2015

Ársfrágreiðing fyri 2014

Løgtingsins umboðsmaður avgreiddi 76 mál í 2014

Frágreiðingin hjá Løgtingsins umboðsmanni fyri 2014 er í dag handað formansskapinum hjá Løgtinginum.

Í frágreiðingini sæst, at umboðsmaðurin fekk 79 klagur í 2014. Hetta er ein øking við umleið 20 % í mun til 2013.

Av teimum klagunum, sum komu inn í 2014 vóru 66 endaliga avgreiddar innan 31. desember 2014. Harumframt vóru 10 klagur  avgreiddar, sum vóru innkomnar (men ikki avgreiddar)  frá undanfarnu árum.

1. oktober 2014 kom ein broyting í lógini um Løgtingsins umboðsmann í gildi. Við hesi nýggju lógaráseting skal umboðsmaðurin tryggja og hava eftirlit við implementeringini av ST-Barnasáttmálanum, herundir rættindum hjá børnum, soleiðis at føroyskir myndugleikar lúka skyldurnar sambært sáttmálanum.

Í sambandi við at børn hava fingið møguleika at klaga til umboðsmannin, um tey halda seg verða skeivt viðfarin, fekk umboðsmaðurin eina nýggja heimasíðu: www.bum.fo, sum beinleiðis vendir sær til børn og ung.

Løgtingsins umboðsmaður hevur eftirlit við, at myndugleikarnir ikki gera mistøk ella vanrøkja sínar skyldur, og at almenna umsitingin ikki fremur órætt ímóti einstaka borgaranum.

Ein og hvør kann klaga til umboðsmannin og tað er ókeypis.

Frágreiðingin verður latin løgtingsmonnum, landsstýrinum, øðrum almennum myndugleikum og fjølmiðlunum. Eisini er ársfrágreiðingin løgd út á heimasíðu umboðsmansins: www.lum.fo

Tak niður sum pdf