisins, t.v.s. bæði lands,- og kommunalu- og interkommunalu myndugleikunum og ikki bert ávísum fyrisitingarøki, soleiðis sum ein vanligur kærumyndugleiki hevur. Umboðsmaðurin kann ikki viðgera klagur um dómstólar, Løgtingið, feløg og privatar persónar, tí hesi eru ikki almennir fyrisitingarligir myndugleikar, men eitt nú kemur virksemið hjá fyrisitingarligum kærumyndugleikunum eisini undir eftirlitið hjá umboðsmanninum, og ein av fyritreytunum  fyri klaguviðgerðini hjá umboðsmanninum er, at kærumyndugleikin á økinum skal hava tikið støðu, áðrenn umboðsmaðurin viðger eina klagu. Umboðsmaðurin ger eisini, í mótsetning til ein vanligan kærumyndugleika og dómstólarnar, sjálvur av, hvørji mál hann tekur til viðgerðar.

Meðan kærumyndugleikar og dómstólar kunnu broyta avgerðir, so kann umboðsmaðurin ikki broyta eina avgerð, men hann kann siga sína hugsan um mál og koma við einum tilmæli til viðkomandi myndugleika.

Sambært viðmerkingunum til umboðsmanslógini skal umboðsmaðurin: “Vera ein trygd fyri vanliga borgaran móti avgerðum, hesin metir órættvísar, tilvildarligar, kanska beinleiðis skeivar, mistøk, vansketni ella vanrøkt av skyldum”.  Í viðmerkingunum verður eisini sagt: ”Vegurin til borð umboðsmansins skal vera stuttur og lættur hjá tí einstaka borgaranum, harumframt verður dentur lagdur á, at umboðsmaðurin av sínum eintingum hevur eftirlitsskyldu við lógum, reglugerðum v.m. Hann skal verða varur við, um hesi hava brek, ið kunna verða borgaranum til mismunar, og sjálvur kann hann taka mál til viðgerðar, metir hann tað vera neyðugt “

Eftirlitið hjá umboðsmanninum er sostatt at hava eitt  virkið eftirlit við fyrisitingini, og hann kann leggja uppí og gera vart við gjørt mistak.

Heimildin hjá umboðsmanninum at taka mál upp av egnum ávum og fremja neyðugar kanningar í hesum sambandi verður brúkt, tá umboðsmaðurin metir, at eitt mál er prinsipielt, ella tí at grundleggjandi mistøk eru framd. Orsøkin til, at eitt mál verður tikið upp av egnum ávum, kann vera almenn umrøða, men kann eisini vera, at tað í samband við eitt nú ítøkilig klagumál eru komnar ábendingar fram um skipanarlig mistøk ella feilir í mannagongdum, sum hava ávirkan á umsitingina av einum øki.

Eftir at hava viðgjørt ítøkilig mál ella hava verið á eftirlitsvitjan ger umboðsmaðurin vart við síni sjónarmið umvegis niðurstøður og frágreiðingar. Umboðsmaðurin broytir ella staðfestir sostatt ikki avgerðir hjá myndugleikum, men ger sína meting av málinum sum heild ella partar av tí. Fyrisitingin hevur ikki skyldu til at fylgja tilmælum frá umboðsmanninum, men myndugleikarnir taka so gott sum altíð átalurnar til eftirtektar og fylgja hansara tilmæli.

Umboðsmansstovnurin er ein skipan, sum byggir á løgfrøðiliga grundgeving og álit. Umsitingin og avvarðandi landsstýrismaðurin gera sjálvi av, um tey vilja rætta seg eftir átalu ella tilmæli frá umboðsmanninum. Um støðan verður tann, at ein landsstýrismaður ikki tekur undir við tilmælinum frá umboðsmanninum, hevur Løgtingið møguleika til at leggja málið fyri landsstýrismálanevndina, sum kann kanna hetta. Um nevndin metir, at málið er soleiðis háttað, at talan kann vera um, at landsstýrismaðurin hevur fyrisitið sítt øki á ólógligan hátt, kann nevndin biðja um, at kanningarstjóri verður settur at gera frágreiðing, sum kann verða grundarlag fyri, hvørt møgulig ákæra skal reisast. Kanningarnar og tilmælini frá umboðsmanninum eru sostatt  ein liður í eftirlitinum hjá Løgtinginum, sum kann vera viðvirkandi til, at annað eftirlit hjá Løgtinginum fær kunnleika um embætisførsluna á einum fyrisitingarøki og fær sett neyðug tiltøk í verk.

Umboðsmaðurin kann mæla til fría rættarførslu, um staðfest verður, at umsiting, hóast tilmæli frá umboðsmanninum, ikki vil taka mál til nýggja viðgerð, og mæla borgara til at fara í rættin við málinum. Her virka kanningarnar og tilmælini frá umboðsmanninum sum vegleiðing fyri borgara, sum metir seg vera skeivt viðfarnan av einum myndugleika.

Samanumtikið
Fyrisitingarlógin og lógin um alment innlit hava slóðað fyri menning av fyrisitingarrættinum í Føroyum. Umboðsmansskipanin leggur upp til, at umboðsmaðurin við løgfrøðiligari grundgeving skal meta um og koma við tilmælum ella áheitanum til myndugleika at viðgera mál umaftur ella at umhugsa broyttar mannagongdir. Umboðsmaðurin verður tí ikki bara mettur at vera eitt eftirlit í mun til fyrisitingina, men eisini sum vegleiðari  innan fyrisitingarrættin, har fyrisitingin, grundað á tilmæli frá umboðsmanninum, kann leggja fyrisitingina til rættis á skilagóðan og lógligan hátt.

Samanumtikið kann sigast, at umboðsmaðurin hevur trý týðandi virkisøki:
- at hjálpa borgarum, sum í ítøkiligum máli eru komnir illa fyri í almennu skipanini,
- at virka fyri at rætta upp á skeiva umsiting av einum lógarøki, og
- at virka fyri, at myndugleikar umframt tað løgfrøðiliga eisini fremja góðan fyrisitingarsið og viðgera borgarar virðiliga.

Umboðsmansskipanin í Føroyum varð sett í gildi 1. januar 2001.  Mongu málini, sum umboðsmaðurin hevur viðgjørt hesi 15 árini, stovnurin hevur virkað, vísa, at tørvur hevur verið á umboðsmanninum. Tilmælini frá umboðsmanninum verða so gott sum altíð fylgd og hava verið við til at betra og víðka um kunnleikan til fyrisitingareglur, og hvønn atburð almennir myndugleikar eiga at hava mótvegis borgara, tá teir viðgera hansara viðurskifti.

Í stuttum kann tí sigast, at uppgávan hjá umboðsmanninum er áhaldandi at virka fyri at gera almennu umsitingina betri.