Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um handfaringina hjá VEKS av eini umsókn um búpláss á røktarheimi.
Klagarin søkti í mai 2018 um búpláss á røktarheimi. Á visitatiónsfundi í juli 2018 metti VEKS, at klagarin ikki hevði akuttan tørv á búplássi. Nakað eftir hetta varð umlætting játtað klagaranum. Frá á sumri 2018 til august 2022 viðgjørdi VEKS javnan støðuna hjá klagaranum og játtaði klagaranum millum annað heimahjálp og umlætting á røktarheimi. Avvarðandi spurdu í hesum tíðarskeiði fleiri ferðir, nær klagarin kundi vænta at fáa búpláss.
Í klaguni varð gjørt galdandi, at VEKS ikki hevði boðað frá, at umsóknin frá mai 2018 var sýtt. VEKS metti seg hinvegin at hava svarað umsóknini, og at umstøðurnar í málinum, m.a. at klagarin ístaðin hevði fingið játtað heimahjálp (v.m.) og í tíðum umlætting, vístu, at umsóknin um búpláss var sýtt. Í innanhýsis skjølunum hjá VEKS sást, at avgjørt var ikki at játta búpláss, tí mett varð, at klagarin ikki hevði akuttan tørv á búplássi, og at ætlanin var, at klagarin skuldi fáa avgerð um hetta. Tað var tó ikki skjalprógvað, at avgerðin var fráboðað klagaranum, hvørki skrivliga ella munnliga.
Umboðsmaðurin helt, at tað hevði verið góður fyrisitingarsiður, at klagarin fekk skrivliga fráboðan um, at umsóknin um búpláss var sýtt, so greidleiki var um avgerðina. Harvið hevði klagarin eisini fingið kæruvegleiðing um møguleikan at royna rættleikan í avgerðini.
Umboðsmaðurin mælti VEKS til at gera mannagongdir fyri, hvørjar av teirra avgerðum skulu fráboðast skrivliga við grundgeving og kæruvegleiðing.
Umboðsmaðurin vísti eisini á, at ein innlitsumbøn frá klagaranum og avvarðandi ikki var viðgjørd nøktandi. VEKS hevði bert givið innlit í skjøl úr eini av sínum journalskipanum, men hevði ikki viðgjørt spurningin um innlit í skjøl og upplýsingar úr øðrum skipanum, sum VEKS nýtti til skráseting av upplýsingum um klagaran. Umboðsmaðurin bað VEKS taka málið um innlit upp til nýggja viðgerð og vísti á, at innihaldið í onkrum av skrásetingarskipanunum kunnu metast sum sjúklingajournalir og skulu ikki viðgerast eftir reglunum í fyrisitingarlógini.
Samanumtikið helt umboðsmaðurin ikki málsviðgerðina hjá VEKS vera nøktandi, tí innlitsumbønin var ikki rætt viðgjørd, og skrásetingin av málinum var so ógreið, at ivi var um málsgongdina. Umboðsmaðurin gav tí VEKS eina átalu fyri handfaringina av málinum.
Umboðsmaðurin mælti harumframt VEKS til at tryggja sær, at greiðar leiðreglur eru fyri samskifti við borgarar og avvarðandi. (LUM 22/17872)
Álitið í navnleysum líki kann takast niður í reyða kassanum.