Tann 19. november 2024 var umboðsmaðurin á eftirlitsvitjan á Gerðisgarði í Skálavík. Vitjanin var framhald av eftirlitsvitjanum hjá umboðsmanninum í 2024, sum vóru rættaðar móti støðuni hjá persónum við týðandi sálarligum virkistarni, demens, sum búgva á stovni.
Gerðisgarður í Skálavík er kommunalur bústovnur/røktarheim við 7 búplássum ætlaði borgarum við demens og fevndur av Eldralógini.
Eftirlitsvitjanin tók m.a. útgangsstøði í hesum lógum:
Á vitjanini legði umboðsmaðurin dent á at lýsa gerandisdagin hjá búfólkunum. Í hesum sambandi vórðu m.a. hesi viðurskifti umrødd:
Umboðsmaðurin hevur gjørt frágreiðing frá eftirlitsvitjanini, og Økistænastan í Sandoyar Sýslu hevur fingið høvi at gera viðmerkingar til frágreiðingina.
Nú frágreiðingin er liðug, er hon send hesum myndugleikum: Demensklinikkini, Alzheimerfelagnum, landsstýriskvinnuni í almannamálum (Eldralógin), landsstýrismanninum í lógarmálum (Tvingsilslógin), landsstýriskvinnuni í heilsumálum (kommunulæknaskipanin) og Løgtinginum.
Samanumtikið var tað fatanin hjá umboðsmanninum, at talan var um bústovn, ið hevði rímiliga góðar karmar til sítt virksemi, og at tænastan og umsorganin varð veitt við denti á, at talan var um búfólk, sum hava demens av ymiskum slagi, at halda tey virkin eftir evni, og at geva teimum innihaldsríkar dagar.
Viðurskifti, sum umboðsmaðurin hevði viðmerkingar og tilmæli til, greiddi stovnurin beinanvegin eftir eftirlitsvitjanina.
Frágreiðingin er grundarlag undir samandráttinum, sum kann lesast í fylgiskjali 1, har tikið verður samanum frá vitjanini, og hvørji tilmæli umboðsmaðurin hevur givið. (LUM 24/21799)
Fylgiskjalið kann takast niður í reyða kassanum
Frágreiðingarnar frá fyrru eftirlitsvitjanunum kunnu lesast her.