A hevur sent umboðsmanninum eina klagu um, at Fiskimálaráðið ikki hevur vilja útskrivað fiskiloyvi til bátin, B1, og at Fiskimálaráðið hevði kravt hann eftir gjaldi fyri avrit av skjølum, sum hann vegna eigaran hevði biðið um innlit í.
A klagaði eisini um, at Fiskimálaráðið hvørki hevði lýst ella grundgivið málið á nøktandi hátt.
Umboðsmaðurin helt einki grundarlag vera fyri at fýlast á avgerðina hjá Fiskimálaráðnum um ikki at geva B1 fiskiloyvi, tí at báturin ikki leyk tágaldandi treytirnar í lógini um vinnuligan fiskiskap.
Umboðsmaðurin helt einki grundarlag vera fyri uppáhaldinum um, at Fiskimálaráðið ikki hevði lýst málið á nøktandi hátt. Grundgevingin fyri avgerðini var í samsvari við § 23, stk. 1 í Fyrisitingarlógini, men kundi samsvarandi reglunum í § 23, stk. 2 verið eitt sindur neyvari.
Umboðsmaðurin helt tað vera skeivt av Fiskimálaráðnum at krevja gjald fyri avrit av skjølunum. Hetta mistakið hevði Fiskimálaráðið viðurkent og rættað, og tí gjørdi umboðsmaðurin ikki meira við hendan spurningin. (J. nr. 200300044)
Álitið í navnleysum líki kann takast niður í reyða kassanum.