2024

Barnanna umboðsmaður luttók í Norðurlendskari barnaverndarráðstevnu

Í døgunum 2. - 4. september var umboðsmaðurin í Oslo í sambandi við NBK, ein felags norðurlendsk ráðstevna, sum barnaverndirnar í Noreg, Danmark, Føroyum, Finlandi, Íslandi og Svøríki skipa fyri.

Sum Barnanna umboðsmaður var Hanna Vang boðin at luttaka í einum kjaki saman við íslendska barnaumboðnum, Salvør Norðdal, og nývalda norska barnaumboðnum, Mina Gerhardsen.

Tosað varð um hvørjar avbjóðingar umboðini síggja í sínum londum.

Í sambandi við ráðstevnuna hevði ein bólkur av ungum úr Noregi og Finnlandi sett upp sjey ráð um, hvussu tey halda myndugleikar skulu fara við børnum.
Barnaumboðini umrøddu eisini hesi ráðini. Hanna Vang vísti í hesum sambandi á týdningin at kunna børn um teirra rættindi, eins og lýsa teirra sjónarmið í sambandi við gerðir sum viðvíkja teimum.