Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, at Strandfaraskip Landsins ikki svaraði umbøn klagarans um alment innlit í ávísar teldupostar, ið Strandfaraskip Landsins hevði sent Landsverk, umframt innlit í ávís roknskapartøl í sambandi við raksturin av strandfaraskipum hjá stovninum.
Umboðsmaðurin helt, at soleiðis sum umbønin um alment innlit í roknskapartølini var orðað, var talan ikki um eina umbøn um alment innlit sambært innlitslógini, men heldur um ein vanligan fyrispurning til stovnin um, at fremja eina viðgerð av almennum roknskapartølum. Umboðsmaðurin gav tó í hesum høpi gætur, at Strandfaraskip Landsins, hóast hetta, hevði givið klagaranum umrøddu roknskapartøl samsvarandi fyrispurningi hansara.
Hinvegin sýtti Strandfaraskip Landsins fyri at lata klagaranum alment innlit í umrøddu teldupostar, ið Strandfaraskip Landsins hevði sent Landsverk. Strandfaraskip Landsins vísti á, at talan var um arbeiðsskjøl, ið vóru fevnd av § 10, nr. 5 í innlitslógini, ið skerjir rættin til alment innlit í tilfar, ið verður útvegað sum grundarlag til gerð av almennum hagtølum og vísindaligum kanningum.
Umboðsmaðurin tók ikki undir við hesari grundgeving. Umboðsmaðurin vísti á, at § 10, nr. 5 einans kann verða nýtt av einum myndugleika, ið útvegar sær tilfar. Strandfaraskip Landsins hevði í hesum høpi latið tilfar og kundi tískil ikki nýta § 10, nr. 5 sum grundgeving fyri at sýta fyri almennum innliti.
Klagarin hevði, tá hann fekk svar, bíðað í nærum 5 mánaðir eftir at fáa svar. Strandfaraskip Landsins hevði sum grundgeving fyri málsviðgerðartíðini víst á, at stovnurin hevði havt starvsfólkatrot, og at støðan hjá stovninum hevði verið trupul.
Umboðsmaðurin helt tó, at soleiðis sum málið var lýst, var ongin saklig orsøk til, at stovninum tørvaði nærum 5 mánaðir at gera sær eina meting av, um alment innlit kundi latast í umrøddu teldupostar.
Umboðsmaðurin gav Strandfaraskip Landsins eina átalu fyri drúgvu málsviðgerðina av umbøn klagarans um alment innlit.
Umboðsmaðurin heitti eisini á Strandfaraskip Landsins um at taka uppaftur viðgerðina av umbøn klagarans um alment innlit og lata seg frætta, hvat víðari hendi í málinum. (LUM 22/16566)
Álitið í navnleysum líki kann takast niður í reyða kassanum.