Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eitt mál um, at Mentamálaráðið hevði kravt at fáa skjøl aftur, sum innlit varð givið í. Skjølini snúðu seg um eina umsókn um lestrarfarloyvi til ein lærara. Ráðið hevði givið innlit í 8 ymisk skjøl, men hevði seinni kravt at fáa tvey teirra aftur. Hetta varð gjørt eftir áheitan frá læraranum, sum varð umrøddur í skjølunum, tí hesin metti skjølini koma undir “privatlivets fred”. Ráðið metti ikki skjølini at hava almennan áhuga, og at tað var ein feilur, at tey vóru útflýggjað. Ráðið sendi eftir áheitan frá læraranum klagaranum eina áminning um, at hesin ikki hevði rætt til at nýta ella vísa til umrøddu skjølini.
Umboðsmaðurin vísti á, at myndugleikin skal avgreiða innlitsumbønina sambært innlitslógini. Umboðsmaðurin helt talan vera um skjøl, sum vóru fevnd av rættinum til innlit, og at ráðið tí ikki hevði heimild at krevja hesi aftur. Umboðsmaðurin dugdi heldur ikki at síggja nakað sakligt grundarlag fyri áminningini frá ráðnum um, at viðkomandi ikki hevði rætt til at vísa til hesi skjølini – ein áminning, sum minti ikki sørt um eina hóttan. Umboðsmaðurin gav Mentamálaráðnum eina álvarsliga átalu fyri handfaringina av málinum. Umboðsmaðurin helt talan vera um so álvarslig mistøk, at formansskapurin í Løgtinginum, løgmaður og landsstýrismaðurin í mentamálum eru kunnaðir um niðurstøðuna. (J. nr. 200600098)