Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um handfaringina hjá Tvøroyrar kommunu og Almanna- og heilsumálaráðnum av málinum um setan av leiðara fyri Frítíðarskúlan á Tvøroyri.
Umboðsmaðurin var samdur við Almanna- og heilsumálaráðnum í, at tað sambært dagstovnalógini er eitt krav fyri at verða settur í starv sum leiðari í einum frítíðarskúla, at viðkomandi er útbúgvin pedagogur.
Umboðsmaðurin kom til ta niðurstøðu, at Tvøroyrar kommuna í sambandi við hesa setanina hevur framt álvarslig brot á dagstovnalógina og grundleggjandi reglur í fyrisitingarlógini. Hann helt málsviðgerðina vera so óforsvarliga, at hann kundi ikki annað enn geva kommununi ein sera álvarsliga átalu fyri handfaringina av málinum.
Umboðsmaðurin var ikki samdur við Almanna- og heilsumálaráðnum, tá ráðið segði seg ivast í heimildum sínum at kanna hetta málið. Hann helt ikki nýggju avgerðina hjá Tvøroyrar kommunu frá 14. sept. 2004 vera annað enn eina roynd at umganga reglurnar í dagstovnalógini. Hesum átti Almanna- og heilsumálaráðið at havt fylgt upp.
Umboðsmaðurin gav tí eisini Almanna- og heilsumálaráðnum eina álvarsliga átalu fyri handfaring sína av hesum málinum. Hann mælti ráðnum til at taka neyðug stig til at fáa viðurskiftini í rættlag sum skjótast og bað ráðið lata seg frætta, hvørja niðurstøðu ráðið kom til.
Umboðsmaðurin helt so álvarslig mistøk vera framd í hesum málinum, at hann hevur kunnað formansskapin í Løgtinginum, løgmann og landsstýrismannin í almannamálum um málið. (J. nr. 200400069)
Álitið í navnleysum líki kann takast niður í reyða kassanum.