Ein fyrisitingarlig avgerð er endaliga niðurstøða myndugleikans í einum ítøkiligum fyrisitingarmáli, ið ásetir, hvør rættarstøðan skal vera í ítøkiliga førinum, og er sostatt endastigið í málsviðgerðini
Avgerðir verða dagliga tiknar í samfelagnum av almennum myndugleikum. Verður eitt starvsfólk sagt úr starvi á almennum stovni ella fær sýtt eina umbøn um farloyvi, er talan um eina fyrisitingarliga avgerð. Søkir ein borgari eitt nú um eina almannaveiting ella um byggiloyvi, er svarið til umsóknina somuleiðis ein fyrisitingarlig avgerð.
Tá talan er um mál, har ein avgerð eftir fyrisitingarlógini er ella fer at verða tikin, gevur avgerðin partsrættindini, sambært kapitlum 4-7 í fyrisitingarlógini. Støðan er ein onnur, tá talan er um ávegisniðurstøður og útinnandi fyrisiting.
Hendan greinin hevur til endamáls at lýsa avgerðarhugtakið í fyrisitingarlógini, munin á fyrisitingarligum avgerðum, fyrisitingarligum ávegisniðurstøðum og útinnandi fyrisiting (faktiskt forvaltning), umframt undantøk til avgerðarhugtakið.
Lógargrundarlagið
Sambært § 2, stk. 1 í fyrisitingarlógini, (løgtingslóg nr. 132 frá 10. juni 1993 um fyrisitingarlóg), er lógin galdandi, har talan er um viðgerð av málum, har ein fyrisitingarmyndugleiki hevur ella fer at taka avgerð.
Sambært § 2, stk. 4 í fyrisitingarlógini, kann landsstýrið áseta reglur um, at lógin skal vera galdandi fyri annað fyrisitingarvirksemi. Slíkar reglur hevur landsstýrið ikki ásett.
Fyrisitingarlógin, ið er sett í gildi í Føroyum og enn er galdandi, er gjørd við fyrimynd í donsku forvaltningsloven frá 1985 (lov nr. 571 af 19. december 1985). Tí verður víst til viðmerkingarnar í lógaruppskotinum frá 1985 til donsku forvaltningsloven (1985/1 LSF 4).
Fyrisitingarlógin hevur onga allýsing av avgerðarhugtakinum, men viðmerkingarnar til lógaruppskotið geva tó leiðbeining um, hvussu hugtakið skal skiljast.
Fyrisitingarligar avgerðir
Sambært løgfrøðiligum lesnaði, eyðkenna hesar treytir eina fyrisitingarliga avgerð:
– Ein niðurstøða frá einum almennum myndugleika,
– ið verður tikin á almenrættarligum grundarlagi,
– har myndugleikin sjálvur ásetir, hvat rættarstøðan skal vera í ítøkiliga førinum, og
– ið vendir sær til ein uttanhýsismóttara.
Niðan fyri verða hesar fýra treytirnar nærri lýstar hvør sær:
Almennur myndugleiki
Ein avgerð eftir fyrisitingarlógini er ein niðurstøða, ið er tikin av einum almennum myndugleika undir heimastýrinum, t. e. landsins myndugleikar, kommunalir myndugleikar og interkommunalir felagsskapir.
Harumframt kann landsstýrið áseta, at lógin heilt ella partvíst skal vera galdandi fyri feløg, stovnar og felagsskapir, ið ikki eru partar av almennu fyrisitingini, men har útreiðslur av virksemi teirra í høvuðsheitum verða rindaðar av landi ella kommunu, ella har tey við heimild í lóg kunnu taka avgerðir vegna land ella kommunu. Talan er sostatt um myndugleikar, ið hava útinnandi vald.
Uttan fyri fyrisitingarlógina fella ríkismyndugleikar, t. e. løgreglan og dómstólar, eins og Løgtingið og stovnar undir Løgtinginum, t. e., umframt Løgtingsins umboðsmann, Landsgrannskoðanin.
Í LUM 21/05687 avvísti umboðsmaðurin eina klagu frá einum borgara við teirri grundgeving, at umboðsmaðurin ikki kann viðgera klagur, ið snúgva seg um privatrættarligar ósemjur millum ein borgara og eitt íbúðarlutafelag, ið ikki er ein almennur myndugleiki.
Almenrættarligt grundarlag
Avgerðir eftir fyrisitingarlógini skulu verða tiknar á almenrættarligum grundarlagi, sum merkir, at talan vanliga ikki skal vera um eina privatrættarliga avtalu. Almennir myndugleikar kunnu tó, eins og privatpersónar, gera privatrættarligar avtalur, sum eitt nú gera eina avtalu við eina handverkarafyritøku um at gera umvælingar av almenna bygninginum, har myndugleikin búleikast.
Í LUM 21/25830 klagaði eitt áhugafelag um eina avtalu um nýtslu av høli, undir hesum treytirnar fyri at afturrinda útreiðslur. Hetta mátti metast sum privatrættarligt virksemi, og avvísti umboðsmaðurin tí klaguna.
Myndugleikin ásetir sjálvur, hvør rættarstøðan skal vera í ítøkiliga førinum
Myndugleikin skal sjálvur áseta, hvør rættarstøðan skal vera, tá talan er um fyrisitingarligar avgerðir. Hetta merkir, at myndugleikin sjálvur út frá galdandi reglum tekur støðu til, hvat skal vera galdandi í ávísum føri.
Avgerðarhugtakið hevur tí við sær, at talan vanliga ikki kann vera um eina avtalu millum myndugleikan og borgaran ella annan part.
Uttanhýsismóttakari
Tá myndugleikin hevur tikið støðu til, hvør rættarstøðan skal vera í fyrisitingarmálinum, skal móttakarin kunnast um avgerðina. Tað, at móttakarin skal vera ein uttanhýsismóttakari, merkir, at avgerðin ikki kann verða stílað myndugleikanum sjálvum, sum eitt nú rundskriv verða.
Móttakarin er vanliga borgarin, sum er partur í málinum. Er talan um eina kærumálsavgerð, kann móttakarin tó eisini vera myndugleikin, ið tók upprunaavgerðina.
Samanumtikið
Lógir, kunngerðir, rundskriv og aðrar almennar reglur eru av røttum eisini fevnd av fyrisitingarlógini og avgerðarhugtakinum og áseta, eins og fyrisitingarligar avgerðir, hvør rættarstøðan skal vera. Munurin er tó tann, at meðan ein fyrisitingarlig avgerð hevur rættarvirknað fyri ávísan ella ávísar móttakarar, hava almennar reglur rættarvirknað fyri øll. Sostatt er ongin partur í málinum, og harvið eru reglurnar í kapitlunum 4-7 í fyrisitingarlógini ikki viðkomandi. Tí verða almennar reglur ikki lýstar nærri í hesi grein.
Kári á Rógvi og Bárður Larsen lýsa fyrisitingarliga avgerðarhugtakið í bókini Fyrisitingarlóg, 2. útgáva, 2012, s. 78 soleiðis: “niðurstøða ið ítøkiliga ásetir rættarstøðuna hjá parti í fyrisitingarmáli.”
Ein fyrisitingarlig avgerð er endaliga niðurstøða myndugleikans í einum ítøkiligum fyrisitingarmáli, ið ásetir, hvør rættarstøðan skal vera í ítøkiliga førinum, og er sostatt endastigið í málsviðgerðini.
Ein fyrisitingarlig avgerð er bindandi og kann vera munnlig eins og skrivlig.
Fyrisitingarligar ávegisniðurstøður
Ávegisniðurstøður verða á donskum nevndar bæði processuelle- og procesledende beslutninger.
Har ein fyrisitingarlig avgerð er ein endalig avgerð í einum fyrisitingarmáli, ið ásetir, hvør rættarstøðan skal vera, er ein ávegisniðurstøða ein støðutakan til partar av fyrisitingarliga avgerðarmálinum, meðan málið enn er í viðgerð hjá myndugleikanum, og innan endalig avgerð verður tikin í fyrisitingarliga avgerðarmálinum.
Ávegisniðurstøður eru eitt nú støðutakan til, hvørt eitt mál skal takast upp, hvørt onkur skal hoyrast í einum máli, og hvørt eitt mál skal sendast øðrum myndugleika til metingar, sí Fyrisitingarlóg, s. 78, har ávegisniðurstøður verða nevndar “niðurstøða um mannagongd” og “tilmæli”.
Sambært serstøku viðmerkingunum til § 2 í lógaruppskotinum, er talan ikki um eina avgerð, tá ein myndugleiki tekur støðu til, hvørt eitt mál skal viðgerast ella ikki, men eina ávegisniðurstøðu.
Dømi um ávegisniðurstøður eru støðutakan til partsumboðan, hvørt upplýsingar skulu innheintast, ella kanningar og metingar skulu gerast í einum máli, og støðutakan til, hvørt eitt mál skal niðurleggjast, meðan annað mál er í viðgerð, ella hvørt eitt mál, sambært § 7, stk. 2 í fyrisitingarlógini, skal sendast øðrum myndugleika til avgerðar. Vanliga ber ikki til at klaga um at vera partshoyrdur í einum máli, meðan málið enn er undir viðgerð, men hetta kann kærast til viðkomandi kærumyndugleika, tá avgerð er tikin í málinum, sí Karsten Revsbech, v. fl., Forvaltningsret – sagsbehandling, 8. útgáva, 2019, s. 26-27 og Hans Gammeltoft Hansen, Forvaltningsret, 2. útgáva, 2002, s. 50-51.
Í LUM 22/05930 snúði klagan seg millum annað um, at klagari metti, at ein foreldraførleikakanning í sambandi við eitt barnaverndarmál var ein fyrisitingarlig avgerð. Klagarin vísti á, at metingar og niðurstøður í kanningini fóru at hava við sær, at ávís tiltøk fóru at verða sett í verk mótvegis klagara. Føroya Kærustovnur avvísti málið við teirri grundgeving, at talan var um útinnandi fyrisiting. Umboðsmaðurin var samdur við Føroya Kærustovni í, at virksemi hjá sálarfrøðingi í sambandi við foreldraførleikakanning var útinnandi fyrisiting. Her kann leggjast afturat, at sjálv støðutakanin til, hvørt ein foreldraførleikakanning skal setast í verk í einum fyrisitingarligum avgerðarmáli ella ikki, áðrenn avgerð verður tikin í málinum, má helst metast sum ein ávegisniðurstøða.
Í LUM 20/00021 klagaði ein borgari um tvinnar avgerðir hjá Kærunevndini í lendismálum í sambandi við eitt byggimál hjá grannanum, har tað var planerað ov høgt. Umboðsmaðurin viðgjørdi fyrru avgerðina, har millum annað spurningurin um partshoyring varð viðgjørdur. Umboðsmaðurin helt, at tá ein kommuna viðger umsókn frá borgara um byggiloyvi, eigur kommunan, áðrenn hon tekur støður til umsóknina, at kanna og taka støðu til, um nakar granni skal partshoyrast, sambært § 18 í fyrisitingarlógini, og um grannahoyring skal fremjast. Støðutakan til partsstøðu má metast sum dømi um eina ávegisniðurstøðu í byggimálinum.
Sambært § 2, stk. 1 í fyrisitingarlógini, er fyrisitingarlógin ikki galdandi fyri ávegisniðurstøður, uttan so er, at landsstýrið hevur avgjørt annað, sambært § 2, stk. 4 í fyrisitingarlógini. Ávegisniðurstøður geva sostatt vanliga ikki partsrættindi eftir kapitlunum 4-7 í fyrisitingarlógini. Eitt nú hevur ein partur í einum máli rætt til grundgeving og kæruvegleiðing, tá ein avgerð er tikin, har hann ikki fær fult viðhald. Hesi rættindi hevur hann ikki, tá ein myndugleiki eitt nú tekur støðu til, hvørt eitt mál skal sendast í hoyring ella ikki.
Útinnandi fyrisiting
Útinnandi fyrisiting verður á donskum nevnd faktisk forvaltning.
Har ein avgerð er endaliga støðutakanin til sjálvt fyrisitingarmálið, og sum ásetir rættarstøðuna hjá borgaranum, er útinnandi fyrisiting støðutakan til ymisk viðurskifti innan almennu fyrisitingina, har talan tó ikki er um eitt fyrisitingarligt avgerðarmál. Meðan ein avgerð hevur rættarvirknað, hevur útinnandi fyrisiting útinnandi virknað, sí Forvaltningsret, s. 35.
Útinnandi fyrisiting er fyrisitingarmálið almenn framleiðsla av vørum og tænastum, undir hesum undirvísing, eldrarøkt, vegagerð og daglig skipan av almennum arbeiðsplássum, sí Fyrisitingarlóg, s. 78, har útinnandi fyrisiting verður nevnd “faktisk fyrisiting”.
Sambært serstøku viðmerkingunum til § 2 í lógaruppskotinum, er sjúklinga- og onnur viðskiftafólkaviðgerð, eins og frálæra og ráðgeving, útinnandi fyrisiting.
Onnur dømi um útinnandi fyrisiting eru rakstur av barnaansingarplássum og ellis- og røktarheimum. Eitt nú er støðutakan til, hvussu ein skúlaflokkur skal skipast, útinnandi fyrisiting. Støðutakanin til, hvørja viðgerð ein sjúklingur skal hava, er eisini útinnandi fyrisiting.
Í LUM 20/00128 klagaði ein borgari undir korona-tíðini til Løgtingsins umboðsmann um vantandi heimild hjá Tórshavnar kommunu at seta krav um, at borgarar, ið koyrdu við bussinum, skuldu bera munnbind. Umboðsmaðurin helt, at kravið um at bera munnbind í bussunum var at meta sum útinnandi fyrisiting, og at Tórshavnar kommuna uttan beinleiðis lógarfesta heimild kundi seta treytir um, at øll ferðandi í bussunum skulu bera munnbind, meðan tey vóru í bussunum.
Í LUM 22/12242 klagaði eitt foreldur um, at barnaverndartænastan ikki vildi útflýggja passini hjá ávísum børnum klagarans, ið vóru umsorganaryvirtikin. Umboðsmaðurin metti, at niðurstøðan hjá barnaverndartænastuni um, at passini skuldu vera í varðveitslu, har børnini búðu, var útinnandi fyrisiting, og gjørdi tí ikki meira við klaguna.
Í LUM 22/16132 klagaði eitt foreldur um, at ein kommuna gjørdi mismun á børnum í kommununi, tí barn klagarans var einasta barn á einum dagstovni í kommununi, ið varð sýtt ansing tveir ávísar dagar. Umboðsmaðurin kundi ikki taka støðu til ítøkiligu metingina og raðfestingina hjá dagstovnaleiðaranum av, hvussu starvsfólkaorkan og arbeiðið best varð skipað á stovuni, har ávísa barnið hoyrdi til, og dagstovninum hesar báðar dagarnar, har stovnurin var raktur av sjúku og sjúkramelding. Í álitinum var
útinnandi fyrisiting ikki beinleiðis umrødd, men metast má, at sýtanin av ansing í tveir dagar var útinnandi fyrisiting, tí tað ikki var ein avgerð, sum ásetti rættarstøðuna hjá barninum.
Í serstøku viðmerkingunum til § 2 í lógaruppskotinum er eisini ásett, at fyrisitingarlógin ikki er galdandi fyri útinnandi fyrisiting. Landsstýrið kann tó, sambært § 2, stk. 4 í fyrisitingarlógini, áseta annað. Útinnandi fyrisiting gevur sostatt heldur ikki partsrættindi eftir kapitlunum 4-7 í fyrisitingarlógini.
Undantøk til avgerðarhugtakið
Í ávísum førum eru undantøk til vanliga avgerðarhugtakið, har ein støðutakan, sum vanliga ikki er ein avgerð, verður mett sum ein avgerð, og sum hevur við sær, at partsrættindini í kapitlunum 4-7 í fyrisitingarlógini eru galdandi.
Niðanfyri verða undantøkini umrødd hvør sær:
Starvsfólkafyrisiting í almennum størvum
Tá fólk verða sett í starv í almennu fyrisitingini, er talan av røttum um eina avtalu millum arbeiðsgevara og starvsfólk. Tó so, verður slík avtala mett sum ein avgerð og er sostatt eitt undantak til vanliga avgerðarhugtakið.
Ávaringar, umsóknir um farloyvi og uppsagnir eru somuleiðis avgerðir, og eru reglurnar um partsrættindi í kapitlunum 4-7 í fyrisitingarlógini sostatt galdandi.
Í LUM 21/23892 snúði klagan seg um málsviðgerðina hjá Uttanríkis- og mentamálaráðnum í sambandi við setan av nýggjum skúlastjóra í einum skúla. Landsstýrismaðurin hevði ikki givið klagara nøktandi grundgeving fyri, hví viðkomandi ikki varð settur í starv. Grundgeving er partsrættindi, sambært §§ 21 – 23 í kapitli 6 í fyrisitingarlógini, og eru tað vanliga bert avgerðir, ið geva partsrættindi. Málið er eitt dømi um, at støðutakanin til setan av skúlastjóra var ein fyrisitingarlig avgerð.
Í LUM 23/10909 varð klagað til Løgtingsins umboðsmann um avgerðina hjá eini kommunu at geva einum starvsfólki eina ávaring. Umboðsmaðurin tók málið til viðgerðar og heitti á kommununa um at endurskoða avgerðina. Málið er eitt dømi um, at tað er ein fyrisitingarlig avgerð, tá almennur stovnur gevur einum alment settum starvsfólki eina ávaring.
Í LUM 21/14842 varð millum annað klagað um málsviðgerðina hjá eini kommunu í sambandi við, at kommunan sýtti klagara farloyvi. Avgerðin hjá kommununi um at sýta fyri at ganga umbønini um farloyvi á møti var ein fyrisitingarlig avgerð.
Í LUM 16/00017 klagaði eitt fakfelag til umboðsmannin í sambandi við, at Mentamálaráðið hevði sagt skúlaleiðaran í einum skúla úr starvi. Í álitinum til Mentamálaráðið sæst, at uppsøgnin av skúlaleiðaranum var ein fyrisitingarlig avgerð.
Tað at geva starvsfólki tænastuboð, t. e. millum annað, tá starvsfólk fær áheitan um, hvussu ein uppgáva skal loysast, er ikki ein fyrisitingarlig avgerð, men ein innanhýsis fyriskipan, sí Forvaltningsret, s. 45.
Lógarásettur kærumøguleiki
Eitt annað undantak til avgerðarhugtakið er, tá talan av røttum er um eina ávegisniðurstøðu, men har ein lógarásettur kærumøguleiki fyri ávegisniðurstøðuni hevur við sær, at ávegisniðurstøðan verður mett sum ein fyrisitingarlig avgerð.
Eitt nú er niðurstøðan hjá einum myndugleika um, hvørt ein umsøkjari kann fáa partsinnlit, sambært
§ 9, stk. 1 í fyrisitingarlógini, av røttum ein ávegisniðurstøða. Grundað á lógarásetta kærumøguleikan, sambært § 16, stk. 4 í fyrisitingarlógini, verður niðurstøðan tó mett sum ein fyrisitingarlig avgerð.
Serliga tyngjandi viðurskifti
Tá talan er um ávegisniðurstøðu ella útinnandi fyrisiting, sum vanliga ikki eru avgerðir, men sum eru serliga tyngjandi fyri borgaran, verður niðurstøðan vanliga mett sum ein avgerð.
Tey atlit, ið eru avgerandi fyri, hvørt ein ávegisniðurstøða eigur at verða mett sum ein fyrisitingarlig avgerð, eru ymisk, men avgerandi fyri tey øll er, at støðutakanin skal vera serliga tyngjandi fyri borgaran. Til dømis verður niðurstøða um at sýta uppafturtøku av einum máli mett sum ein avgerð, sí Forvaltningsret, s. 48-49.
Undantøk, har ávegisniðurstøður verða mettar sum avgerðir, verða tó sjáldan nýtt, og hevur ikki verið gjørligt at funnið nakað ítøkiligt dømi frá umboðsmanninum.
Í greinini “Afgørelsesbegrebet”, sum er at finna á heimasíðuni hjá danska umboðsmanninum, stendur, at tá ivamál er um, hvørt talan er um eina fyrisitingarliga avgerð ella útinnandi fyrisiting, hevur tað týdning fyri metingina, hvussu inntrívandi støðutakanin er fyri borgaran, og hvønn tørv borgarin hevur á at vera fevndur av partsrættindum í fyrisitingarlógini.
Niðurstøðan um at geva einum borgara eitt pláss á einum røktarheimi, er ein fyrisitingarlig avgerð, men niðurstøðan um, hvat kamar, viðkomandi fær tillutað, er útinnandi fyrisiting. Burturvísing av einum næmingi úr einum skúla er ein avgerð, men burturvísing úr undirvísingartímanum er útinnandi fyrisiting, sí Forvaltningsret, s. 34.
Í FOB 2015-19, har klagan snúði seg um, at ein skúli, orsakað av ítøkiligum hendingum á skúlanum, avgjørdi at flyta ein næming á annan skúla, segði danski umboðsmaðurin somuleiðis, at talan var um eina fyrisitingarliga avgerð. Talan var somuleiðis um serliga tyngjandi viðurskifti.
Greinin kann takast niður sum pdf-fílur í reyða kassanum.