2023

Grein: Starvssetan innan fyri tað almenna

Skyldan at seta tann best skikkaða er galdandi sum ein óskrivað fyrisitingarrættarlig meginregla, galdandi fyri starvssetan á almenna arbeiðsmarknaðinum.

Viðurskifti kring starvssetan innan almenna geiran, ið er land og kommunur, eru skipað í lóggávu, fyrisitingarrættarligum meginreglum, felagsavtalum á almenna arbeiðsmarknaðinum og í starvsfólkapolitikki.

Av lógum, ið skipa økið, kunnu m.a. nevnast, fyrisitingarlógin (løgtingslóg nr. 132 frá 10. juni 1993 um fyrisitingarlóg), tænastumannalógin (løgtingslóg nr. 31 frá 5. juli 1971 um tænastumenn landsins), javnstøðulógin (løgtingslóg nr. 52 frá 3. mai 1994 um javnstøðu millum kvinnur og menn) og løgtingslóg nr. 63 frá 26. juni 2011 um at banna mismuni á arbeiðsmarknaðinum orsakað av breki.

Harafturat eru viðurskifti kring starvssetan hjá landinum skipað í starvsfólkapolitikki landsins. Starvsfólkapolitikkurin er settur í verk av landsstýrinum og setur karmar fyri starvsfólkapolitikkinum, ið er galdandi í landsfyrisitingini. Partar av starvsfólkapolitikkinum mugu metast sum galdandi fyri allar almennar setanir og síggjast eitt nú aftur í lóggávu og ásetingum í felagsavtalum á almenna arbeiðsmarknaðinum.

Kommunurnar hava ikki ein felags starvsfólkapolitikk, men summar kommunur hava sett í gildi ein starvsfólkapolitikk/starvsfólkaskipan, ið m.a. viðger starvssetan.

Uttan mun til um kommunur hava sett í gildi ein starvsfólkapolitikk, so er ein kommuna í øllum førum bundin av viðkomandi lóggávu, fyrisitingarrættarligum meginreglum og galdandi felagsavtalum á almenna arbeiðsmarknaðinum.

Viðurskifti kring starvssetan eru eisini skipað í ávísum felagsavtalum á almenna arbeiðsmarknaðinum. Ein felagsavtala er ein semja millum arbeiðsgevarar og umboð fyri arbeiðstakarar, ið vanliga er eitt fakfelag, um hvørjar treytir og krøv skulu galda í mun til arbeiði. Innan tað almenna eru arbeiðsgevararnir í høvuðsheitum landið og kommunurnar, ið ávikavist eru umboðaði av Fíggjarmálaráðnum og Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum. Galdandi felagsavtalur á almenna arbeiðsmarknaðinum eru m.a. at finna á heimasíðunum: fmr.fo og kaf.fo. 

Skyldan hjá setanarmyndugleikanum at seta tann best skikkaða
Á almenna arbeiðsmarknaðinum hava setanarmyndugleikar, við støði í kravinum um sakliga fyrisiting, skyldu at seta tann ella tey, sum úr einari heildarmeting eru best skikkað til starvið. Starvið eigur at verða lýst leyst í einari almannakunngjørdari starvslýsing, eitt nú í tíðindabløðum ella talgildum miðlum.

Skyldan at seta tann best skikkaða er galdandi sum ein óskrivað fyrisitingarrættarlig meginregla, galdandi fyri starvssetan á almenna arbeiðsmarknaðinum.

Í ávísum felagssáttmálum er tó frávik gjørt frá kravinum um almannakunngjørda starvslýsing, t.d. tá talan er um fyribilssett starvsfólk, soleiðis, ið ásett er í felagsavtaluni millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið/Kommunala arbeiðsgevarafelagið og felagsavtaluni millum Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið/Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Krøv til starvslýsingina hjá setanarmyndugleikanum
Ongin lóggáva er, ið skipar innihaldið av starvslýsingum fyri størv, ið lýst verða leys á almenna arbeiðsmarknaðinum, við undantakið av tænastumannastørvum, ið nærri er greitt frá niðanfyri.

Í ávísum felagsavtalum, t.d. felagsavtalunum millum Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið/Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið/Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og felagsavtaluni millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið/Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, standa ymsar treytir fyri, hvat ein starvslýsing í minsta lagi skal innihalda. Sum dømi kann nevnast, at í felagsavtalunum millum Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið/Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið/Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, stendur sum krav, at starvslýsingin skal tilskila, hvat starvið fevnir um, hvør útbúgving krevst og hvør lønin er.

Í starvsfólkapolitikki landsins og eitt nú í starvsfólkaskipanini hjá Vága- og Kvívíkar kommunu er ásett, at starvslýsingin skal hava eina umsóknarfreist, sum í minsta lagi er 14 dagar. Sama umsóknarfreist er t.d. ásett í felagsavtaluni millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið/Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, men er ikki ásett í øllum felagsavtalum á almenna arbeiðsmarknaðinum.

Umsóknarfreistin eigur í øllum førum at verða rímilig, soleiðis at møguligir skikkaðir umsøkjarar fáa veruligar stundir at umráða og ráðføra seg og fyrireika eina nøktandi umsókn. Á tann hátt hevur setanarmyndugleikin gjørt sítt til í royndini at finna tann umsøkjaran, ið út frá eini heildarmeting er tann best skikkaði til starvið.

Innihaldið í starvslýsingini eigur eisini í minsta lagi at umboða tey krøv og treytir, ið vanliga mugu metast at verða viðkomandi fyri at røkja tað starvið, ið lýst er leyst. 

Fyri tænastumannastørv eru viðurskiftini kring innihaldið av starvslýsingini serliga skipað í § 5, stk. 2 og 3 í tænastumannalógini, ið er soljóðandi:

“§ 5. 
...
Stk. 2. Í lýsingini skal starvsøkið, starvsheitið og tann fyri starvið í løtuni galdandi lønarramma og tað í løtuni galdandi tænastustað, tilskilast.
Stk. 3. Umsóknarfreistin eigur ikki at vera styttri enn 14 dagar, uttan so at serlig viðurskifti gera tað fyri neyðini.
…“

Krøv til málsviðgerðina hjá setanarmyndugleikanum

Starvssetan, ein fyrisitingarrættarlig avgerð
Tá setanarmyndugleikin, t.d. ein stovnur, kommunustýri ella einstaki landsstýrismaðurin, tekur avgerð um at seta ein av umsøkjaranum í starv, er hetta at meta sum ein fyrisitingarrættarlig avgerð. Tað sama er galdandi, um setanarmyndugleikin velur at havna einari umsókn um starv.

Tað merkir, at avgerðin og setanartilgongdin eru fevnd av teimum skrivaðu og óskrivaðu reglum, ið galda í fyrisitingarrættinum.

Hesar reglur eru eitt nú reglurnar um partshoyring, grundgeving og kæruvegleiðing, ið ásettar eru í fyrisitingarlógini og óskrivaðu fyrisitingarrættarligu meginreglurnar, so sum meginreglan um sakliga fyrisiting, skyldan at lýsa eitt mál til fulnar (da. officialprincippet) og líkareglan.

Meginreglan um sakliga fyrisiting
Meginreglan um sakliga fyrisiting ber við sær, at ein fyrisitingarrættarlig avgerð skal verða grundað á saklig atlit. Ein setanarmyndugleiki eigur tískil einans at meta um viðurskifti, ið eru saklig í mun til at røkja ítøkiliga starvið, ið lýst er í starvslýsingini.

Yvirskipað setur t.d. Grundlógin og Evropiski Mannarættindasáttmálin mark fyri, hvat setanarmyndugleikin sakliga kann leggja dent á. Her verður serliga hugsað um felagsfrælsi og trúarfrælsi, ið ein setanarmyndugleiki skal geva sær far um í sambandi við tey atlit, ið myndugleikin ætlar at leggja dent á.

Av sakligum atlitum, ið ein setanarmyndugleiki kann leggja dent á, kann nevnast, at sambært § 9, stk. 1 í tænastumannalógini skal ein tænastumaður “samvitskufult halda tær fyri starv hansara galdandi reglur, og skal bæði í og uttan fyri tænastu vísa slíkan atburð, sum starv hansara sømir”. Hetta krav um sóma, ið nevnist dekorumreglan, er eisini galdandi fyri umsøkjarar til størv, ið ikki eru tænastumannastørv. Um setanarmyndugleikin eitt nú veit av, at ein umsøkjari hevur framt revsiverd viðurskifti, kann setanarmyndugleikin, vísandi til dekorumregluna, meta um hesi viðurskifti eru ein bági fyri umsøkjaran. Í slíkum førum hevur tað týdning, hvussu gomul tey revsiverdu viðurskiftini eru.

Harafturat kann nevnast, at um setanarmyndugleikin er vorðin varugur við, at ein umsøkjari áður er koyrdur úr starvi vegna vantandi samstarvsevni, kann setanarmyndugleikin sakliga leggja dent á hetta í sínari meting av, um umsøkjarin er skikkaður til starvið. Í hesum høpi eigur setanarmyndugleikin tó at tryggja sær, at málið er lýst til fulnar. Sí nærri niðanfyri í brotunum “skyldan at lýsa eitt mál til fulnar” og “skyldan at partshoyra”.

At enda kann nevnast, at ein setanarmyndugleiki, sum meginregla, ikki kann leggja dent á, at umsøkjari hevur ávíst kyn í sambandi við starvssetan, smb. § 3 í løgtingslóg nr. 52 frá 3. mai 1994 um javnstøðu millum kvinnur og menn. Á sama hátt kann setanarmyndugleikin heldur ikki leggja dent á, at umsøkjari ikki skal bera ávíst brek – ella at umsøkjari skal bera ávíst brek, smb. §§ 2 og 3 í løgtingslóg nr. 63 frá 26. juni 2011 um at banna mismuni á arbeiðsmarknaðinum orsakað av breki.

Skyldan at lýsa eitt mál til fulnar
Ein onnur meginregla er skyldan at lýsa eitt mál til fulnar. Hendan meginreglan setur krøv til setanartilgongdina, m.a. hvussu setanarsamrøðan verður løgd til rættis, eitt nú um neyðugt er við fleiri setanarsamrøðum, serfrøði ella útvegan av ummæli frá tilvísingarpersónum, ið umsøkjararnir hava víst til.

Avgerandi er, at setanarmyndugleikin lýsir øll viðurskifti, ið kunnu hugsast at verða viðkomandi fyri metingina av, hvør av umsøkjarunum er tann best skikkaði. Skyldan stuðlar sostatt undir, at myndugleikin tekur “røttu” avgerðina.

Ein fakliga væl samansett setanarnevnd kann vera ein munagóður háttur hjá einum setanarmyndugleika at fáa eitt setanarmál lýst til fulnar og avgreitt samsvarandi teimum reglum, ið galdandi eru í fyrisitingarlógini og fyrisitingarrættinum sum heild.  

Í máli LUM 20/00137 gav umboðsmaðurin Uttanríkis- og mentamálaráðnum eina átalu fyri handfaringina av málinum um setan av nýggjum stjóra fyri Tjóðpall Føroya. Umboðsmaðurin helt, at Uttanríkis- og mentamálaráðið ikki hevði útvegað sær allar neyðugu upplýsingarnar í málinum fyri at kunna staðfesta, at Leiklistaráðið hevði tikið saklig atlit í sambandi við starvsetanina. Umboðsmaðurin helt tí, at Uttanríkis- og mentamálaráðið ikki hevði lýst málið nøktandi, áðrenn ráðið tók endaliga avgerð í málinum.

Skyldan at partshoyra
Sum partur av skylduni at lýsa eitt mál til fulnar, kann setanarmyndugleikin, áðrenn ein avgerð verður tikin, hava skyldu at partshoyra ein ella fleiri av umsøkjarunum, smb. § 18, stk. 1 í fyrisitingarlógini. Hetta kann eitt nú verða, um setanarmyndugleikin, í sambandi við eina setanarsamrøðu, hevur fingið upplýsingar frá einum fyrrverandi arbeiðsgevara, ið ikki eru til fyrimunar fyri ein umsøkjara.

Skyldan at svara og viðgerðartíðin
Sambært góðum fyrisitingarsiði skal setanarmyndugleikin geva øllum umsøkjarum eitt svar til teirra umsókn. Setanarmyndugleikin eigur eisini at skipa soleiðis fyri, at viðgerðin av umsóknunum ikki gerst óneyðuga drúgv. Um viðgerðin av umsóknunum gerst drúgvari enn vanligt, eigur setanarmyndugleikin at kunna umsøkjararnar um orsøkina til seinkanina, og nær tað kann væntast, at setanin verður avgreidd.

Skyldan at grundgeva
Sambært § 21 í fyrisitingarlógini, skal ein avgerð, tá hon verður fráboðað skrivliga, hava eina grundgeving, uttan so, at avgerðin til fulnar gongur partinum á møti.

Grundgevingin skal verða givin samstundis, sum avgerðin verður fráboðað.

Tað er sum meginregla ikki krav sambært fyrisitingarlógini, at ein avgerð skal fráboðast skrivliga, men sambært § 22, stk. 1 í fyrisitingarlógini, kann hann, sum munnliga hevur fingið boð um eina avgerð, krevja at fáa skrivliga grundgeving fyri avgerðini.

Grundgevingin skal hjálpa umsøkjaranum betri at skilja avgerðina og góðtaka hana. Grundgevingin skal tryggja, at umsøkjarin hevur møguleika at kanna, um avgerðin er røtt, at grundarlagið fyri avgerðini er sakligt, og at málið var lýst til fulnar, áðrenn avgerðin varð tikin.

Ein havnað umsókn skal hava eina grundgeving samsvarandi krøvunum í § 23 í fyrisitingarlógini. Fyri teir umsøkjarar, ið ikki eru bodnir til setanarsamrøðu, er vanliga ikki neyðugt hjá setanarmyndugleikanum at grundgeva gjølliga fyri avgerðini. Dømi kann vera um, at setanarmyndugleikin longu frammanundan metir seg hava greiða og skjalfesta vitan um, at umsøkjarin ikki er skikkaður til starvið. Sí eisini niðanfyri undir brotinum “Meting av umsøkjarum”.

Hóast setanarmyndugleikin ikki nýtist at grundgeva gjølliga, eigur grundgevingin tó altíð í minsta lagi at vera soleiðis orðað, at umsøkjarin greitt sær, hvat setanarmyndugleikin hevur grundað sína avgerð á.

Er hinvegin talan um umsøkjarar, ið eru komnir longur í setanartilgongdini og hava verið til eina ella fleiri setanarsamrøður, ella til dømis beinleiðis eru tilmæltir at fáa starvið, eigur setanarmyndugleikin, um so er at umsøkjarin ikki fær starvið, at grundgeva gjølliga fyri avgerðini. Grundgevast skal soleiðis, at umsøkjarin greitt sær hvørji atlit vóru avgerandi fyri, at annar umsøkjari fekk starvið, t.d. við at gera eina samanbering av umsøkjarunum, har útbúgving, royndir, setanarsamrøður o.a. verður samanborðið og greinað.

Í máli LUM 21/23892 gav umboðsmaðurin Uttanríkis- og mentamálaráðnum eina átalu fyri ikki at geva klagaranum eina nøktandi grundgeving í sambandi við eitt setanarmál. Umboðsmaðurin helt, at tað, at klagarin ikki bara hevði verið til setanarsamrøðu, men eisini í tilmælinum frá setanarnevndini varð mettur at verða best skikkaði umsøkjari at røkja starvið sum skúlastjóri, setti enn strangari krøv til skylduna at grundgeva.

Í máli LUM 16/00024 viðgjørdi umboðsmaðurin eina klagu um fyrisitingarligu viðgerðina hjá stýrinum fyri Økistænastuna í Sandoyar Sýslu um at seta leiðara fyri Økistænastuna. Umboðsmaðurin helt m.a. tað vera sera atfinningarsamt, at klagararnir onga skrivliga grundgeving høvdu fingið um, hví teir ikki fingu starvið. Umboðsmaðurin gav stýrinum fyri Økistænastuna í Sandoyar Sýslu eina álvarsliga átalu fyri málsviðgerðina.

Setanartilgongdin hjá setanarmyndugleikanum

Førleikin hjá setanarmyndugleikanum
Tá setanarmyndugleikin skal meta um umsøkjararnar, er tað vanligt, at ein setanarnevnd verður sett at taka sær av setanartilgongdini og mæla til ein ella fleiri av umsøkjarunum til starvið. Ofta verður eitt slíkt tilmæli gjørt í talmerktari raðfesting, ið setanarmyndugleikan síðani kann taka støðu til.

Skipanin við setanarnevndum er ikki skipað í lóggávu ella felagsavtalum á almenna arbeiðsmarknaðinum, men er skipað í starvsfólkapolitikki landsins og starvsfólkapolitikkinum/starvsfólkaskipanini hjá summum kommunum.

Avgerðin hjá einari setanarnevnd um tilnevning av einum umsøkjara er einans tilmælandi fyri setanarmyndugleikan, um ikki annað er ásett aðrastaðni, t.d. í lóggávu ella felagsavtalu. 

Til tess at skyldan um at seta best skikkaða umsøkjaran kann vera hildin, eiga allir setanarmyndugleikar at útvega sær neyðugu førleikarnar, t.d. við at seta eina setanarnevnd ella fáa hjálp frá uttanhýsis serfrøði, soleiðis at setanarmyndugleikin altíð er “ílatin” at velja tann umsøkjaran, ið út frá einum heildarmeting er tann best skikkaði til starvið.

Tal av skikkaðum umsøkjarum
Onki krav er í lóggávu ella felagsavtalum um, at setanarmyndugleikin skal søkja av nýggjum um ongir ella ov fáir skikkaðir umsøkjarar eru til eitt starv. Tænastumannastørv eru tó undantikin, ið lýst er niðanfyri.

Hóast hettar, so eigur setanarmyndugleikin, grundað á skylduna at seta best skikkaða umsøkjaran í starv, at gera sær eina meting av, um til ber at finna nóg skikkaðar umsøkjarar, millum teir, ið hava latið inn starvsumsókn, ella um neyðugt er søkja av nýggjum. 

Fyri tænastumannastørv er kravið ásett í § 5, stk. 4 í tænastumannalógini, ið er soljóðandi:

Ҥ 5.
...
Stk. 4. Heldur landsstýrið, at eingin av umsøkjarunum, ið søkt hava lýst starv innan ásettu tíðarfreist, er nóg væl skikkaður til starvið, ella at nýggj lýsing kann elva duguligari monnum at søkja, skal starvið verða lýst av nýggjum.“


Meting av umsøkjarum
Setanartilgongdin verður vanliga løgd soleiðis til rættis, at nakrir av umsøkjarunum beinanvegin verða sáldaðir frá, og nakrir bodnir til eina ella fleiri setanarsamrøður.

Í nógvum førum er talan um ein lutfalsligan stóran hóp av umsøkjarum, ið setanarmyndugleikin skal taka støðu til. Tá setanarmyndugleikin skal meta um, hvørjir av hesum umsøkjarum skulu bjóðast til eina setanarsamrøðu, er neyðugt, at setanarmyndugleikin hevur gjørt sær eitt sakligt metingarstøði, grundað á starvslýsingina, til at fremja úrvalið.

Í ávísum førum verða umsøkjarar, ið á pappírinum eru skikkaðir sum evni til eina setanarsamrøðu, sáldaðir frá. Talan kann t.d. verða um, at setanarmyndugleikin longu frammanundan metir seg hava greiða og skjalfesta vitan um, at ein av umsøkjarunum ikki er skikkaður til starvið. Í slíkum føri skal setanarmyndugleikin tó verða varin við at leggja viðurskifti til grund fyri sínari støðutakan, ið eru hend fyri fleiri árum síðani. Avgerandi er í øllum førum, at setanarmyndugleikin hevur gjørt sær greitt, um málið er lýst til fulnar, um partshoyring krevst og at viðkomandi umsøkjari í slíkum førum fær eina gjølliga grundgeving. Sí nærri omanfyri í brotunum “skyldan at grundgeva”, “skyldan at lýsa eitt mál til fulnar” og “skyldan at partshoyra”.

Tá setanarsamrøðurnar verða hildnar, er tað umráðandi at fyrisitingarrættarliga líkareglan verður hildin. Tað vil eitt nú siga, at spurnabløð og aðrar kanningar eru gjørdar eftir sama leisti fyri allar umsøkjararnar.   

Metingin skal taka støði í teimum krøvum og treytum, ið settar eru í starvslýsingini, og skal altíð og einans vera grundað á saklig atlit. Sí omanfyri undir brotinum “Meginreglan um sakliga fyrisiting”.

Vanliga eru starvslýsingarnar orðaðar soleiðis, at summi viðurskifti, so sum útbúgving, aldur, koyrikort o.a., skulu vera lokin av øllum umsøkjarum. Onnur viðurskifti, so sum persónligir eginleikar, royndir o.a., eru ofta orðaði soleiðis, at setanarmyndugleikin kann gera sær eina meting og samanbering av hesum, grundað á ta vitan og upplýsingar, ið setanarmyndugleikin fær útvega sær í setanartilgongdini. T.d. kann ein umsøkjari skara burturúr við viðkomandi royndum í starvslýsingini, men í setanarsamrøðuni avdúka vantandi persónligar eginleikar at røkja starvið.

Val av umsøkjara
Tá setanarmyndugleikin hevur tikið avgerð um at seta ein av umsøkjarunum í starv, er mannagongdin vanliga tann, at umsøkjarin fær eitt tilboð frá setanarmynduglekanum um starvssetan, ið hann skjótast gjørligt skal taka støðu til.  

Sambært løgtingslóg nr. 20 frá 8. mai 2008 um skyldu arbeiðsgevarans at fráboða løntakaranum treytirnar fyri setanarviðurskiftunum, hevur setanarmyndugleikin skyldu at geva tí setta eitt setanarbræv, har upplýst m.a. verður um, nær setanin byrjar, arbeiðstíðina um vikuna, lønarviðurskifti og hvørjar felagsavtalur á almenna arbeiðsmarknaðinum skipað arbeiðsviðurskiftini.