19.12.2022

Álit um vantandi svar frá Landsverki í sambandi við fyrispurning

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um vantandi svar frá Landsverk í sambandi við fyrispurning um keyp av fastogn

Klagarin sendi, tann 13. desember 2021, ein fyrispurning til Landsverk um at keypa ávísa fastogn, ið Landsverk eigur.

Tá Landsverk ikki svaraði hesum fyrispurningi, sendi klagarin, tann 11. august 2022, Landsverk eina áminning um fyrispurningin.

Tann 10. oktober í 2022, aftaná at klagarin hevði klagað til umboðsmannnin, sendi Landsverk umboðsmanninum avrit av svarinum, ið Landsverk sama dag hevði givið klagaranum til fyrispurning hansara. Klagarin hevði tá bíða eftir einum svari í útivið 10 mánaðir.

Í frágreiðing til umboðsmannin vísti Landsverk á, at orsøkin til drúgvu málsviðgerðartíðina var, at deildin á Landsverk, ið skuldi málsviðgera fyrispurningin, hevði eina stóra arbeiðsbyrðu og trot á arbeiðsmegi.

Umboðsmaðurin vísti á, at stór arbeiðsbyrða og vantandi arbeiðsmegi kunnu vera umberandi orsøk fyri einari óvanligari langari málsviðgerðartíð. Í slíkum førum eigur myndugleikin tó at kunna borgaran um orsøkina til íkomnu støðuna, og nær myndugleikin væntar, at málið verður avgreitt.

Umboðsmaðurin helt tað vera átaluvert, at Landsverk ikki hevði givið klagaranum slíka kunning, hóast klagarin hevði mint Landsverk á málið.

Sambært tí, ið Landsverk hevði greitt frá í málinum, helt umboðsmaðurin, at málið ikki innihelt torgreidd viðurskifti, ið kravdu eina so drúgva málsviðgerð.

Umboðsmaðurin helt eisini, at Landsverk, tá málið byrjaði, átti at gjørt eina snarkanning av málinum, fyri at fingið staðfest hvar og hvussu málið best kundi verið loyst innanhýsis hjá Landsverk, sæð í mun til spurningin um arbeiðsbyrðu og arbeiðsmegi hjá stovninum.

Umboðsmaðurin helt ikki, at Landsverk hevði víst á nøkur viðurskifti, ið vóru saklig og umberandi orsøk fyri, at Landsverk hevði latið fyrispurningin  frá klagaranum hvíla í nærum 10 mánaðir, uttan at geva klagaranum nakra kunning hesum viðvíkjandi.

Samanumtikið gav umboðsmaðurin Landsverk eina átalu fyri málsviðgerðina av hesum máli. (LUM 22/17836)

Álitið í navnleysum líki kann takast niður í reyða kassanum.