08.05.2023

Álit um málsviðgerðina hjá Yrkisdeplinum í sambandi við eina førleikameting

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um handfaringina og málsviðgerðina av einari førleikameting, ið Yrkisdepilin, í samstarvi við Tekniska Skúla í Klaksvík, hevði skipað fyri. Umboðsmaðurin gav Yrkisdeplinum og Undirvísingarstýrinum, ið nú varðar av málsøkinum, eina átalu fyri handfaringina og málsviðgerðina av málinum.

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um handfaringina og málsviðgerðina hjá Yrkisdeplinum av einari førleikameting, ið Yrkisdepilin varðaði av og hevði skipað fyri. Klagarin, ið var útbúgvin bakari, vildi førleikametast, tí hann ynskti at útvega sær sjóvinnubræv sum skipskokkur við handilsskipi.

Kravið í lóggávuni til sjóvinnubræv sum skipskokkur við handilsskipi, er, at viðkomandi hevur sveinabræv innan kokkayrki, ið merkir, at hann skal verða útbúgvin gastronomur.

Sambært avtalu millum Yrkisdepilin og Tekniska Skúla í Klaksvík, skuldi skúlin standa fyri at førleikameta klagaran og orða eina niðurstøðu í hesum sambandi.

Yrkisdepilin hevði frammanundan greitt víst skúlanum á, at førleikametingin av klagaranum skuldi fremjast, og niðurstøða orðast sambært útbúgvingini til gastronomatstøðara, ið ikki gav rætt til sjóvinnubræv sum skipskokkur við handilsskipi, men við fiskiskipi.

Hóast hetta orðaði skúlin eina niðurstøðu, ið vísti, at klagarin var førleikamettur innan kokkayrkið sum skipskokkur við handilsskipi. Skúlin sendi eftirfylgjandi Yrkisdeplinum niðurstøðuna, ið gjørdi ávísar tillagingar í niðurstøðuni, uttan at seta spurnartekin við høvuðsinnihaldið í henni.

Tá Sjóvinnustýrið síðani sáddi iva um upprunaligu niðurstøðuna, broytti Yrkisdepilin hana soleiðis, at hon nú vísti, at klagarin var førleikamettur sambært útbúgvingini til gastronomatstøðara.

Umboðsmaðurin helt, at Yrkisdepilin ikki hevði hildið skyldu sína at vegleiða klagaran. Umboðsmaðurin vísti m.a. á, at Yrkisdepilin átti at vita, at ynski klagarans um at útvega sær sjóvinnubræv sum skipskokkur við handilsskipi, var ein avgerandi fortreyt fyri hann. Umboðsmaðurin helt eisini, at Yrkisdepilin frammanundan førleikametingini greitt visti, hvørjar møguleikar ein slík kundi geva klagaranum, og hvørjar avmarkingar vóru.
Umboðsmaðurin helt eisini, at tað var átaluvert, at Yrkisdepilin ikki hevði sett spurnartekin við høvuðsinnihaldið í upprunaligu niðurstøðuni, ið skúlin sendi Yrkisdeplinum.

Samanumtikið gav umboðsmaðurin Yrkisdeplinum og Undirvísingarstýrinum, ið nú varðar av málsøkinum “Førleikmenning”, eina átalu fyri handfaringina og málsviðgerðina av málinum. (LUM 22/15694)

Álitið í navnleysum líki kann takast niður í reyða kassanum.