2024

Umboðsmaðurin á altjóða umboðsmannastevnu í Haag



Í døgunum 14. - 17. mai luttók umboðsmaðurin, Hanna Vang, saman við einum ráðgeva á trettandu altjóða umboðsmansstevnuni í Den Haag í Niðurlondum. Samskipari og vertur fyri stevnuni var umboðsmaðurin í Niðurlondum.

The International Ombudsman Institution (IOI), varð sett á stovn í 1978. IOI er ein alheims organisatión fyri umboðsmenn. Limaskarin telur yvir 200 óheftar umboðsmansstovnar frá fleiri enn 100 londum um allan heim.

Orsaka av covid19 avmarkingum eru tað 8 ár síðani síðsta alheims stevnan var hildin fysiskt. Írski umboðsmaðurin var vertur fyri eini talgildari stevnu í 2021.

Tað eru eyðsæð stórir munir á, hvørjar avbjóðingar umboðsmenn kring heimin hava at takast við. Hóast hetta og hóast stórar munir í heimildunum og skipanini av embætunum, so var tað sera kveikjandi og læruríkt at kunna samrøða og luta royndir.

Evni á stevnuni var “Act together for our tomorrow”, og viðgjørd vórðu nógv viðkomandi evni. Eitt nú var síðsti dagurin settur av til barnarættindi. Í tí sambandi fekk Hanna Vang høvi at leiða ein fyrilestur um verju av børnum í einum alsamt meira talgildum heimi, og hvørja uppgávu umboðsmenn kunnu hava í hesari avbjóðing.