2024

Norðurlendsku barnaumboðini á fundi í Føroyum

Í døgunum 26. til 29. mai var umboðsmaðurin vertur fyri árligum fundi millum norðurlendsku barnaumboðini. Á fundinum luttóku barnaumboðini úr Íslandi, Danmark, Noreg, Svøríki, Finnlandi og Álandi.  

Kunnað varð um virksemið hjá einstøku stovnunum seinasta árið, eins og møguleiki var at umrøða evnir av felags áhuga.

Høvuðsevnið á fundinum hesuferð var tvingsil og onnur inntriv í sjálvsavgerðarrættin hjá børnum, og høvið var at vitja stovnar og fáa innlit í føroysku viðurskiftini.

Harumframt sýndu Svøríki og Noreg síni áhugaverdu talgildu vegleiðingaramboð, hvørs endamál er at hjálpa myndugleikum at lýsa barnsins sjónarmið og at leggja dent á barnsins besta í sambandi við teirra avgerðir - bæði viðvíkjandi einstaklingum og á yvirskipaðum støði.