2013

Ársfrágreiðing fyri 2012

Løgtingsins umboðsmaður avgreiddi 62 mál í 2012

Frágreiðingin hjá løgtingsins umboðsmanni fyri 2012 varð 28. juni 2013 handað formansskapinum hjá Løgtinginum.

Í ársfrágreiðingini eru tvær greinar, onnur greinin snýr seg um talifrælsi, tagnarskyldu og loyalitet hjá alment settum starvsfólkum og hin um eftirlitsvirksemið hjá umboðsmanninum.

Í frágreiðingini sæst, at umboðsmaðurin avgreiddi 46 av 50 innkomnum klagum í 2012 og haraftrat avgreiddi umboðsmaðurin 16 klagur, ið vóru innkomnar frá undanfarnu árum.

Talið av klagum er á hædd við talið undanfarin ár. Av klagunum, sum eru móttiknar í 2012, vórðu 41 avvístar.

Viðgjørdu klagurnar snúðu seg m.a. um alment innlit, starvsfólkamál og almannamál.

Grundgevingarnar fyri at avvísa klagur vóru m.a., at allir kærumøguleikar vóru ikki troyttir, at grundarlag var ikki fyri at kanna málini víðari, og at klagurnar vóru uttan fyri heimildirnar hjá umboðsmanninum.

Løgtingsins umboðsmaður hevur eftirlit við, at myndugleikarnir ikki gera mistøk ella vanrøkja sínar skyldur, og at almenna umsitingin ikki fremur órætt ímóti einstaka borgaranum.

Ein og hvør kann klaga til umboðsmannin, og tað er ókeypis.

Frágreiðingin verður latin løgtingsmonnum, landsstýrinum, øðrum almennum myndugleikum og fjølmiðlunum. Eisini er ársfrágreiðingin løgd út á heimasíðu umboðsmansins: www.lum.fo

Tak niður sum pdf