Um tú vilt klaga til umboðsmannin, kanst tú:
Um tú vilt senda eina klagu, kanst tú til dømis gera tað við at velja "Send klagu" á forsíðuni.
Um tú vilt klaga um okkurt, sum stendur í einum brævi frá skúlanum ella einum øðrum myndugleika, so er tað gott, um tú sendir brævið saman við klaguni.
Tá vit hava fingið klaguna, vilja vit kanska spyrja teg um okkurt. Um tú vilt, at vit skulu kunna ringja til tín, kanst tú skriva eitt fartelefonnummar, sum vit kunnu ringja til.
Ring til okkum, um tú hevur spurningar um, hvussu tú kanst klaga.
Telefonnummarið hjá okkum er 358500.
Teldupostadressan er bum@bum.fo
Postadressan er:
Løgtingsins umboðsmaður
Postsmoga 2008
110 Tórshavn
Skrivstovan hjá okkum er Undir Bryggjubakka 11 í Havn. Vit hava opið hvønn gerandisdag frá kl. 10 til kl. 15.