2023

Skriv til Barna- og útbúgvingarmálaráðið um upplatingartíðir hjá frítíðarheimum

Í framhaldi av eini klagu um frítíðartilboð til børn í skúlaaldri, umhugsaði umboðsmaðurin at taka upp mál av egnum ávum yvirfyri Barna- og útbúgvingarmálaráðnum um, í hvønn mun kommunur hava skyldu at veita skúlabørnum ansing, tá skúlafrí er.

Í § 3, stk. 2 í dagstovnalógini er ásett, at dagstovnar og dagrøktir hava opið gerandisdagar í dagtímunum. Sambært § 3, stk. 1 í dagstovnalógini fevnir hugtakið “dagstovnur” eisini um m.a. frítíðarheim/frítíðarskúlar.

Umboðsmaðurin ynskti at vita, hvussu ráðið tulkar § 3, stk. 2 í dagstovnalógini, og hvørjar skyldur ráðið metir, at ásetingin áleggur kommununum í sambandi við upplatingartíðir hjá frítíðarheimum/frítíðarskúlum.

Barna- og útbúgvingarmálaráðið greiddi frá, at teirra fatan er, at frítíðarskúlar/frítíðarheim á ein heilt serligan hátt eru tengdir at skúla og skúlagongd. Upplating av hesum tilboði kann tí eisini fylgja skúlatíð.

Barna- og útbúgvingarmálaráðið vísti harumframt á, at dagstovnalógin skal dagførast í næstum, og tá verður § 3, stk. 2 um upplatingartíðir eisini viðgjørd og nágreinað, so ivi ikki verður um, hvat greinin inniber.

Umboðsmaðurin er ikki samdur í hesi tulking av § 3, stk. 2 í dagstovnalógini. Umboðsmaðurin heldur, at tá ið frítíðarheim av lóggávuvaldinum eru sett inn í dagstovnalógina, mugu tey metast at vera umfatað av § 3, stk. 2 um, hvussu dagstovnar hava opið, uttan so at serligar ásetingar ella undantøk eru gjørd viðvíkjandi teirra upplatingartíðum.

Um so er, at ásetingin um at hava opið gerandisdagar einans skal umfata skúladagar í mun til frítíðarheim, eigur tað at vera greiðari ásett í lógini, at frítíðarheim eru tengd at fólkaskúlanum og frídøgunum har.  

Umboðsmaðurin kunnaði Barna- og útbúgvingarmálaráðið um hetta, men ger ikki meira við málið við tað, at Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur upplýst, at dagstovnalógin skal dagførast í næstum. (LUM 23/05988)

Skrivið í navnleysum líki kann takast niður í reyða kassanum.