28.06.2006

Álit viðvíkjandi broytingum í tænastuviðurskiftum hjá tollara

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu frá tænastumanni um handafaringina hjá Toll- og Skattstova Føroya av starvsfólkamáli hansara.

Tá tænastumaðurin, sum starvaðist sum tollari, misti koyrikortið, umskipaði Toll- og Skattstova Føroya arbeiði hansara, so hann bert skuldi arbeiða um dagin. Hann skuldi fyribils ikki hava vaktararbeiði, tí hann kundi ikki koyra bil.

Klagarin førdi fram, at talan var um so stórar broytingar í uppgávunum í tænastuni, serliga grundað á týðandi inntøkumiss vegna vantandi vaktararbeiði, at flytingingarnevnd sambært tænastumannalógini átti at verið sett. Umboðsmaðurin helt broytingina vera innanfyri tað, sum tænastumaður eigur at tola sambært § 11, stk. 1 í tænastumannalógini. At tænastumaðurin ikki forvann eins nógv í yvirtíð sum frammanundan ávirkar ikki metingina av, hvussu stór broytingin sambært § 11, stk. 1 er, tí tænastumaður, hvørs viðurskifti verða broytt, hevur bert krav uppá at varðveita vanligu føstu lønina, men ikki samsýning fyri yvirtíð.

Klagað varð eisini um tríggjar ávaringar, sum Toll- og Skattstova Føroya hevði givið tænastumanninum. Fíggjarmálaráðið hevði seinni, í sambandi við at málið varð kært til landsstýrismannin, ógildað ávaringarnar. Hesum kundi umboðsmaðurin bert taka undir við. Toll- og Skattstova Føroya hevði tó ikki boðað tænastumanninum frá, at ávaringamar vóru ógildaðar, og umboðsmaðurin mælti Toll- og Skattstovu Føroya til at boða honum frá hesum. (J. nr. 200600011)

Álitið verður ikki lagt út á heimasíðuna.