Løgtingsins umboðsmaður hevur fingið nýggja heimasíðu
Heimasíðan hjá Løgtingsins umboðsmanni hevur fingið nýtt snið. Umframt kunnandi tilfar um embætið, hevur heimasíðan tríggjar høvuðsinngongdir:
Stórsta broytingin við síðuni er, at allar almennar niðurstøður, kanningar, eftirlitsvitjanir, greinar og ársfrágreiðingar eru lagdar í eitt savn, har tilfarið er flokkað eftir málsøki, evni og árstali. Eisini ber til at leita í savninum við fríteksti.
Umboðsmaðurin vónar við hesum savni at gera tað lættari og meira atkomuligt hjá eitt nú lesandi, starvsfólki innan fyrisitingina og øðrum áhugaðum at finna ta vitan, tey sóknast eftir.
Skjølini í savninum eru flokkað á tann hátt, at leiting eftir einum ávísum evni vísir skjøl, har evnið antin verður nevnt ella verður viðgjørt.
Tilfar um virksemið umboðsmansins á barnaøkinum er nú lagt á heimasíðuna hjá umboðsmanninum undir eina serliga barnasíðu. Á barnasíðuni er eitt oyðiblað til klagur til børn. Beinleiðis leinkja til barnasíðuna er www.bum.fo
Heimasíðan hjá umboðsmanninum er at finna á www.lum.fo