"Av tí at lógarverkið í Føroyum ikki er dagført, er rættarstøðan hjá dømdum menningartarnaðum í Føroyum sera vánalig. Eg fari staðiliga at heita á landsstýrismannin í innlendismálum, sum umsitur málsøkið revsi- og rættargangslóg, um at skipa so fyri, at lóggávan á hesum økinum verður dagførd, soleiðis at rættarstøðan hjá teimum dømdu á Bóndaheygi 14 verður tryggjað.” (brot úr siðu 10 í frágreiðing umboðmansins frá 2007)
Arbeiðsøki umboðmannsins
Umboðsmaðurin hevur, sambært lógini um Løgtingsins umboðsmann, eftirlit við allari fyrisitingini undir heimastýrinum, tvs. bæði lands-, kommunalu og interkommunalu myndugleikunum, eins og umboðsmaðurin hevur eftirlit við, at myndugleikar ikki gera mistøk ella vanrøkja skyldur sínar, og at almenna umsitingin ikki fremur órætt móti einstaka borgaranum.
Umboðsmaðurin kann sjálvur taka eitt mál til viðgerðar og fremja neyðugar kanningar í hesum sambandi. Myndugleikar hava skyldu til at geva umboðsmanninum tær upplýsingar og at leggja fram øll tey skjøl, sum hesin embætis vegna krevur at fáa fyrilagt. Harumframt hevur umboðsmaðurin rætt til at vitja øll støð, ið verða kannað, og hann hevur fría atgongd til at gera kanningar í øllum neyðugum hølum.
Nógv tey flestu málini, sum umboðsmaðurin hevur til viðgerðar, snúgva seg um klagur frá borgarum. Viðgerðin av innkomnum klagum kemur í fyrstu røð. At umboðsmaðurin raðfestir viðgerð av innkomnum klagum fremst, skal síggjast í samanhangi við, at teir borgarar, sum hava vent sær til umboðsmannin við eini ítøkiligari klagu, ofta hava ta fatan, at tey eru illa viðfarin av einum myndugleika í sambandi við, at myndugleikin hevur tikið eina avgerð, ella at avgerðin ikki er røtt, ella at myndugleikin als ikki tekur eina avgerð.
Sjúrður Rasmussen, ráðgevi á Løgmansskrivstovuni, vísti í fyrilestri sínum á ráðstevnuni, ið varð hildin á 10 ára degnum hjá umboðmansstovninum, millum annað á, at: “Tað at klagað verður til løgtingsumboðsmannin er uppá ein ella annan hátt eitt útrykk fyri, at klagarin enn hevur eitt sindur av resursum. Tann púra hjálparleysi hevur ikki slíka orku og klagar tí ikki.”
Mál av egnum ávum
Hóast meginparturin av arbeiðsorkuni hjá umboðsmanninum hevur verið nýttur at viðgera innkomnar klagur, hevur umboðsmaðurin tikið mál upp av egnum ávum og hevur eisini verið á eftirlitsvitjanum á stovnum. Hesi eftirlitsmál er ikki so nógv í tali, men hava fylt nakað meira í vavi og hava eisini verið rættiliga orkukrevjandi fyri stovnin.
Felags fyri tey flestu eftirlitsmálini, sum umboðsmaðurin hevur tikið upp av egnum ávum, er, at umboðsmaðurin hevur mett, at talan hevur verið um ein bólk av fólki í samfelagnum, sum hevur torført við at koma til orðanna. Í summum førum hevur eisini verið talan um, at ein klaga er komin til stovnin, sum á tann hátt hevur gjørt umboðsmaðurin varhugan við málini, og tá hevur umboðsmaðurin mett tað at vera neyðugt at seta ein størri kanning í verk.
Kanningar av ymiskum málum
Í 2005 fór umboðsmaðurin undir at kanna 70 ymisk mál hjá Almannastovuni (j. nr. 200500059). Tey mál, sum umboðsmaðurin gjøgnumgekk frá Almannastovuni vóru 20 mál um fyritíðarpensjónir, 20 mál um sjúkradagpening, 10 mál viðvíkjandi koyristólum, 10 mál viðvíkjandi gongustativum, 5 mál viðvíkjandi avlamisbilum og 5 mál viðvíkjandi íbúðarbroytingum. Biðið varð um tey seinast avgreiddu málini í hvørjum bólki.
Í 2007 kannaði umboðsmaðurin 10 fyritíðarpensjónsmál og 15 endurbúgvingarmál (j. nr. 200700061).
Orsøkin til, at umboðsmaðurin kannaði hesi mál hjá Almannastovuni, var fyrst og fremst tann stóri viðskiftaskarin, sum Almannastovan hevði, og harvið eisini tann stóra týdningin, sum stovnurin hevur fyri samfelagið.
Ætlanin við kanningunum var ikki at leita eftir einstøkum smærri feilum, men afturímóti eftir ”systemfeilum” í málsviðgerðini og møguligum óhepnum mannagongdum.
Tilmælini frá umboðsmanninum førdi við sær, at eitt nú mannagongdir og oyðubløð hjá Almannastovuni vóru endurskoðað, eins og grundleggjandi fyrisitingarligar reglur, millum annað notatskyldu, hoyring og viðgerðartíðin av málum, vóru innskerpað yvir fyri starvsfólkum.
Eftirlitsvitjanir
Umboðsmaðurin var í oktober 2002 á eftirlitsvitjan á psykiatriska deplinum (j. nr. 200200039). Á hesi eftirlitsvitjanini gjørdi umboðsmaðurin vart við, at hann ikki helt tað vera nøktandi, at upp til fýra sálarsjúklingar vóru stúvaðir saman á somu stovu, eins og tað var sera óheppið, at liðugt viðgjørdir sjúklingar, sum vóru har meira ella minni ímóti sínum vilja, ikki høvdu umstøður at vera fyri seg sjálvan.
Støðan á psykiatriska deplinum var ikki ókend hjá heilsu- og almannamyndugleikunum, og tí var talan ikki um nakrar nýggjar upplýsingar, men tað er ikki óhugsandi, at júst tað, at umboðsmaðurin gjørdi vart við hesi viðurskifti, gjørdi, at myndugleikarnir skjótari fóru undir eina tilgongd at betra um umstøðurnar hjá teimum sálarsjúku. Longu árið eftir vórðu hús keypt við tí endamáli at hýsa fólki, ið eru sálarsjúk, og sum ikki høvdu tørv á at vera innløgd á psykiatriska depilin. Eisini førdi hetta við sær, at verulig gongd kom á ætlanirnar um at betra um støðuna hjá teimum 40-50 fólkunum, sum ikki høvdu tørv á at vera innløgd á psykiatriska deplin.
Umboðsmaðurin var í februar 2007 á eftirlitsvitjan í sambýlinum á Bóndaheygi (j. nr. 200700007). Umboðsmaðurin viðgjørdi í frágreiðingini leiklutin hjá føroysku myndugleikum, sum varða av hesum øki. Umboðsmaðurin hevur ikki heimild at viðgera leiklutin hjá dómsvaldinum og Føroya landfúta, sum eru danskir myndugleikar í Føroyum. Serforsorgin varð 1. januar 1988 yvirtikin sum føroyskt málsøki.
Sambært frágreiðingini hjá umboðsmanninum var orsøkin til eftirlitsvitjanina á sambýlinum á Bóndaheygi í Havn, at hetta sambýlið, umframt at hýsa einum veikum bólki í samfelagnum, eisini hevði ein serligan áhuga, av tí at persónar, ið hava revsidóm, búgva í sambýlinum.
Í frágreiðingini hjá umboðsmanninum sæst, at undir eftirlitsvitjanini búðu tveir persónar á sambýlinum sum høvdu ávikavist dóm til uppihald á stovni, og dóm til umsjón Almannastovunnar. Tá umboðsmaðurin var á vitjan, vóru umleið 17 ár síðani, dómur varð feldur í tí eina málinum og bert einaferð í hesum tíðarskeiði, umleið 3 ár eftir, at dómur varð feldur, varð dómurin tikin uppaftur. Umboðsmaðurin fekk upplýst, at hin dómurin ongantíð varð tikin upp til endurskoðan, og tá ið umboðsmaðurin var á vitjan, vóru umleið 12 ár síðani, at dómur varð feldur. Av tí at umboðsmaðurin ikki hevði heimild til at viðgera leiklutin hjá dómsvaldinum og Føroya landfúta, sendi umboðmaðurin hesar upplýsingar til Folketingets Ombudsmand, sum tók sær víðari av málunum. Folketingets Ombudsmand tók málið upp til fyribils viðgerð. Hetta hevði við sær, at gongd kom á málini hjá teimum dømdu, eins og Føroya Rættur eftirfylgjandi hevur tikið dómarnar hjá teimum dømdu upp til endurskoðan.
Á eftirlitsvitjan á Bóndaheygi gjørdi umboðsmaðurin eisini vart við, at tað er óheppið, at búfólk við dómi og búfólk uttan dóm búgva á sama stovni. Hetta hevur t.d. við sær, at tey búfólk, ið ikki hava dóm, eru undir somu ávaringarskipan, sum tey búfólkini, ið hava dóm, og kunnu tí ikki ferðast frítt inn og út úr íbúð síni. Eisini hevur hetta við sær, at tey búfólk, ið ikki hava dóm, kenna seg settan í bás saman við teimum búfólkum, ið hava dóm. Av tí at tað sýntis sum, at búfólkini trívast saman, fór umboðsmaðurin ikki at gera meira við hetta, men umboðsmaðurin bað Nærverkið umhugsa samansetingina av búfólki hesum viðvíkjandi, tá ið tey taka nýggj búfólk inn á stovnin.
Eftirlitsvitjanin á Bóndaheygi hevði millum annað við sær, at landsstýrismaðurin í innlendismálum, sum umsitur málsøkið revsi- og rættargangslóg, skipaði so fyri, at lóggávan á hesum økinum varð dagførd, soleiðis at rættarstøðan hjá teimum dømdu á Bóndaheygi 14 varð betur tryggjað. Eisini var ein beinleiðis avleiðing av eftirlitsvitjanini hjá umboðsmanninum, at danskir myndugleikar í Føroyum fóru at viðgera mál, sum nærum vóru “gloymd”. Ein av orsøkunum til, at hesi mál vóru “gloymd”, er helst tann, at talan var um mál, sum bæði danskir myndugleikar og føroyskir myndugleikar varða av, og sum tað sæst í frágreiðingini, metti ongin av føroysku myndugleikunum seg hava ábyrgd av møguligum fráboðanum og uppfylging av málum hjá teimum dømdu.
Í 2012 var umboðsmaðurin á eftirlitsvitjan í sambýlunum á Traðarvegi og undir Fobbakletti í Sandavági og í sambýlunum á Mýrunum 4 og 6 í Hoyvík. Í frágreiðingunum hjá umboðsmanninum verður millum annað staðfest, at Nærverkið (nú Almannaverkið) og Almannamálaráðið ikki hava útint lógarásettu eftirlitsskyldur sínar.
Henda lógarásetta eftirlitsskylda fevnir millum annað um, at hoyringsreglur verða hildnar, tá búfólk søkja um at flyta inn á sambýli og eftirlit við sambýlunum sum heild, tað vil siga eftirlit við námsfrøðiliga støðinum í sambýlunum, eitt heilsufakligt eftirlit, eftirlit við fíggjarviðurskiftunum, eitt nú hvussu húsaleigan skal ásetast, eftirlit við fysisku umstøðunum í sambýlunum, við valdsnýtslu og umsitingini í sambýlunum annars.
Samanumtikið
Tá umboðsmaðurin tekur mál upp av egnum ávum og ger kanningar av bústovnum, verða kanningarnar altíð gjørdar í samráð við teir myndugleikar, sum varða av økinum. Umboðsmaðurin hevur enn ikki verið á ófráboðaðum eftirliti, tí mett verður, at tað er neyðugt við einum góðum samskifti við myndugleikarnar, sum varða av økinum. Tað er fatanin hjá umboðsmanninum, at myndugleikarnir hava tikið væl ímóti vitjanum hjá umboðsmanninum, eins og umboðsmaðurin altíð hevur fingið neyðug skjøl og upplýsingar frá myndugleikunum í sambandi við kanningararbeiðið.
Við eftirliti, sum er í samstarvi við myndugleikan, kann umboðsmaðurin royna at tryggja, at myndugleikar ikki gera mistøk ella vanrøkja skyldur sínar, og at almenna umsitingin ikki fremur órætt móti einstaka borgaranum.