13.03.2024

Álit um viðgerðartíð og vantandi svar frá Tórshavnar kommunu viðvíkjandi klagu um garðbygging

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, at Tórshavnar kommuna ikki svaraði einum fyrispurningi frá einum borgara um bygging av gørðum í grannalagi hansara. Ongin verulig viðgerð var av málinum í góðar sjey mánaðir frá tí, at klagað varð til kommununa, tann 15. februar 2023, og fram til tann 3. oktober 2023, og borgarin fekk ikki svar. Umboðsmaðurin helt tað ikki vera nøktandi og ei heldur í samsvari við góðan fyrisitingarsið, at borgarin ikki fekk svar innan rímiliga tíð, og at kommunan sá burtur frá tinglýstu ásetingunum um bygging av gørðum, samstundis sum tinglýsta byrðan stóð við. Umboðsmaðurin gav Tórshavnar kommunu eina átalu fyri ikki at hava handfarið málið nøktandi og mælti kommununi til at endurskoða málið og fyrihalda seg til tinglýstu ásetingarnar.

Ein borgari klagaði um, at Tórshavnar kommuna ikki svaraði hansara fyrispurningi um garðbygging hjá grannum klagarans.

Borgarin spurdi yvir eitt tíðarskeið á góðar sjey mánaðir Tórshavnar kommunu, um grannar klagarans kundu byggja garðar, ið ikki luku ásetingarnar í skeytinum, har Tórshavnar kommuna við tinglýstari byrðu hevði tryggjað sær átalurætt.

Tórshavnar kommuna vísti á, at klagari ikki hevði fingið svar orsakað av, at málsviðgerin hevði verið sjúkur í longri tíðarskeið.

Umboðsmaðurin helt eftir umstøðunum hetta ikki vera umberandi orsøk fyri, at klagari ikki hevði fingið svar.

Kommunan hevði harumframt at sýna til ikki framt nakra veruliga málsviðgerð av gørðunum í mun til tinglýstu ásetingarnar í skeytinum, um at byggimyndugleikin skal góðkenna garðarnar, og at dentur skal leggjast á, at hegnið gevur eina dámliga rammu og klæðir økinum út frá eini heildarmetan.

Tórshavnar kommuna hevði undir málsviðgerðini hjá umboðsmanninum kunnað klagara um, at kommunan ikki var sinnað at gera átalurætt sín galdandi vísandi til, at granni mótvegis granna hevði átalurætt.

Umboðsmaðurin helt tað ikki vera nøktandi og ei heldur í samsvar við góðan fyrisitingarsið, at kommunan sá burtur frá tinglýstu ásetingunum um bygging av gørðum, samstundis sum tinglýsta byrðan stóð við.

Samanumtikið gav umboðsmaðurin Tórshavnar kommunu eina átalu fyri ikki at hava handfarið málið á nøktandi hátt og mælti kommununi til at endurskoða málið og fyrihalda seg til tinglýstu ásetingarnar í byrðuni.

Umboðsmaðurin minti eisini Tórshavnar kommunu á at svara borgarum innan rímiliga tíð og  mælti kommununi til at skipa mannagongdir fyri, hvussu borgarar, sum umvegis teldupost venda sær til burturstødd starvsfólk, fáa svar. (LUM 23/18827)

Álitið í navnleysum líki kann takast niður í reyða kassanum.