Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu frá einum fjølmiðli um, at Runavíkar kommunu ikki svaraði teirra umbøn um alment innlit í eitt mál um ávíst byggiloyvi. Umboðsmaðurin helt, at málsviðgerðin av málinum var ikki nøktandi og gav Runavíkar kommunu eina átalu fyri handfaringina av málinum.
Ein fjølmiðil klagaði um, at Runavíkar kommuna ikki svaraði eini umbøn um alment innlit í eitt mál um ávíst byggiloyvi.
Innlitsumbønin varð send kommununi tann 20. juni 2023. Kommunan svaraði ikki umbønini um innlit fyrr enn 20. juli 2023 og sendi onga kunning um, at málið ikki kundi avgreiðast innan 10 dagar og hví.
Umboðsmaðurin vísti á, at í § 16, stk. 2 í innlitslógini er ásett, at er ein áheitan um skjalainnlit ikki gingin á møti ella noktað innan 10 dagar eftir, at viðkomandi myndugleiki hevur móttikið hana, skal myndugleikin boða viðkomandi frá um orsøkina til hetta, og nær ein avgerð væntandi verður til skjals.
Tá umboðsmaðurin bað um frágreiðing og skjølini í málinum, svaraði kommunan heldur ikki rættstundis, og varð tí neyðugt at senda tvær áminningar fyri at fáa svar sum umbiðið.
Umboðsmaðurin gav Runavíkar kommunu eina átalu fyri handfaringina av málinum. (LUM 23/14461)
Skrivið í navnleysum líki kann takast niður í reyða kassanum.