Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um mannagongd og fyrisiting hjá Umhvørvismálaráðnum í sambandi við góðkenning av byggisamtyktum. Umboðsmaðurin var ósamdur í, at ráðið sambært býarskipanarlógini ikki kundi taka støðu til innihaldið í einari broyting av byggisamtykt, ið ein kommuna hevði samtykt. Umboðsmaðurin helt, at slík avmarkandi tulking av heimildunum hjá landsstýrismanninum ikki var í samsvar við býarskipanarlógina. Umboðsmaðurin viðgjørdi krøvini til lýsing av broytingum í byggisamtyktum, leiklutin hjá býarskipanarnevndini, upplýsingarskylduna hjá ráðnum og heimildir og skyldur hjá landsstýrismanninum. Umboðsmaðurin helt samanumtikið, at býarskipanarlógin vegna sín aldur, grundleggjandi broytingar í samfelagnum, og ta rættarfatan og rættartrygd, sum verður væntað í rættarsamfelagnum Føroyum í 2024, eigur at verða endurskoðað.
Ein borgari sendi umboðsmanninum klagu um, at Umhvørvismálaráðið ikki fyrisitur løgtingslóg um byggi- og býarskipanir á rættan og lógligan hátt í sambandi við góðkenning av byggisamtyktum. Borgarin hevði saman við øðrum sent grundaða kæru til Umhvørvismálaráðið móti eini broyting av byggisamtykt. Borgarin hevði ikki fingið kunnleika til broytingarnar, fyrrenn kæran varð send ráðnum.
Ráðið viðgjørdi ikki innihaldið í kæruni, vísandi til at freistin í býarskipanarlógini at senda inn mótmæli til kommununa var farin. Ráðið sendi ikki kæruna til kommununa og greiddi seinni umboðsmanninum frá, at ráðið metti, at talan ikki var um upplýsingar, sum kundu haft munandi týdning fyri støðutakanina, ella sum kommunustýri ikki longu hevði tikið støðu til. Ráðið sendi heldur ikki kæruna til býarskipanarnevndina, sum skuldi gera ummæli til landsstýriskvinnuna av málinum.
Umboðsmaðurin helt, at væntandi kunnleikin hjá hesum borgarum í økinum til ætlaðu broytingina, kundi bent á, at reglurnar um kunngerð av ætlaðum broytingum ikki longur liva upp til endamálið í lógini um “víðgongdan almenning”. Umboðsmaðurin mælti ráðnum til at endurskoða § 6, stk. 1 við tí fyri at eyga at nágreina, hvørji krøv, ið nútíðin setur til almanna kunngering.
Umboðsmaðurin vísti á, at skipanin við býarskipanarnevndini er ein liður í upplýsingarskylduni hjá Umhvørvismálaráðnum í sambandi við viðgerð og góðkenning av uppskotum til býarskipanir og byggisamtyktir. Sambært lógini og viðmerkingunum er býarskipanarnevndin, eftir umboðsmansins meting, ætlað at vera ein faklig nevnd, sum letur landsstýrismanninum faklig ummæli. Slík ummæli kann býarskipanarnevndin ikki væntast at lata uttan at fáa nøktandi upplýsingar, um tær broytingar sum skulu gerast, um grundarlagið og orsøkina til tær.
Umboðsmaðurin helt, at málsgongdin í málinum, sum kæran snúði seg um, lýsti, at mannagongdin hjá ráðnum fyri upplýsing av málum var ivasom. Umboðsmaðurin mælti til at mannagongdin fyri upplýsing av málum varð endurskoðað.
At enda vísti umboðsmaðurin á, at tað, eftir hennara meting, ikki var heilt samsvar millum ásetingarnar í lógini og ta siðvenju, sum ráðið lýsti seg at hava fylgt síðstu árini viðvíkjandi heimild og skyldu hjá landsstýrismanninum í sambandi við broyting av byggisamtyktum. Umboðsmaðurin helt, at ein avmarkandi tulking av heimildunum hjá landsstýrismanninum, har eftirlitið einans viðvíkur legaliteti, ikki var í samsvar við lógina. Umboðsmaðurin ásannaði, at ráðið hevði fylgt síni avmarkandi tulking í fleiri ár, men vísti á, at um ráðið vildi halda fast við at eingin realitetsviðgerð skuldi vera í ráðnum, átti hetta at framgingið greitt av lógini, so rættarstøða borgarans er greið.
Av tí at umboðsmaðurin metti seg hava rakað við lýti í fyriskipanini hjá Umhvørvismálaráðnum av umsitingini av býarskipanarlógini, boðaði hon Løgtingi, landsstýriskvinnuni í Umhvørvismálum og Kommunufelagnum frá hesum, sambært § 12, stk. 1 í lóg um Løgtingsins umboðsmann. (LUM 24/12012)
Álitið í navnleysum líki kann takast niður í reyða kassanum.