Frágreiðingin hjá løgtingsins umboðsmanni fyri 2009 er í dag handað formansskapinum hjá Løgtinginum.
Løgtingsins umboðsmaður avgreiddi 80 mál í 2009
Frágreiðingin hjá løgtingsins umboðsmanni fyri 2009 er í dag handað formansskapinum hjá Løgtinginum.
Í frágreiðingini sæst, at umboðsmaðurin avgreiddi 64 av 76 innkomnum klagum í 2009 og haraftrat 16 klagur, ið vóru innkomnar í 2008.
Av teimum 80 klagunum vórðu 22 endaliga viðgjørdar, og 58 vórðu avvístar.
Viðgjørdu klagurnar snúðu seg m.a. um alment innlit, starvsfólkamál, skatt, almannamál og vinnumál.
Grundgevingarnar fyri at avvísa klagur vóru m.a., at allir kærumøguleikar vóru ikki troyttir, at grundarlag var ikki fyri at kanna málini víðari, og at klagurnar vóru uttan fyri heimildirnar hjá umboðsmanninum.
Løgtingsins umboðsmaður hevur eftirlit við, at myndugleikarnir ikki gera mistøk ella vanrøkja sínar skyldur, og at almenna umsitingin ikki fremur órætt ímóti einstaka borgaranum.
Ein og hvør kann klaga til umboðsmannin, og tað er ókeypis.
Frágreiðingin verður latin løgtingsmonnum, landsstýrinum, øðrum almennum myndugleikum og fjølmiðlunum. Ársfrágreiðingin, sum er 251 blaðsíður, verður eisini at fáa til keyps í bókabúðunum kring landið. Kostnaðurin verður 100 kr.