Løgtingsins umboðsmaður avgreiddi 84 mál í 2015
Frágreiðingin hjá Løgtingsins umboðsmanni fyri 2015 er í dag handað formansskapinum hjá Løgtinginum.
Í frágreiðingini sæst, at umboðsmaðurin fekk 80 klagur í 2015. Hetta tal er ájavnt talinum á klagum í 2014.
Av teimum klagunum, sum komu inn í 2015, vórðu 70 endaliga avgreiddar innan 31. desember 2015, og vórðu 14 klagur avgreiddar, sum vóru innkomnar, men ikki avgreiddar frá undanfarnu árum. Harumframt tók umboðsmaðurin 8 mál upp av egnum ávum.
Í ársfrágreiðingini eru fýra greinar, sum viðgera hesi evni: “Val av umboðsmanni”, “ At skriva ella ikki”, “Samskifti á facebook” og “Hvat ger Løgtingsins umboðsmaður”.
Løgtingsins umboðsmaður hevur eftirlit við, at myndugleikarnir ikki gera mistøk ella vanrøkja sínar skyldur, og at almenna umsitingin ikki fremur órætt ímóti einstaka borgaranum.
Ein og hvør kann klaga til umboðsmannin, og tað er ókeypis.
Frágreiðingin verður latin løgtingsmonnum, landsstýrinum, øðrum almennum myndugleikum og fjølmiðlunum. Eisini er ársfrágreiðingin løgd út á heimasíðu umboðsmansins: www.lum.fo.