2023

Umboðsmaðurin vitjað Viðareiðis skúla

Umboðsmaðurin var tann 5. oktober 2023 á hugnaligari vitjan í Viðareiðis skúla. 
Í Viðareiðis skúla eru næmingar í 1-7 flokki.

Ørindini hjá umboðsmanninum vóru at kunna næmingarnir um altjóða Barnarættindasáttmálan og tey rættindi, sum børn hava sambært sáttmálanum.

Umboðsmaðurin takkar fyri og virðismetir høvið at vitja Viðareiðis skúla.  

_____________________

Vilja tit kunna tykkum um Barnarættindasáttmálan, so liggur hesin á heimasíðuni hjá barnaumboðsmanninum  HER

Ynskir tykkara skúli vitjan av barnaumboðsmanninum, kunnu tit senda okkum ein fyrispurning á lum@lum.fo