2003

Ársfrágreiðing fyri 2002

Sum nevnt tók eg við starvinum sum Løgtingsins umboðsmaður tann 1. mai 2001. Í 2001 fekk eg tilsamans 39 klagur, harav 25 vóru endaliga avgreiddar í 2001. Hinar 14 vóru allar avgreiddar, tá eg í endanum av juni 2002 lat ársfrágreiðingina fyri 2001 úr hondum.

Í 2002 havi eg upprættað 34 mál, sum innihildu tilsamans 45 klagur. Av teimum eru 38 endaliga avgreiddar í 2002. Tilsamans eru sostatt avgreiddar 52 klagur í 2002.

Av teimum 7 klagunum, sum ikki vóru avgreiddar við árslok 2002, havi eg boðað formansskapi Løgtingsins frá, at eg í tí eina førinum má haldast at vera ógegnigur. Formansskapurin hevur síðani vent sær til Fólkatingsins umboðsmann, Hans Gammeltoft-Hansen, ið hevur átikið sær at viðgera mál, har eg eri ógegnigur. Av hinum 6 klagunum, sum stóðu eftir við ársenda 2002, eru 5 avgreiddar pr. 1. apríl.

Í 17 av teimum avgreiddu málunum eru álit skrivað, og eru tey øll løgd út á heimasíðu mína í anonymiseraðum líki. Eisini eru flestu teirra tikin við í hesa ársfrágreiðingina, somuleiðis í anonymiseraðum líki.

Umframt klagurnar havi eg av mínum eintingum við heimild í § 6, stk. 5, í umboðsmanslógini tikið eitt mál til viðgerðar, og í oktober 2002 vóru eg og medarbeiðarar mínir á eftirlitsvitjan á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum. Frágreiðingin um hesa eftirlitsvitjan er at finna í ársfrágreiðingini.

Umboðsmenninir í Noregi, Danmark, Íslandi, Grønlandi koma regluliga saman til fundar eina ella tvær ferðir um árið, har evni av felags áhuga koma til viðgerðar. Í august luttók eg í einum slíkum fundi, ið varð hildin í Suðurgrønlandi. Í mai 2003 er ætlanin at hava ein slíkan fund í Føroyum og í desember 2003 í Danmark.

Eisini umboðsmenninir í øllum Norðanlondunum halda regluligar fundir umleið annaðhvørt ár. Næsti fundur av hesum slagi verður í Finlandi í 2003, og eri eg boðin við til henda fundin.

Tak niður sum pdf