Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu frá A, um at Frítíðargrunnurin ikki hevði svarað einari umsókn um stuðul, sum varð send grunninum í 1996.
Umsóknin bleiv ikki svarað, fyrr enn í juni 2004, hóast avgerð varð tikin í 1999, um ikki at játta stuðul.
Umboðsmaðurin segði seg ikki kunna taka støðu til viðgerðina frammanundan 1. jan. 2001, tá Umboðsmanslógin kom í gildi. Hann helt viðgerðartíðina vera farna út um alt mark, og helt als ikki umberingarnar hjá Frítíðargrunninum kundu rættvísgera hetta.
Umboðsmaðurin gav tí grunninum eina álvarsliga átalu fyri viðgerðartíðina, og heitti samstundis á grunnin um at eftirmeta viðgerðina av hesum málinum og at taka neyðug stig til, at slíkt ikki kundi henda aftur.
Av tí, at umboðsmaðurin helt talan vera um álvarsligt mistak ella vansketni, hevur hann sambært § 10, stk. 1 í Umboðsmanslógini kunnað formansskapin í Løgtinginum, løgmann og landsstýrismannin í vinnumálum um hetta málið. (J. nr. 200400018)
Álitið í navnleysum líki kann takast niður í reyða kassanum.