Umboðsmaðurin hevur gjørt eina kanning av næmingaráðum í fólkaskúlum, frískúlum og serskúla. 41 skúlar luttóku í kanningini.
Í sambandi við kanningina sendi umboðsmaðurin skúlunum hesar spurningar:
Svarini frá skúlunum vístu, at 22 av teimum 41 skúlunum høvdu næmingaráð – 21 fólkaskúlar og ein frískúli. Talan var um 33 næmingaráð íalt. Bara 5 skúlar høvdu næmingaráð, har øll floksstig í skúlanum vórðu umboðað. Kynsbýtið var javnt í 12 næmingaráðum, meiriluti av dreingjum var í 9 næmingaráðum, meiriluti av gentum var í 8 næmingaráðum, meðan kynsbýtið ikki var upplýst fyri tey seinastu 4 næmingaráðini.
19 skúlar høvdu ikki næmingaráð - 16 fólkaskúlar, tveir frískúlar og ein serskúli. Teir flestu av teimum 19 skúlunum vóru smærri skúlar við undir 50 næmingum. Í § 56, stk. 2 í fólkaskúlalógini er ásett, at næmingarnir stovna eitt næmingaráð til hvønn skúla, ið hevur 5. ella eldri floksstig. Hóast hetta, vóru 11 fólkaskúlar við 5. ella eldri floksstigi, sum ikki høvdu næmingaráð.
Yvirskipað hevði umboðsmaðurin ta fatan, at næmingaráðini í nógvum skúlum vórðu tikin við uppá ráð í viðurskiftum, sum viðvíktu teimum, og høvdu møguleika at ávirka umstøðurnar í skúlunum. Í summum skúlum sá tað tó út til, at næmingaráðini mest skipaðu fyri tiltøkum og komu við ynskjum um leikur o.tíl., men at tey ikki vórðu tikin við uppá ráð í øðrum høpi viðvíkjandi formligum og praktiskum avgerðum í skúlanum, sum eisini ávirkaði tey.
Umboðsmaðurin vísti á, at tað er týdningarmikið, at næmingarnir verða hoyrdir í viðurskiftum, sum viðvíkja teimum, og at sjónarmiðini hjá øllum næmingum á øllum floksstigum verða umboðað og hoyrd, uttan mun til aldur, og at dentur verður lagdur á sjónarmiðini hjá næmingunum í samsvari við aldurin og búnaskap hjá næmingunum, í samsvari við grein 12 í Barnarættindasáttmálanum.
Umboðsmaðurin vísti á, at børn og ung skulu liva við teimum avgerðunum, sum tey vaksnu taka. Skúlarnir eiga at taka børn og ung við í arbeiði sítt, tí avgerðir viðvíkjandi børnum og ungum, verða betri, tá børn og ung eru við og hava møguleika at ávirka mál, sum snúgva seg um tey. Tað er týdningarmikið, at børn so tíðliga sum møguligt læra um og eru við í fólkaræðisligum mannagongdum. Tey skulu merkja, at luttøka teirra er týdningarmikil, og at tey hava ávirkan. Hetta viðførir, at tey verða meira áhugað í samfelagnum, taka felags ábyrgd og læra fólkaræðisliga mannagongd og atferð. Samansetingin í næmingaráðunum eigur at vera fjølbroytt, og valdu umboðini eiga at vera í øllum aldri og javnsett í kyni. Næmingaráð kunnu verða við til áhaldandi at skipa luttøku av børnum og ungum í avgerðum hjá skúlunum og harvið geva børnum og ungum møguleika fyri at útinna síni rættindi og verða hoyrd og hava ávirkan á avgerðir, sum viðvíkja teimum.
Umboðsmaðurin mælti til, at teir 11 fólkaskúlarnir við 5. ella eldri floksstig, sum ikki høvdu næmingaráð, ráða næmingunum til og skipa fyri, at næmingarnir stovna næmingaráð sambært ásetingini í fólkaskúlalógini.
Umboðsmaðurin mælti til, at skúlarnir tryggja, at næmingar á øllum floksstigum verða hoyrdir og hava møguleika at ávirka viðurskifti, sum viðvíkja teimum.
Umboðsmaðurin mælti til, at ásetingar um at stovna næmingaráð ella um skipaða hoyring av næmingunum verða settar inn í frískúlalógina og serskúlalógina.
Umboðsmaðurin mælti til, at skúlarnir taka atlit at fjølbroytni, so sum aldur og kyn, í sambandi við val og skipan av næmingaráðum.
Umboðsmaðurin mælti til, at skúlarnir eru varugir við, at næmingaráðini ikki bara verða hoyrd og hava ávirkan, tá skipast skal fyri undirhaldi o.tíl., men at tey eisini verða tikin við uppá ráð, tá aðrar avgerðir verða tiknar í skúlanum ella viðvíkjandi skúlanum, sum hevur ávirkan á gerandisdagin hjá næmingunum.
Vísandi til § 31, stk. 1 í skúlafyrisitingarlógini og § 56, stk. 3 í fólkaskúlalógini heitti umboðsmaðurin á landsstýrismannin í skúlamálum um at áseta reglur viðvíkjandi næmingaráðsvali og skipan og virksemi í næmingaráðum, soleiðis at næmingar fáa greiða atgongd og ítøkilig rættindi at taka lut í virksemi skúlans. (LUM 21/19719)
Frágreiðingin kann takast niður í reyða kassanum.