Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um grundgevingina, ið Uttanríkis- og mentamálaráðið (nú Barna- og útbúgvingarmálaráðið) gav klagaranum í sambandi við, at klagarin ikki fekk bjóða starvið sum skúlastjóri í Vestmanna skúla. Umboðsmaðurin helt seg ikki hava orsøk at halda, at grundgevingin ikki gav eina rætta lýsing av teimum atlitum, ið landsstýrismaðurin hevði valt at leggja dent á. Umboðsmaðurin helt tað tó vera atfinningarsamt, at málið ikki varð lýst til fulnar.
Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um grundgevingina, ið klagarin, tann 1. november 2022, hevði fingið í sambandi við, at klagarin hevði søkt starv sum skúlastjóri í Vestmanna skúla, men ikki fingið starvið bjóðað, hóast klagarin varð tilnevndur sum nr. 1 av einari samdari setanarnevnd. Landsstýrismaðurin valdi at seta umsøkjaran, ið var tilnevndur sum nr. 2 í starvið.
Klagan var grundað á niðurstøðu umboðsmansins í álitinum “Álit viðvíkjandi klagu um málsviðgerðina hjá Uttanríkis- og mentamálaráðnum í sambandi við setan av skúlastjóra í Vestmanna skúla”, dagfest 1. juli 2022. Í álitinum gav umboðsmaðurin Uttanríkis- og mentamálaráðnum eina átalu fyri ikki at geva klagaranum eina nøktandi grundgeving.
Soleiðis sum málið varð lýst, hevði umboðsmaðurin ikki orsøk at halda, at grundgevingin ikki gav eina rætta lýsing av teimum atlitum, ið landsstýrismaðurin hevði valt at leggja dent á.
Í grundgevingini varð m.a. víst á, at landsstýrismaðurin hevði lagt størri dent á viðmælini, ið umsøkjarin, ið varð tilnevndur sum nr. 2, hevði lagt við síni umsókn, enn setanarnevndin.
Vísandi til skylduna at lýsa eitt mál til fulnar, undraðist umboðsmaðurin á, at landsstýrismaðurin ikki hevði tikið stig til at kanna, um viðurskiftini í viðmælunum hjá umsøkjaranum, ið var tilnevndur sum nr. 2, kundu samanberast við viðurskifti hjá umsøkjaranum, ið varð tilnevndur sum nr. 1. Eitt nú kundi landsstýrismaðurin heitt á umsøkjaran, ið varð tilnevndur sum nr. 1, um at lýst ávís viðurskifti nærri ella sett seg í samband við tann ella teir tilvísingarpersónar, ið hann hevði upplýst í sambandi við setanartilgongdina.
Umboðsmaðurin vísti á, at sum meginregla er tað ikki ósakligt at leggja dent á viðmæli, ið umsøkjari hevur lagt við sínari umsókn. Tó helt umboðsmaðurin tað vera atfinningarsamt í ítøkiliga málinum, at landsstýrismaðurin hevði lagt avgerandi dent á ávís viðurskifti í viðmælunum hjá tí, ið var tilnevndur sum nr. 2, uttan at gera eina roynd at fáa eina sambæriliga lýsing av umsøkjaranum, ið var tilnevndur sum nr. 1.
Grundað á, at báðir umsøkjararnir av setanarnevndini vórðu mettir skikkaðir at røkja starvið sum skúlastjóri í Vestmanna skúla, rúmu tíðina, ið var fráliðin, og at starvið sum skúlastjóri í Vestmanna skúla síðani hevði verið lýst leyst av nýggjum, gjørdi umboðsmaðurin samanumtikið ikki meira við málið. (LUM 22/21174)
Skrivið í navnleysum líki kann takast niður í reyða kassanum.