2022

Grein: Skyldan at svara borgarum – góður fyrisitingarsiður

”…Góður fyrisitingarsiður er ikki ásettur í nakrari lóg, og er tí ikki bindandi fyri ein myndugleika á sama hátt sum ein lógaráseting, men er ein leiðregla fyri, hvørji virðir ein myndugleiki eigur at leggja dent á í sínum samskifti við ein borgara…”

Soleiðis skrivar undanfarni umboðsmaðurin, Sólja í Ólavsstovu, í grein í ársfrágreiðingini fyri 2016.

Tað kann vera torført at lýsa heilt nágreiniliga, hvat góður fyrisitingarsiður er. Tá hugsað verður um framferð myndugleikans og skylduna at svara, haldi eg , at ein samanbering við vanliga hugtakið ”góður fólkasiður” er ein góð leiðbeining. Góður fólkasiður fevnir um nógv ymisk viðurskifti viðvíkjandi, hvussu vit bera okkum at. Góður fólkasiður er í roynd og veru tann hátturin, vit møta øðrum uppá. Sprotin lýsir hugtakið fólkasið, sum atburð, ið sømir seg siðaðum fólki.

Góður fólkasiður fær okkum vanliga at hugsa um til dømis atburð, framferð og taluhátt. Í mun til hesa lýsing má góður fyrisitingarsiður eitt nú metast at innibera, at myndugleikin ber seg sømiliga at mótvegis borgarum og svarar innan rímiliga tíð við einum taluhátti, sum borgarin skilir. Tað kann ikki metast at vera góður fyrisitingarsiður at lata brøv og áheitanir frá borgarum liggja still í langa tíð uttan at svara nakað sum helst, ella at lata mál liggja í langa tíð uttan at kunna borgaran um hvat hendir.

So hvørt sum samfelagið og samskiftishættir broytast, broytast eisini tey krøv, vit seta til góðan fyrisitingarsið. Tøkniligu og tilfeingisligu møguleikar okkara ávirka møguleikarnir hjá myndugleikanum at samskifta og harvið eisini, hvat má metast at vera góður fyrisitingarsiður mótvegis borgarum.

Tað kemur eftir mínum tykki ov ofta fyri, at borgarar venda sær til umboðsmannin við klagu um vantandi svar. Tað er ikki góður fyrisitingarsiður, at lata brøv og fyrispurningar liggja ósvarað í longri tíðarskeið. Myndugleikar eiga at leggja seg eftir, at svara innan rímiliga tíð og annars at kunna borgarar um, nær svar kann væntast, um tað dregur út. Um hetta verður gjørt, er tað við til at økja um álitið á fyrisitingina.

Vantandi svar
Av teimum 90 klagunum, sum vóru viðgjørdar í 2021, vóru 13 teirra um vantandi svar frá myndugleikum. Felags fyri hesi mál var, at borgarin hevði vent sær til ein myndugleika og saknaði svar.

Umboðsmaðurin sendir vanliga slíkar klagur til viðmerkingar hjá myndugleikanum, og málini enda ofta við, at myndugleikin svarar borgaranum. Umboðsmaðurin ger tá vanliga ikki meira við málið.

Svarini, sum borgarar í slíkum málum fáa frá myndugleikanum, kunnu vera rættiliga ymisk alt eftir, hvat borgarin hevur vent sær til myndugleikan um. Í summum førum er svarið, at myndugleikin ikki hevur skyldu at svara settum spurningum, í øðrum førum er svarið, at myndugleikin greiðir borgaranum frá, hvørjum málið bíðar eftir, og nær tað væntandi verður avgreitt. Í uppaftur øðrum førum avgreiðir myndugleikin málið, samstundis sum hann svarar borgaranum. 

Tað má metast at vera góður fyrisitingarsiður, at ein myndugleiki gevur borgarum svar, tá teir venda sær til myndugleikan. Hetta er eisini galdandi, sjálvt um svarið er, at myndugleikin ikki metir seg hava skyldu at eftirlíka umbøn borgarans.

”Í LUM 21/00143 hevði ein borgari sent Runavíkar kommunu ein teldupost, 6. januar 2020, við einum ítøkiligum spurningi um ferðslutrygd. Heitt var á kommununa um at taka trupulleikan í álvara og avgreiða hann sum skjótast.

Við telduposti, tann 10. januar 2020, svaraði kommunan borgaranum, at vegastrekkið, sum borgarin klagaði um, fór at vera tikið upp á ferðslunevndarfundi á várið 2020.

Tá ið borgarin einki hoyrdi frá kommununi, skrivaði borgarin aftur, tann 12. august 2020, til kommununa viðvíkjandi ferðslutrygdini á nevnda strekki.

Við tað at borgarin einki hoyrdi frá kommununi, sendi borgarin enn ein teldupost, tann 21. oktober 2020, til Runavíkar kommunu um sama vegastrekki. Spurt var um og nær kommunan ætlaði at seta skelti við hámarksferð upp, og um og nær kommunan hevði ætlanir at økja um trygdina á vegastrekkinum.

Tá borgarin einki svar hevði fingið frá kommununi uppá teldupostarnar, sendi hann klagu til umboðsmannin tann 21. desember 2020.

Umboðsmaðurin sendi klaguna til kommununa til viðmerkingar, og kommunan svaraði sama dag umboðsmanninum, at upprunaliga tíðarætlanin hjá kommununi viðvíkjandi heildarætlan fyri ferðslutrygd tíverri ikki hevði hildið, og at málið tí ikki hevði verið fyri á várið 2020. Kommunan harmaðist um, at borgarin ikki hevði fingið svar uppá teir seinnu teldupostarnar viðvíkjandi málinum, og greiddi frá, at fyrispurningur klagarans fór at vera lagdur fyri ferðslutrygdarnevndina fyrst í 2021.

Umboðsmaðurin gjørdi ikki meira við hesa klaguna, við tað at kommunan nú hevði svarað borgaranum. Umboðsmaðurin heitti tó á kommununa, um at skipa sínar mannagongdir soleiðis, at borgarar í kommununi, ið venda sær til kommununa, fáa eitt svar innan rímiliga tíð. ”


Í hesum máli kundi borgarin sum so ikki krevja eina ávísa niðurstøðu viðvíkjandi ferðslutrygdini frá kommununi. Kommunan átti tó sambært góðum fyrisitingarsiði at havt svarað borgaranum. Svarið kundi eitt nú verið, nær málið væntandi varð lagt fyri ferðslutrygdarnevndina, ella at kommunan ikki metti seg hava skyldu at svara fyrispurninginum. 

”Í LUM 21/15176 vendi ein borgari sær, tann 26. juli 2021, til umboðsmannin, tí Trivnaðarnevndin hjá Tórshavnar kommunu ikki svaraði hansara klagu um larm frá russiskum skipum við bryggju á Kollafirði. Borgarin hevði í telduposti, tann 1. apríl 2021, sent klagu um larm frá russiskum skipum til havnameistaran, borgarstjóran og Trivnaðarnevndina. Í teldupostinum stóð millum annað, at borgarin vendi sær til Trivnaðarnevndina hjá Tórshavnar kommunu fyri at biðja um hjálp til borgararnar, sum píndust av støðuni. Borgarin hoyrdi einki frá kommununi og sendi tí rykkjara við telduposti tann 21. apríl 2021, tann 12. maj 2021 og tann 13. juni 2021.

Umboðsmaðurin bað kommununa um viðmerkingar til klaguna. Kommunan upplýsti, at klagarin hevði fingið eitt svar frá formanninum í Trivnaðarnevndini tann 17. mai 2021, men at klagarin, í telduposti tann 19. maj 2021, hevði sagt, at hann vildi hava eitt svar, sum var viðgjørt í Trivnaðarnevndini. Kommunan vísti umboðsmanninum á, at ein borgari ikki kann krevja av einari býráðsnevnd, at hon skal taka ávíst mál til viðgerðar og samtykkja eitt aftursvar til borgaran. Harumframt eru havnaviðurskifti og vinnuvirksemi á havnaøkinum sambært kommunustýrisskipanini fyri Tórshavnar kommunu ábyrgdarøki hjá Havnanevndini. Tað var sostatt ikki Trivnaðarnevndina, ið borgarin skuldi venda sær til í mun til ampar av havnavirkseminum.

Umboðsmaðurin sendi borgaranum avrit av frágreiðingini frá kommununi um, hví hann ikki kundi væntað ítøkiligt svar frá Trivnaðarnevndini til sína áheitan. Umboðsmaðurin viðmerkti yvir fyri Tórshavnar kommunu, at tað er góður fyrisitingarsiður, at myndugleikin svarar borgarum, sum venda sær til hann. Eisini vísti umboðsmaðurin á, at í staðin fyri at borgarin fekk kunning umvegis frágreiðingina til umboðsmannin, átti Trivnaðarnevndin sjálv at havt svarað klagaranum við tí grundgeving, sum stóð í frágreiðingini til umboðsmannin.”


Í hesum málinum kundi borgarin í roynd og veru ikki krevja, at kommunan beinleiðis tók eina avgerð ella viðgjørdi tað ítøkiliga málið á tann hátt, sum borgarin ynskti. Hóast hetta, hevði myndugleikin tó sambært góðum fyrisitingarsiði skyldu at geva borgarunum eitt aftursvar. Svarið í hesum føri var, at borgarin ikki kundi krevja av einari býráðsnevnd, at hon skuldi taka ávíst mál til viðgerðar og samtykkja aftursvar til borgaran. Harumframt hoyrdi málið sum so undir aðrari nevnd. Í slíkum førum hevði tað verið góður fyrisitingarsiður, at kommunan gav borgaranum hesa frágreiðing, sum svar til hansara teldupostar, heldur enn einki at svara honum.

Vegleiðingarskyldan
Í sambandi við skylduna at svara borgarum, vil eg eisini vísa á skylduna, sum myndugleikar hava til at vegleiða borgarum, sum venda sær til myndugleikan. Vegleiðingarskyldan er galdandi bæði sambært § 7 stk. 1 í fyrisitingarlógini, sambært vanligum rættargrundsetningum og góðum fyrisitingarsiði og kann eisini vera ásett í serlóggávu. Í sambandi við skylduna at svara borgarum inniber vegleiðingarskyldan, at myndugleikin eigur at vegleiða borgarum innan egið málsøki, og at spurningar um onnur málsøki so vítt gjørligt eiga at verða sendir víðari ella vístir til annan viðkomandi myndugleika at svara.

Áhaldandi fyrispurningar
Í summum førum seta borgarar seg áhaldandi í samband við ein myndugleika um somu viðurskifti, sum myndugleikin antin ikki hevur skyldu at avgreiða, ella sum myndugleikin metir seg hava endaliga avgreitt.

Ein myndugleiki kann ikki væntast at halda áfram at svara fyrispurningum um ítøkilig mál, sum eru liðug, ella mál, sum ikki eru í viðgerð. Hetta tekur orku frá teimum málum, sum skulu viðgerast, og kann vera sera tíðarkrevjandi.

Um myndugleikin ikki ætlar sær av svara fleiri fyrispurningum um slík viðurskifti, er umráðandi at borgarin fær boð um tað á greiðan hátt. Myndugleikin kann eitt nú velja at avmarka samskiftið við borgaran, ella taka avgerð um ikki at svara framtíðar spurningum um sama spurning. Um myndugleikin ætlar at taka slíka avgerð um at avmarka samskiftið, er tað eitt krav, at avgerðin um hetta er grundað á saklig atlit, og at samskiftið ikki verður avmarkað meira enn neyðugt. Avgerðin má vera í tráð við meginregluna um lutfall (proportionalitetsprincippið). Metingin um á hvønn hátt samskiftið kann avmarkast, má gerast havandi í huga hvat slag av fyrispurningi talan er um, ta orku sum myndugleikin longu hevur nýtt at svara borgaranum, ta orku sum áhaldandi spurningarnir krevja og atliti til, at myndugleikin hevur aðrar uppgávur at røkja. Borgarin skal kunnast um avgerðina at avmarka samskiftið, tá slík avgerð verður tikin, og áðrenn avgerðin verður framd í verkið.

Umráðandi er at hava í huga, at alt samskifti við ein borgara ikki kann skerjast, tí borgarin má kunna seta seg í samband við myndugleikan um onnur viðurskifti, enn tey sum longu eru avgreidd. Áheitanir og fyrispurningar til myndugleikan eiga tí altíð verða snarkannað, um tey viðvíkja tí evni, sum er fevnt av avgerðini um at avmarka samskiftið, ella um tey snúgva seg um nýggj og óviðgjørd viðurskifti, sum myndugleikin hevur skyldu at svara og taka støðu til.