2011

Ársfrágreiðing fyri 2010

Løgtingsins umboðsmaður fekk 87 klagur í 2010

Frágreiðingin hjá løgtingsins umboðsmanni fyri 2010 er nú handað formansskapinum hjá løgtinginum.

Í frágreiðingini sæst, at umboðsmaðurin fekk 87 klagur í 2010, og at stovnurin avgreiddi 73 av hesum klagum. Haraftrat vórðu avgreiddar sjey klagur frá 2009 og 2008.

Flestu innkomnu klagurnar snúðu seg um innlitsmál, tilsamsns 24. Klagurnar um byggi- og umhvørvismál vóru 16 í tali. Fleiri skatta- og almannamál vórðu eisini millum klagurnar.

Av teimum 87 klagunum vórðu 65 avvístar. Av hesum vórðu 43 avvístar, tí grundarlag var ikki fyri víðari kanningum, og 10 vórðu avvístar, tí kærumøguleikin var ikki troyttur.

Frágreiðingin hjá løgtingsins umboðsmanni er 260 síður til støddar. Fleiri ymsisk mál verða lýst í henni. Mest fyllir málið um løggilding av grannskoðarum, ið verður lýst á 180 síðum.

Løgtingsins umboðsmaður hevur eftirlit við, at myndugleikarnir ikki gera mistøk ella vanrøkja sínar skyldur, og at almenna umsitingin ikki fremur órætt ímóti einstaka borgaranum.

Ársrágreiðingin verður latin løgtingsmonnum, landsstýrinum, øðrum almennum myndugleikum og fjølmiðlunum. Frágreiðingin verður eisini at fáa til keyps í bókabúðunum kring landið. Kostnaðurin verður 100 kr.
Tak niður sum pdf