Ársfrágreiðingin fyri 2022 er í dag handað Løgtinginum.
Ársfrágreiðingin lýsir virksemið í farna ári, hvørjar klagur eru komnar inn, hvørji evni hava verið viðgjørd, og hvussu klagurnar eru viðgjørdar.
Í ársfrágreiðingini er eisini ein grein um starvssetan innan fyri tað almenna og ein lýsing av nýggju heimasíðuni, sum Løgtingsins umboðsmaður fekk í 2022.
Frágreiðingin verður latin løgtingslimum, landsstýrisfólkum, øðrum almennum myndugleikum og fjølmiðlunum. Eisini er ársfrágreiðingin løgd út á heimasíðu umboðsmansins: www.lum.fo.
Tórshavn, tann 16. mai 2023
Hanna Vang
Løgtingsins umboðsmaður