2011

Grein: Søgan um løgtingsins umboðsmann

Úr søguni: Fyrsta uppskotið í 1978Søgan um løgtingsins umboðsmann er væl longri enn livitíðin hjá verandi umboðsmansstovni. Fyrsta uppskotið um at seta á stovn.......

Úr søguni: Fyrsta uppskotið í 1978
Søgan um løgtingsins umboðsmann er væl longri enn livitíðin hjá verandi umboðsmansstovni. Fyrsta uppskotið um at seta á stovn ein løgtingsins umboðsmann, ið skuldi hava eftirlit við almennu umsitingini, varð lagt fyri løgtingið longu í 1978
 
Uppskotið átti táverandi løgtingsmaðurin, Jógvan Sundstein. Tann 22. august í 1978 legði hann fram uppskot til samtyktar um at seta eina 5-mannanevnd at gera lógaruppskot um eina skipan við einum løgtingsins umboðsmanni. Uppskotið fall við einans sjey atkvøðum fyri.
 
Í 1980 royndi Jógvan Sundstein seg aftur við einum uppskoti um at seta á stovn løgtingsins umboðsmann. Hesaferð legði hann uppskotið fram saman við Karini Kjølbro. Nú vóru 13 tinglimir fyri uppskotinum, men tað var ov lítið, og tí fall uppskotið.
 
Aftur í 1982 royndu tey bæði at fáa uppskotið samtykt, og hesaferð eydnaðist tað. 21 tinglimir atkvøddu fyri, og nevnd við serkønum fólkum varð sett at fyrireika umboðsmansstovnin. Verulig gongd kom tó ongantíð á arbeiðið, og stovnurin varð av ongum.
 
Samtykt í 2000
Ongin royndi aftur at seta á stovn løgtingsins umboðsmann fyrr enn í 1992. Hesaferð átti Tjóðveldisflokkurin uppskotið. Grundgevingin var, at skuldsetingarnar ímóti umsitingini vóru so nógvar, at neyðugt var við tílíkum stovni. Tingið samtykti uppskotið, men stovnurin kom heldur ikki tá.
 
Stýrisskipanarnevndin, sum varð sett at gera nýggja stýrisskipan í 1993, umrøddi spurningin at seta ein løgtingsins umboðsmann at hava eftirlit við almennu umsitingini. Í uppskotinum, sum varð lagt fram í mai 1994, stóð tó onki um umboðsmannin, og hann kom tí heldur ikki tá.
 
Tann 14. desember í 1999 varð enn einaferð lagt uppskot fyri tingið um at seta stovn løgtingsins umboðsmann, og tá bragdaði. Uppskotið átti Jenis av Rana úr Miðflokkinum. Uppskotið varð við ávísum broytingum samtykt tann 10. mai í 2000.
 
Lógin ásetti, at umboðsmaðurin skuldi hava eftirlit við, at landsmyndugleikar og kommunalir myndugleikar ikki gera mistøk og vanrøkja sínar skyldur, og at almenna umsitingin ikki fremur órætt ímóti borgarunum. Eisini skuldi umboðsmaðurin boða myndugleikum frá lýtum í umsitingini.
 
Fyrsti umboðsmaðurin var Joen H. Andreassen. Hann varð í november 2000 valdur við 31 atkvøðum fyri og ongari ímóti eftir uppskoti frá Finnboga Ísakssyni. Joen H. Andreassen byrjaði í starvinum 1. mai 2001. Hann fór frá fyri aldur í 2005, tá Sólja í Ólavsstovu tók við.