2014

Kunning: Umboðsmaðurin fær fleiri heimildir á barnaøkinum

Tann 18. desember 2013 samtykti eitt samt løgting eina lógarbroyting, sum skal víðka heimildirnar hjá umboðsmanninum til at fevna um eitt serligt eftirlit við privatum stovnum o.ø., sum hava til uppgávu at taka sær av børnum og ungum.

Lógarbroytingin hevur somuleiðis við sær, at Løgtingsins umboðsmaður skal tryggja og hava eftirlit við, at ST-Barnasáttmálin verður implementeraður. Eisini skal umboðsmaðurin tryggja og hava eftirlit við rættindum hjá børnum, sum eru ásett í føroyskari lóggávu fyri at lúka skyldurnar hjá Føroyum sambært sáttmálanum.

Avleiðingarnar av lógarbroytingini
Lógarbroytingin viðførir ikki, at nøkur broyting verður gjørd í arbeiðsháttinum hjá Løgtingsins umboðsmanni, og umboðsmaðurin fer framhaldandi at arbeiða við trimum sløgum av málum:

- At viðgera ítøkiligar klagur frá børnum ella vaksnum vegna børn
- At taka mál upp av egnum ávum
- At fremja eftirlitsvitjanir á stovnum v.m.

Tað verður somuleiðis ein av uppgávunum hjá umboðsmanninum at gera Løgting, landsstýri og bý- og bygdarráð varug við, um lóggávan ikki er í samsvari við Barnasáttmálan.

Uppgávurnar á økinum koma at verða røktar innan karmarnar á verandi lóg, t.v.s. at umboðsmaðurin fer at viðgera mál á barna- og ungdómsøkinum á sama grundarlagi sum í dag, og uppgávan verður eins og í øðrum málum at greiða myndugleikunum frá, um hesir eftir umboðsmansins fatan hava gjørt eitt mistak.

Kann taka mál upp og fara á eftirlitsvitjanir
Ítøkiliga fer eftirlitið at verða framt á tann hátt, at umboðsmaðurin viðger klagur um viðurskifti hjá børnum, tekur mál upp av egnum ávum, fer á eftirlitsvitjanir á m.a. stovnum., har børn eru, og við at gera løgtingi og landsstýri varug við, um lógir og fyrisitingarligar ásetingar ikki eru sambæriligar við barnarættindasáttmálan. Sambært galdandi lóg fevnir virksemi umboðsmansins í dag um almennu fyrisitingina og stovnar hennara. Umboðsmaðurin hevur tískil longu í dag heimild at viðgera klagur á barna- og ungdómsøkinum, eins og umboðsmaðurin kann fremja eftirlitsvitjanir á almennum stovnum, har børn eru.

Týdningarmesta broytingin í lógini er at geva umboðsmanninum heimild at fremja eftirlitsvitjanir á privatum stovnum og í fosturheimum. At neyðugt er við hesi heimild kemst av, at eisini einstakir stovnar / privat heim hava ábyrgd av børnum. Hetta er t.d. galdandi fyri frískúlar, bú- og umlættingarstovnar, sum eru privatir, og fosturfamiljur sambært barnaverndarlógini. Grundað á stóra talið av fosturfamiljum væntast umboðsmaðurin einans at brúka hesa heimild, um ein fosturfamilja hevur fleiri fosturbørn og tískil kann sigast at hava stovnslig eyðkenni.

Heldur fram sum óheftur eftirlitsstovnur
Eitt grundleggjandi eyðkenni við umboðsmansstovninum er, at hann virkar óheftur av øðrum myndugleikum og áhugamálum, og umboðsmaðurin ger sjálvur av, hvørji mál hann tekur til viðgerðar. Uppgávurnar á økinum verða í stóran mun røktar innan karmarnar í galdandi lóg. Umboðsmaðurin fer framhaldandi at gera vart við síni sjónarmið umvegis niðurstøður og frágreiðingar eftir at hava viðgjørt ítøkiligar klagur ella hava verið á eini eftirlitsvitjan. Tað verður ikki uppgávan hjá Løgtingsins umboðsmanni at meta um og vísa á meira almenn viðurskifti í samfelagnum um liviumstøður hjá børnum og tey tilboð, sum samfelagið hevur at bjóða børnum og ungum. Tað verður heldur ikki uppgávan hjá umboðsmanninum at gera viðmerkingar til lógaruppskot.

Skal virka yrkisliga og fakliga
Viðgerðin hjá umboðsmanninum fer somuleiðis at vera framd á sama grundarlagi sum higartil. ST hevur tó gjørt vart við, at avgerandi er, at ein slíkur eftirlitsstovnur er óheftur og virkar yrkisliga, soleiðis at arbeiðið byggir á fakliga ástøðiliga vitan. Umboðsmaðurin hevur ikki serligan fakkunnleika viðvíkjandi børnum og viðurskiftum teirra, og tískil verður eftir tørvi neyðugt eisini at hava fólk við barnasakkønari vitan við á eftirlitsvitjanir at meta um tilboðini, sum børnini fáa, og til at samskifta við børn, sum venda sær til umboðsmannin. Somuleiðis verður neyðugt at gera nakað burtur úr at kunna almenning og serliga børn og ung um møguleikarnar at klaga til umboðsmannin, og hvat umboðsmaðurin kann gera fyri at hjálpa klagarunum. Harumframt verður neyðugt at førleikamenna starvsfólk, tí hetta er eitt heilt nýtt fakøki, sum stovnurin skal viðgera.

Tekur eisini mál upp av sínum eintingum
Sambært § 6, stk. 5 í galdandi lóg kann umboðsmaðurin sjálvur taka eitt mál til viðgerðar og fremja neyðugar kanningar í hesum sambandi. Hendan møguleikan hevur umboðsmaðurin brúkt, um eitt mál hevur verið mett at vera prinsipielt, ella tí at grundleggjandi mistøk eru framd. Orsøkin til, at eitt mál verður tikið upp av egnum ávum, kann vera almenn umrøða, men tað er eisini komið fyri, at umboðsmaðurin hevur gjørt av at taka eitt mál til viðgerðar, hóast vanliga klagufreistin, sum er eitt ár, var farin, tá klagan varð latin umboðsmanninum.

Sum dømi um mál, sum umboðsmaðurin hevur tikið upp av egnum ávum, kunnu nevnast álit viðvíkjandi avgerð hjá Mentamálaráðnum at krevja skjøl aftur, sum innlit varð givið í sambært innlitslógini (200600098), álit viðvíkjandi klagu um setan av brunaumsjónarmanni í Tvøroyrar sløkkiliði (200700009), frágreiðing um avgerðir at løggilda grannskoðarar (200900041) og álit um kunningarskrivið um fjølmiðlapolitikkin hjá Almannaverkinum (201300040).

Umboðsmaðurin hevur sum lið í sínum virksemi í tveimum førum kannað viðgerðina hjá Almannaverkinum av útvaldum málsøkjum. Í 2005 kannaði umboðsmaðurin viðgerðina av 70 málum, har søkt varð um fyritíðarpensjón, sjúkradagpening og hjálpartól (200500059). Í 2008 varð henda kanning fylgd upp við eini nýggjari kanning um viðgerðina av 10 málum um fyritíðarpensjón og 15 endurbúgvingarmálum (200700061). Við tílíkum kanningum er í størri mun møguligt at finna fram til skipanarligar feilir í viðgerðini hjá myndugleikanum, enn tá umboðsmaðurin kannar eitt einstakt mál, sum klagað er um. Slíkar kanningar geva eisini umboðsmanninum eitt betri grundarlag at mæla til og ráðgeva um møgulig tiltøk, sum kunnu betra mannagongdirnar og málsviðgerðina hjá myndugleikanum, skuldi tað verið neyðugt. Í løtuni kannar umboðsmaðurin, hvussu aðalráð handfara mál um alment innlit. Við uppskotinum verður hesin kanningarháttur lógarfestur.

Vitja fleiri stovnar
Eftirlitsvitjanir eru eisini ein partur av virksemi umboðsmansins. Kjarnuøkið fyri tílíkum vitjanum hava higartil verið stovnar, sum hýsa bólkum í samfelagnum, sum hava ringt við at koma til orðanna. Umboðsmaðurin hevur skrivað frágreiðingar frá eftirlitsvitjanum á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum (200200039), í sambýlunum Bóndaheygi 14 í Tórshavn (200700007), á Mýruni 4 og 6 í Hoyvík (201200026) og sambýlunum á Traðarvegi og undir Fobbakletti í Sandavági (201200013). Við lógarbroytingini verður hesin kanningarháttur nú lógarfestur.

Barnaøkið økir um virksemið
Ein av fortreytunum fyri óheftni umboðsmansins er, at játtanin á fíggjarlógini er so mikið rúmsátt, at hendan ikki avmarkar virksemið hjá umboðsmanninum á ein slíkan hátt, at mál ikki verða tikin til viðgerðar.

Umboðsmaðurin skal hava eftirlitið á barna- og ungdómsøkinum, tað merkir, at umboðsmaðurin í mun til í dag fær eina lógarásetta, bundna uppgávu. Umboðsmaðurin hevur tískil skyldu at raðfesta júst hetta økið, umframt at øll onnur mál og uppgávur sum higartil skulu røkjast. Hetta hevur við sær, at umboðsmansstovnurin hevur tørv á at seta ein løgfrøðiligan ráðgeva aftrat teimum tveimum, sum í dag starvast hjá Løgtingsins umboðsmanni.

Umboðsmaðurin hevur ikki serligan fakkunnleika viðvíkjandi børnum og viðurskiftum teirra, og tískil verður eftir tørvi neyðugt eisini at hava fólk við barnasakkønari vitan við á eftirlitsvitjanir at meta um tilboðini, sum børnini fáa, og til at samskifta við børn, sum venda sær til umboðsmannin.

Nýggja heimasíðu og kunningartilfar
Fyri at børn og ung kunnu gerast varug við, at møguleiki verður at klaga til umboðsmannin, verður neyðugt at gera nýggja heimasíðu, sum, umframt at lýsa virksemið hjá umboðsmanninum, eisini verður barnavinarlig, eins og tað verður neyðugt at gera kunningartilfar, sum er serliga ætlað børnum og ungum.