12.06.2014

Álit viðv. klagu um vantandi skrivligt svar frá Almannaverkinum

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, at Almannaverkið ikki gav klagaranum eina skrivliga útgreining av eini avgerð um endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku vegna sjúkt barn. Hóast fleiri rykkjarar tók tað Almannaverkinum 8 mánaðir at senda klagaranum útgreiningina. Eftir at umboðsmaðurin hevði sent Almannaverkinum klaguna til ummælis, og Almannaverkið hevði eftirkannað málið fyri aðru ferð, vísti tað seg, at klagarin hevði fingið útgoldið uml. 13.000 kr. ov lítið. Umboðsmaðurin helt handfaringina av málinum vera alt annað enn nøktandi og gav Almannaverkinum eina átalu (j. nr. 201300092)

Álitið kann lesast her