At hava eina heimasíðu er ikki nóg mikið, um røkkast skal út til børn og ung í Føroyum
Í 2014 fekk Løgtingsins umboðsmaður víðkaðar heimildir á barna- og ungdómsøkinum. Samleikin ”Barnanna umboðsmaður” var skaptur fyri at varpa ljós á og gera sjónligt arbeiðið hjá umboðsmanninum á barnaøkinum.
Í almennu viðmerkingunum til lógarbroytingina í 2014 varð dentur lagdur á, at grundleggjandi eyðkennini við umboðsmansstovninum sum óheftur eftirlitsstovnur, vórðu varðveitt. Uppgávurnar á barna- og ungdómsøkinum skuldu í stóran mun røkjast innan karmarnar av galdandi umboðsmanslóg, soleiðis at umboðsmaðurin framhaldandi skuldi gera vart við síni sjónarmið umvegis niðurstøður og frágreiðingar eftir at hava viðgjørt ítøkiligar klagur ella hava verið á eini eftirlitsvitjan.
Ein nýggj uppgáva var tó nevnd í almennu viðmerkingunum. Hildið var neyðugt at gera nakað burturúr at kunna almenningin og serliga børn og ung um møguleikarnir at klaga til umboðsmannin og um, hvat umboðsmaðurin kann gera fyri at hjálpa klagarum.
Umboðsmaðurin hevur tí eina heimasíðu við kunning um Barnarættindasáttmálan og um, hvussu børn kunnu klaga til umboðsmannin. Síðan eitur www.bum.fo. Møguleiki er at senda klagur inn umvegis hesa síðuna.
Kunning til skúlanæmingar um ST-barnarættindasáttmálan
Tað er ein sannroynd, at tað ikki er nóg mikið einans at hava eina heimasíðu sum www.bum.fo, um røkkast skal út til børn og ung í Føroyum. Eg havi tí til dømis boðið meg at vitja fólkaskúlar í Føroyum fyri at greiða børnum frá Barnarættindasáttmálanum og klagumøguleikanum til umboðsmannin.
Sum liður í kunningarvirksemi mínum luttók eg eisini á barnarættindadøgum fyri 7. flokkar, sum vóru hildnir í Norðurlandahúsinum 22.-23. februar 2023. Í hesi framløgu vísti eg á ST-barnarættindasáttmálan og legði serligan dent á grein 12 og rættin hjá børnum at vera hoyrd.
Tann 5. oktober varð eg boðin at vitja Viðareiðis skúla og hava framløgu fyri næmingunum um ST-barnarættindasáttmálan og klagumøguleikan til umboðsmannin. Vitjanin var komin í lag í sambandi við ætlanina at skipa næmingaráð á skúlanum.
Tann 20. november, altjóða barnarættindadagin, varð eg boðin til stórfingið tiltak, har næmingaráðið í Fuglafjarðar skúla hevði tikið stig til at savna øll næmingaráðini á skúlum í Føroyum til at halda dagin saman. Fleiri enn 500 næmingar vóru savnaðir, og 20 skúlar vóru umboðaðir til tiltakið. Eg slapp at greiða næmingunum frá ST-barnarættindasáttmálanum, um rættindi hjá børnum og møguleikan at venda sær til Barnanna umboðsmann.
Almenn kunning um virksemið á barnaøkinum
Tann 21. mars 2023 varð eg boðin við til altjóða Down syndrom dagin, sum varð hildin í skúlanum við Ósánna. Evnið fyri dagin var ”mín rødd” og ljós varð varpað á røddina hjá borgarum við Down syndrom, rætt teirra til eitt vælvirkandi føroyskt mál, og rætt teirra at verða hoyrd. Eg fekk, sum barnanna umboðsmaður høvi at luttaka í sofapráti og svara spurningum og kunna um møguleikan at senda mær klagu.
Í framhaldi av kanning míni av næmingaráðum í fólkaskúlum, frískúlum og serskúla (LUM 21/19719), varð eg tann 13. september boðin at hava framløgu á árliga skúlaleiðaradegnum fyri allar leiðslur í føroysku fólkaskúlunum, sum Undirvísingarstýrið skipar fyri. Eg fekk høvi eitt nú at greiða frá lógargrundarlagnum undir kanningini og teimum viðkomandi greinunum í ST-barnarættindasáttmálanum.
Í november 2023 varð árliga blaðið hjá MEGD givið út, hesaferð við evninum ”Børn og ung hava javnbjóðis rætt til eitt virðiligt lív”. Eg fekk møguleikan at skriva eina grein um virksemið á barnaøkinum við serligum atliti at brekøkinum. Greinin er at finna í MEGD-blaðnum, men er eisini at finna í savninum á heimasíðu míni.
Ætlanir
Ætlan mín er at halda áfram við at bjóða kunning til børn og ung um barnarættindasáttmálan, um møguleikan at klaga og um, hvat umboðsmaðurin kann gera fyri at hjálpa. Eg bjóði í hesum sambandi kunning til skúlar og vóni at fáa høvi at vitja fleiri skúlar og stovnar, har børn eru.
Greinin kann takast niður sum pdf í reyða kassanum.