§ 8. Hann, sum er partur í einum máli, kann til eina og hvørja tíð, tá málið verður viðgjørt, lata seg umboða av øðrum ella fáa hjálp frá øðrum. Myndugleikin kann tó krevja, at parturin persónliga er við, tá tað er av týdningi fyri avgerðina í málinum. Stk. 2. Ásetingin í stk. 1, 1. pkt. er ikki galdandi, um so er, at áhugi partanna í at lata seg umboða ella vera hjálptur má metast at eiga at víkja fyri munandi umhugsni fyri almennum ella privatum áhugamálum, ella har annað er ásett við lóg.
Rætturin at velja ein annan at umboða seg í fyrisitingarligum høpi, eru partsrættindini, sum eru staðfest í fyrisitingarlógini.
Í § 8 í fyrisitingarlógini er ásett, at partur í einum máli kann lata seg umboða ella fáa hjálp frá øðrum. Fyrisitingarlógin fevnir sambært § 2 um avgerðarmál og er tað í hesum sambandi, at ásetingin um umboðan ella sokallaða partsumboðan er galdandi. Men rætturin til umboðan ella hjálp frá øðrum er tó ein so grundleggjandi regla í okkara rættarfatan, at tað almenna góðkennir regluna í nærum øllum sambandi við persónar og sostatt ikki bert í avgerðarmálum. Umboðan er eisini fyriskrivað í øðrum lóggávum t.d. rættargangslógini, og í samband við rættarmál er tað mest vanligt, at ein persónur letur seg umboða av advokati, og í ávísum førum kann rætturin áleggja persóninum at lata seg umboða.
Almennir myndugleikar hava sambært § 7 í fyrisitingarlógini skyldu at veita vegleiðing og hjálp til persónar, sum venda sær til myndugleikan við spurningum innan málsøkið hjá myndugleikanum. Myndugleikin hevur í hesum sambandi eisini skyldu at vegleiða um møguleikan at lata seg umboða av øðrum ella at hava onnur at hjálpa sær við málinum. Um ein persónur vegna sjúku ella øðrum viðurskiftum ikki er førur fyri at taka sær av egnum persónligum viðurskiftum og/ella fíggjarligum viðurskiftum, kann verða neyðugt hjá einum myndugleika at umhugsa at eggja til íverksetan av verjumáli eftir verjumálslógini.
Partur í einum máli ger sjálvur av nær og í hvønn mun, hann letur seg umboða í einum máli. Myndugleikin skal ikki leggja forðingar fyri, at parturin letur seg umboða ella hjálpa av øðrum. Tá tað hevur týdning fyri avgerðina í málinum, at myndugleikin má hitta sjálvan persónin í einum máli, kann myndugleikin tó krevja, at parturin sjálvur er við t.d. møtir persónliga til ein fund við myndugleikan. Umboðið ella tann, ið hjálpir partinum, hevur tó eftir avgerð frá partinum, framvegis rætt til at vera tilstaðar saman við partinum, um hetta ikki er oyðileggjandi fyri endamálið við fundinum.
Tað mest vanliga er, at parturin sjálvur rindar møguligar útreiðslur av umboðanini. Tað kunnu tó verða ásetingar í serlóggávu, sum hava nærri ásetingar um, hvør kann umboða, og um umboðanin er ókeypis. Dømi um slíka áseting er í barnaverndarlógini, har tað t.d. er ásett, at foreldur og børn, ið eru partar í máli, hava rætt til ókeypis umboðan í málinum, tá ið samtykki ikki er fingið til vega frá tí ella teimum, ið hava foreldramyndugleikan, ella einum barni, ið er fylt 15 ár. Hava hesi foreldur og børn ikki fingið umboðan, kann ein advokatur verða tilnevndur til at taka sær av málinum.
Umboðan ella hjálp frá øðrum
Í § 8 stk. 1 er skilt millum umboðan og hjálp frá øðrum. Einki er tó ásett um, hvør kann umboða ella hjálpa einum parti í einum máli hjá myndugleikanum, og er tað stórt sæð upp til partin at avgera, hvønn hann vil hava at umboða ella hjálpa sær og á hvønn hátt. Hetta kunnu eitt nú verða advokatar, grannskoðarar, fakfeløg, hjúnafelagi ella annar nærstandandi.
Hevur parturin valt ein at umboða seg í einum máli, førir hetta aloftast við sær, at umboðið fær somu rættindi í málinum, sum parturin hevur, sambært fyrisitingarlógini t.d. rættin at verða hoyrdur.
Er talan um partsumboðan hevur myndugleikin eisini rætt og skyldu at samskifta við umboðið, og avgerðin í málinum skal sendast umboðnum. Alt eftir umstøðunum í málinum kann avgerðin tó bæði sendast umboðnum og partinum. Tann sum umboðar kann sostatt sigast at koma í partsins stað í málinum, og at hesin stýrir málinum vegna partin. Tað er tó altíð parturin, ið avgerð í hvønn mun, hann vil lata seg umboða í einum máli t.v.s. í øllum málinum ella bara parti av málinum
Er talan um ein sum hjálpir ella stuðlar einum parti í einum máli, er støðan nakað annarleiðis. Her er aloftast talan um hjásitar, t.v.s. persónar, sum parturin hevur biðið við til ein fund við myndugleikan, at geva sær ráð um ávís viðurskifti ella at kanna ávíst fyri seg v.m., men ikki um ein, sum umboðar viðkomandi í øllum málinum. Ein hjálpari ella hjásiti yvirtekur ikki á sama hátt sum partsumboðið fyrisitingarlig rættindi í málinum. Partsrættindini liggja í slíkum førum sum útgangsstøði framhaldandi hjá partinum sjálvum.
Er kærufreist knýtt at eini avgerð, har parturin hevur latið seg umboðað av øðrum, verður kærufreistin vanliga roknað frá, at partsumboðið móttók avgerðina. Um myndugleikin ikki sendir partumboðnum avgerðina, kann hetta føra til at klagufreistir og aðrar freistir verða settar úr gildi, inntil partsumboðið hevur fingið avgerðina.
Í dóminum U 2001.2197 hevði danska Innlendismálaráðið tikið avgerð um, at uppihaldsloyvi hjá einum persóni í Danmark var fallið burtur og hevði tí givið persóninum boð um útreisu. Persónurin hevði 14 daga freist at leggja avgerðina fyri rættin. Avgerðin var fráboðað advokatinum, sum hevði umboðað viðkomandi í sambandi við málið. Av misgáum fekk persónurin sjálvur boðini ov seint frá sínum advokati, tí hann hevði givið advokatinum skeiva adressu.
Undir rættarmálinum gjørdi advokaturin galdandi, at freistin skuldi roknast frá, at persónurin sjálvur móttók avgerðina. Hægstirættur staðfesti, at tá advokaturin hevði umboðað borgaran í sambandi við málsviðgerðina hjá Innlendismálaráðnum, skuldi freistin roknast frá, at avgerðin varð fráboðað advokatinum. Tá tað annars ikki vóru nakrar serligar grundir fyri at gera undantak frá freistini, varð málið avvíst.
Í málinum FOB 97.223 klagaði ein advokatur um, at myndugleikin sendi parti avrit av øllum skrivum, ið teir sendu honum, sjálvt um hann hevði biðið um, at teir ikki sendu avrit til partin.
Umboðsmaðurin metti, at myndugleikin hevði rætt til at senda partinum avrit av teim skrivum, ið teir sendu advokatinum um málið. Tó helt umboðsmaðurin, at hesin parturin sjálvur hevði rætt til at frásiga sær møguleikan at fáa avrit, um málið ikki kravdi, at hann luttók persónliga í málinum. Eisini kundi parturin við fulltrú geva advokatinum rætt til sína vegna at frásiga hesa eyka kunning frá myndugleikanum.
Prógv um umboðan
Fyri myndugleikan er tað týðandi, at tað er greitt, hvør hevur heimild at umboða borgaran, so myndugleikin fær tikið atlit at tagnarskylduni, og hvørjum hann hevur heimild at lata upplýsingar um málið. Tað er sostatt upp til myndugleikin at seta krøv um prógv fyri umboðanini t.d. fulltrú, um hetta tykist neyðugt. Nevnast kann, at er talan um professionella umboðan, sum t.d. tá advokatar umboða, so er vanliga ikki neyðugt at krevja fulltrú, tí hetta er ein partur av teirra starvi.
Undantøk
Tað eru ávís undantøk frá ásetingini um rættin til umboðan ella hjálp frá øðrum. Hesi eru lýst í § 8, stk. 2 í fyrisitingarlógini og snúgva seg um støður, har myndugleikin kann skerja rættin til partsumboðan, tí partsumboðið ikki tænir partinum ella málinum. Eitt dømi kann vera, at parturin seint í einum máli – og uttan sakliga orsøk - ynskir at skifta umboð, og at hetta fer at seinka málinum, ella at freistir, sum eru knýttar at málinum, fara, so málið ikki kann fremjast. Eisini kann verða talan um, at partsumboðið ikki er egnað sum umboð, misrøkir sínar skyldir, ella ikki røkir áhugamálini hjá partinum og ger tað trupult hjá myndugleikanum at skipa og avgreiða málið.
At nokta umboðan
Hevur ein myndugleiki av órættum noktað einum parti at lata seg umboða av øðrum ella at hava hjálp í málinum, kann hetta alt eftir umstøðunum viðføra, at avgerðin í málinum verður ógildað. Her verður hugsað um føri, har partsumboðanin var avgerðandi fyri at tryggja áhugan og sjónarmiðini hjá partinum og fyri upplýsingina av málinum.
Talgild fyrisiting
Rætturin til at lata seg umboða er eisini galdandi, um málsviðgerðin er talgild, og samskifti fer fram elektroniskt. Myndugleikar sum hava talgilda málsviðgerð mugu tí tryggja sær, at teirra kt-skipanir eru gjørdar soleiðis, at tær taka hædd fyri rættinum til partsumboðan, t.v.s. at tað ber til hjá einum persóni at brúka skipanina vegna ein annan – og at talgildingin ikki avmarkar hesi rættindi.
Um kt- skipanin ikki gevur møguleika fyri umboðan, má borgarin hava møguleiki fyri at samskifta á annan hátt, so viðkomandi framhaldandi kann lata seg umboða av øðrum.
Bæði danski umboðsmaðurin og Løgtingsins umboðsmaður hava viðgjørt mál um fyrisitingarlig krøv til kt- skipanir hjá tí almenna og staðfest, at ítøkiligar KT-skipanir ikki luku tey fyrisitingarligu krøvini. Í hesum málum er víst á, at tær vanligu fyrisitingarrættarligu reglurnar, sum myndugleikin skal halda, eisini eru galdandi, tá málsviðgerðin er talgild. Tað er ábyrgdin hjá hvørjum einstøkum myndugleika, at teirra skipanir lúka fyrisitingarrættarligu krøvini – herundir eisini at skipanin gevur møguleika fyri partsumboðan, ella at parturin á annan hátt fær møguleikan at vera partsumboðaður ella at hava hjálp / stuðul afturat sær í einum máli, sum myndugleikin fer at taka avgerð í.
Í máli 201300055 viðgjørdi Løgtingsins umboðsmaður eitt mál um, at Studni kravdi, at lesandi skuldu søkja um lestrarstuðul umvegis eina talgilda samskiftisskipan. Í máli 14/00048 viðgjørdi umboðsmaðurin eitt mál, sum snúði seg um talgildar lønarseðlar, og hvørja heimild Gjaldstovan hevði til bara at senda lønarseðlar í Mínboks
Í báðum nevndu málum gjørdi umboðsmaðurin samanumtikið vart við, at
- reglurnar í fyrisitingarlógini og fyrisitingarligar meginreglur eru galdandi, sama um málsviðgerðin er manuel ella talgild.
- almennir myndugleikar hava ábyrgdina av at tryggja, at stig, sum verða tikin í sambandi við talgilda fyrisiting, eru lóglig, og at talgildu skipanirnar gera tað møguligt hjá myndugleikunum at halda galdandi lógarkrøv - borgarin ger í útgangsstøðinum sjálvur av, hvussu hann vendir sær til ein almennan myndugleika.
- tað krevur serstaka heimild at krevja, at borgarin skal samskifta talgilt við almennar myndugleikar.
- tørvur er á yvirskipaðum lóggávutiltøkum, um myndugleikar skulu kunna krevja, at borgarar skráseta seg í talgildar samskiftisskipanir, sum fevna um samskifti við allar myndugleikar og privat virki, sum eru ella verða skrásett í skipanini.
At enda kann vísast á, at tann danski umboðsmaðurin hevur viðgjørt ítøkiliga spurningin um umboðan í sambandi við sjálvsavgreiðsluskipanir m.a. í FOB 2011 12-1 IT umsóknarskipanin hjá universitetunum, FOB 2012-5 og FOB 2016–1 um minSU og mit Uddannelseskort ( í dag ungdomskort.dk) og FOB 2019-11 um kommunala sjálvsavgreiðsluskipan fyri hjálparráð/tól v.m.