03.04.2019

Álit viðv. klagu um uppsøgn av formanninum fyri húsavørðarnar í Tórshavnar kommunu vegna samstarvstrupulleikar

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, tá Tórshavnar kommunu segði formannin fyri húsavørðarnar úr starvi vegna samstarvstrupulleikar.

Umboðsmaðurin helt tað vera sera átaluvert, at klagarin undan einum fundi, sum var at meta sum ein tænastusamrøðu og ein formlig byrjan uppá tilgongdina at siga hann úr starvi, hvørki varð kunnaður um endamálið við fundinum ella fekk høvi at hava ein hjásita við á fundin. Umboðsmaðurin helt hetta kundi hava verið ein viðvirkandi orsøk til, at fundurin endaði við, at deildarleiðarin fyri Húsaumsitingina eftir fundin segði seg hava mist álitið á klagaran.

Umboðsmaðurin helt ikki, at kommunan hevði hildið reglurnar um víðkaðu partshoyringarskylduna og metti ikki at kommunan hevði nøktandi skjalagrundarlag til at staðfesta, at talan var um óloysiligar samstarvstrupulleikar við dagstovnaleiðarar, umsitingina og húsavørðarnar, at hetta var oyðileggjandi fyri arbeiðið, ella at tað var formaðurin fyri húsavørðarnar, sum hevði høvuðsábyrgdina av hesum.

Umboðsmaðurin vísti á, at ætlar arbeiðsgevarin at gera vart við, at tænastan ikki verður útint á nøktandi hátt og geva boð um, at endurtøkur kunnu fáa starvsrættarligar fylgjur, so skal talan vera um formlig stig sum t.d. rættleiðandi samrøður. Kommunan segði seg ikki hava tikið stig til at geva átalu ella ávaring, tí sambært kommununi høvdu slík stig neyvan givið nakað úrslit. Umboðsmaðurin helt tað vera átaluvert, at kommunan eingi formlig stig tók til tess at rætta støðuna upp, hóast kommunan í frágreiðing til umboðsmannin segði, at samstarvstrupulleikarnir vóru vorðnir ovurhonds stórir og darvaðu dagligu gongdini.

Av tí at ósamsvar var ímillum skrivliga grundarlagið hjá kommununi í málinum og frágreiðingina til umboðsmannin um grundarlagið fyri uppsøgnini, gjørdi umboðsmaðurin av at síggja burtur frá pørtum av frágreiðingini hjá Tórshavnar kommunu í viðgerðini av málinum.

Samanumtikið gav umboðsmaðurin Tórshavnar kommunu eina álvarsliga átalu fyri handfaringina av málinum og heitti á kommununa um at viðgera málið av nýggjum og lata seg frætta, hvat víðari hendir í málinum. Álitið varð samsvarandi § 10, stk. 1 í umboðsmanslógini sent borgarstjóranum í Tórshavnar kommunu og landsstýriskvinnuni í kommunumálum. (LUM 18/00064).

Álitið í navnleysum líki kann takast niður í reyða kassanum.