2014

Ársfrágreiðing fyri 2013

Løgtingsins umboðsmaður avgreiddi 61 mál í 2013

Frágreiðingin hjá Løgtingsins umboðsmanni fyri 2013 er í dag handað formansskapinum hjá Løgtinginum.

Í frágreiðingini sæst, at umboðsmaðurin avgreiddi 51 av 66 innkomnum klagum í 2013 og haraftrat avgreiddi umboðsmaðurin 11 klagur, ið vóru innkomnar frá undanfarnu árum.

Talið av klagum er nakað størri enn talið undanfarin ár. Av klagunum, sum eru móttiknar í 2013, vórðu 44 avvístar.

Í ársfrágreiðingini eru tríggjar greinar, sum viðgerða hesi evni: “Umboðsmaðurin fær fleiri heimildir á barnaøkinum”, “ At halda seg kenna” og  “Grundgevingar fyri at avvísa klagur.”

Løgtingsins umboðsmaður hevur eftirlit við, at myndugleikarnir ikki gera mistøk ella vanrøkja sínar skyldur, og at almenna umsitingin ikki fremur órætt ímóti einstaka borgaranum.

Ein og hvør kann klaga til umboðsmannin og tað er ókeypis.

Frágreiðingin verður latin løgtingsmonnum, landsstýrinum, øðrum almennum myndugleikum og fjølmiðlunum. Eisini er ársfrágreiðingin løgd út á heimasíðu umboðsmansins: www.lum.fo

Tak niður sum pdf