2008

Ársfrágreiðing fyri 2007

Í 2007 vórðu upprættaði 82 mál, sum innihalda 94 sjálvstøðugar klagur. Hetta er eitt lítið fall samanborið við undanfarna ár. Av teimum 94 klagunum vóru 78 endaliga avgreiddar við árslok umframt 24 klagur, sum stóðu eftir frá 2006.

Hóast talið av viðgjørdum klagum sostatt er hægri enn undanfarna ár, er samlaða viðgerðartíðin av viðgjørdum málum lækkað.

Av teimum 103 klagunum, sum vórðu avgreiddar í 2007, vórðu 65 avvístar. Hetta svarar til 63,1% og er eitt vet lægri enn undanfarna ár.

Sambært § 6, stk. 2 skulu klagur verða umboðsmanninum í hendi í seinasta lagi eitt ár aftaná, at tey viðurskifti, sum klaga verður um, áttu sær stað. Hóast klagufreistin var farin í tveimum málum, sum klagað varð um, avgjørdi eg kortini samsvarandi § 6, stk. 5 at taka hesi mál upp til viðgerðar av mínum eintingum. Orsøkin til hetta var, at talan var um tvey prinsippiel mál – eitt innlitsmál, har myndugleikin hevði kravt latin skjøl aftur, og hevði boðað klagaranum frá, at hesin ikki hevði loyvi at vísa til skjølini í sambandi við viðgerðina av máli hansara, og eitt starvssetanarmál, har álvarsom spurnartekin vórðu sett við m.a. gegni og hvørt krøvini í starvslýsingini vóru fylgd.

Sum liður í verksemi mínum var eg í februar saman við starvsfólkum mínum á eini eftirlitsvitjan á einum bústovni undir Nærverkinum. Frágreiðingin frá hesi vitjan er at finna í ársfrágreiðingini.

Umboðsmenninir í Noregi, Danmark, Íslandi, Grønlandi og Føroyum koma regluliga saman til fundar eina ella tvær ferðir um árið, har evni av felags áhuga koma til viðgerðar. Í 2007 vórðu tveir fundir hildnir. Annar 23. og 24. mai á Bornholm og hin 11. og 12. desember í Keypmannahavn. 

Tak niður sum pdf