2022

Grein: Málsføri í almennari fyrisiting

“Hugtakið málsføri (da. kompetence) snýr seg um, hvør myndugleiki er tann rætti at fyrisita, málsviðgera og taka avgerðir. Málsføri er vanliga ásett í lóggávu so sum lógum og kunngerðum, umframt óskrivaðum rætti, so sum ólógarfestu kommunufulltrúini, ið kommunurnar m.a. virka eftir.”

Hugtakið málsføri (da. kompetence) snýr seg um, hvør myndugleiki er tann rætti at fyrisita, málsviðgera og taka avgerðir. Málsføri er vanliga ásett í lóggávu so sum lógum og kunngerðum, umframt óskrivaðum rætti, so sum ólógarfestu kommunufulltrúini, ið kommunurnar m.a. virka eftir.

Dømi um lóggávu, ið skipar málsføri, er fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar (fráboðan nr. 128 frá 16. september 2019 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar). Í fráboðanini er ein gjøllig lýsing av teimum málsøkjum, har avvarðandi landsstýrismenn hava málsføri.  

Annað dømi er kommunustýrislógin (løgtingslóg nr. 87 frá 17. mai 2000 um kommunustýri), ið m.a. skipar málsføri hjá borgarstjóranum, kommunustýrinum og kommunalu nevndunum.

Brot á málsføri
Brot á málsføri (da. inkompetence) er t.d. um ein myndugleiki hevur tikið eina avgerð, ið hoyrir til málsøkið hjá einum øðrum myndugleika. Í flestu førum merkir hetta, at avgerðin, ið myndugleikin hevur tikið, er ógildig. Hetta tí, at málsføri verður mett sum ein av grundleggjandi málsviðgerðarreglunum í fyrisitingarrættinum.

Um ein myndugleiki fær eina skrivliga áheitan, sum ikki viðvíkir málsøkinum hjá honum, skal áheitanin, sambært § 7, stk. 2 í fyrisitingarlógini (løgtingslóg nr. 132 frá 10. juni 1993 um fyrisitingarlóg, um gjørligt sendast rætta myndugleika. Um myndugleikin málsviðgerð áheitanina uttan at senda hana víðari, er talan um brot á málsføri.

Í máli J. nr. 200600012 hevði umboðsmaðurin viðgjørt eina klagu frá Yrkisfelag Studentaskúla og HF-lærara um ávaringarnar, sum 12 lærarar á studentaskúlanum í Hoydølum fingu fyri fráveru, tá teir løgdu niður arbeiðið í oktober 2005. Umboðsmaðurin helt, at tað einans var rektarin, sum eisini var starvsfólkaleiðari, sum hevði heimild at geva lærarum ávaringar, tí at Løgtingið við einari lógarbroyting staðiliga hevði skert tær heimildir, sum landsstýrismaðurin í aðramáta hevði sum ovasti fyrisitingarligi myndugleiki á økinum. Lógarbroytingin merkti, at landsstýrismaðurin tí ikki hevði annan lut í starvsfólkamálum á studentaskúlanum enn at vera kærumyndugleiki fyri avgerðir hjá rektaranum. Umboðsmaðurin gav Mentamálaráðnum eina átalu fyri at hava givið lærarunum ávaringarnar uttan at hava neyðugu heimildina til tess.

Málið vísti, at talan var um brot á málsføri, tá Mentamálaráðið í roynd og veru gav umrøddu ávaringar, ið av røttum var málsføri rektarans. Sum nevnt omanfyri, so merkir brot á málsføri vanliga, at ein avgerð, ið myndugleikin hevur tikið, er ógildig. Mentamálaráðið hevði tó frammanundan tikið ávaringarnar aftur, og tískil var gildisvirknaðurin ikki viðkomandi at viðgera hjá Løgtingsins umboðsmanni.

Avhending av málsføri
Málsførið, ið ein myndugleiki hevur fingið, kann undir ávísum umstøðum verða avhendað (da. delegation af kompetence). Tó kann í summum førum verða skipað soleiðis fyri, at avhending ikki letur seg gera, t.d. í § 43 í kommunustýrislógini, ið sigur, at til lántøku, veðsetan, nýtslu av rakstraravlopi og tílíkum krevst samtykt frá kommunustýrinum.

Avhending av málsføri kann fremjast sum innanhýsis avhending og uttanhýsis avhending.

Skilt verður ímillum avhending av málsføri innan stigskipaðar myndugleikar (da. hierarkisk) og kollegialar myndugleikar.

Stjórnarráðini og stovnar tess eru vanliga stigskipað. Almennar nevndir og ráð og kommunustýrini kring landið eru hinvegin skipað kollegialt.

Fyri stigskipaðar myndugleikar kann málsføri, ið t.d. ein landsstýrismaður hevur fingið sambært lóg, vanliga uttan víðari verða avhendað innanhýsis í stigskipaða stjórnarráðnum hjá landsstýrismanninum. Í praksis verður hetta gjørt soleiðis, at ein fulltrúi ella deildarstjóri málsviðgerð og tekur avgerð í einum máli vegna landsstýrismannin.   

Fyri kollegialar myndugleikar kann málsføri, ið t.d. ein almenn nevnd hevur fingið sambært lóg, ikki uttan víðari verða avhendað innanhýsis. Málsføri kann tó í ávísum førum verða avhendað til ein formann í einari nevnd, eina undirnevnd ella til eina avgreiðslustovu (da. sekretariat). Tað krevst altíð ein ítøkilig meting, um og undir hvørjum umstøðum avhending av málsføri kann lata seg gera. Um talan er um at avhenda málsføri at viðgera og taka avgerðir í týdningarmiklum málum, ið kunnu skapa ella broyta eina siðvenju hjá myndugleikanum, talar hetta í øllum førum ímóti, at avhending av málsføri er møguligt. Um talan hinvegin er um málsfyrireiking og sonevnd rutinumál, so talar hetta hinvegin fyri, at møguleiki er fyri, at málsføri kann verða avhendað. Ofta eru hesi viðurskifti eisini skipað í tí lóg, ið myndugleikin er grundaður á.

Fyri kommunustýri er innanhýsis avhending av málsføri í ávísan mun møguligt innanfyri kommunala myndugleikan, um talan ikki er um kommunalpolitiskar avgerðir, ið hava grundleggjandi og týðandi týdning fyri kommununa í síni heild. Kommunustýrislógin skipar í stóran mun karmin fyri um og undir hvørjum umstøðum avhending av málsføri kann verða avhendað innanhýsis. Sum dømi kann nevnast § 21, stk. 2 í kommunustýrislógini, ið áleggur borgarstjóranum ávísar uppgávur í sambandi við málsviðgerð, men sum í praksis verða fyrireikaðar av kommunalu fyrisitingini.

Uttanhýsis avhending av málsføri krevur sum meginregla lógarheimild. Talan er tá um avhending av málsføri, ið fer út um fyriskipanarliga karmin hjá stigskipaða ella kollegiala myndugleikanum. Eitt nú avhending av málsføri til einstaklingar, uttanveltaðar myndugleikar og óheftar nevndir og ráð.

Dømi um slíka avhending sæst í løgtingslóg nr. 56 frá 4. mai 2021 um økisnøvn á internetinum, ið skipar fyri, at landsstýrismaðurin hevur heimild at avhenda málsføri at reka og umsita økisnavnið “.fo” til ein uttanveltaðan umsitara.

Økið varð áður skipað á privatrættarligum grundarlagi í einari sonevndari sjálvreguleringsskipan, ið ikki var fevnd av fyrisitingarrættinum. Umboðsmaðurin hevði í máli LUM 20/00056 sett spurnartekin við hesa skipan og mælt til, at politiski myndugleikin átti at kannað, í hvønn mun økið átti at verða skipað í lóggávu. Umboðsmaðurin grundaði hetta á týdningin, ið økið hevði fyri føroyska samfelagið.

Dømi um uttanhýsis avhending av málsføri, ið ikki var mett at vera í lagi, er í máli LUM 15/00094 har umboðsmaðurin metti, at tær sjey kommunurnar í Suðuroynni ikki kundu avhenda sítt málsføri, at seta leiðara fyri Musikkskúlan í Suðuroy, til eina nevnd, ið var uttanfyri kommunala myndugleikan, og ikki var ein bý- ella bygdaráðsnevnd, sett og skipað eftir § 28 í kommunustýrislógini.

Hóast meginregluna um, at uttanhýsis avhending av málsføri krevur lógarheimild, so kann ein landsstýrismaður vanliga avhenda sítt málsføri til ein undirskipaðan stovn, ið er innanfyri fyriskipanarliga karmin hjá landsstýrismanninum.

Avmarkað málsføri – meginregla um armslongd
Í ávísum førum hevur ein myndugleiki, vanliga ein landsstýrismaður, eitt avmarkað málsføri.

Hugtakið verður stundum lýst, sum at armslongd í størri ella minni mun eigur at verða millum politiska og fakliga stýring innan eitt ávíst øki, og er vanliga skipað í lóggávu.

Dømi um orðing, ið sipar til armslongd millum politiska og fakliga stýring sæst í § 12 í løgtingslóg nr. 89 frá 7. juni 2020 um ráðgeving og stuðul til gransking, menning og nýskapan, har ásett er, at sjálvstøðugar faknevndir stjórna einstøku stuðulsskipanunum og taka endaliga avgerð í málum, sum verða løgd fyri tær. Hesar faknevndir hava evstu ábyrgd av, at málsviðgerð og avgerð um at játta stuðul er í samsvari við ásettar reglur.

Dømi um, at sipað verður til tað øvugta sæst í  løgtingslóg nr. 60 frá 17. mai 2005 um stuðul til mentan og list v.m., har ásett er í § 2, stk. 2, at landsstýrismaðurin ger av, hvør kann fáa stuðul, og somuleiðis hevur eftirlit við, at stuðulin verður nýttur til ætlaða endamál.

Í máli LUM 21/01532 viðgjørdi umboðsmaðurin eina klagu um avgerð hjá Uttanríkis- og mentamálaráðnum at nokta stuðli til eina filmsverkætlan vegna málbrúkið í filminum. Málið tók m.a. støðið í § 2, stk. 2 í júst omanfyrinevndu lóg.

Klagarin førdi í klagu sínari m.a. fram, at landsstýrismaðurin við sínari avgerð um at nokta stuðul til filmsverkætlanina, gekk ímóti tí, ið løgtingið upprunaliga hevði ætlað við stuðli til slíkar filmsverkætlanir, eitt nú at stuðul verður veittur eftir tilmæli frá yrkisfólki og óheft frá politiska myndugleikanum.

Umboðsmaðurin vísti í hesum sambandi á, at Løgtingið í 2014 við einari broyting í lógini hevði givið landsstýrismanninum í mentamálum heimild at leggja sína avgerðarheimild, sambært § 2, stk. 2 í løgtingslóg nr. 60 frá 17. mai 2005 um stuðul til mentan og list v.m., til annan almennan myndugleika ella stovn. Umboðsmaðurin metti, at Løgtingið við hesari lógarbroyting hevði tikið eina støðu til spurningin um armslongd og hevði gjørt av at lata tað upp í hendurnar á avvarðandi landsstýri at gera av, um ella í hvønn mun armslongd skuldi vera millum politisku og fakligu stýringina. Staðfestast kundi, at landsstýrið ikki enn hevði nýtt hesa heimild, og tískil kundi umboðsmaðurin ikki siga, at landsstýrismaðurin ikki hevði heimild ella málsføri at taka avgerðir í hesum høpi.

Málið vísti, at skal málsføri hjá einum landsstýrismanni avmarkast, er neyðugt at lógarfesta heimildin, ið skipar karmin fyri málsførinum, er púra greið hesum viðvíkjandi, soleiðis sum víst varð á í døminum omanfyri um orðingina í § 12 í løgtingslóg nr. 89 frá 7. juni 2020 um ráðgeving og stuðul til gransking, menning og nýskapan.